Vit mugu hava eina unglingadeild í róðri longu frá 2018

Myndin talar fyri seg í finaluróðrinum við dreingjum á norðoyatevnu. Stórur munur á bátunum, og tá eru fleiri manningar longu sáldaðar frá í riðlaróðrunum. (Mynd Hvannrók)

Vit fegnast øll um, at 24 barnamanningar róðu á norðoyastevnu í fjør og 23 manningar í ár. Eisini boðar frá góðum, at skúlar nú eru farnir at skipa fyri innandurakappingum í róðri, sum uttan iva fara at gera, at tað legst aftrat við ungum rógvarum. Men eru ungdómskappingarnar nóg væl skipaðar og mennandi fyri allar rógvarar? Nei, tað eru tær ikki, og tí mugu vit longu frá 2018 broyta serliga dreingjaróðurin, so hann mennir og tænir øllum rógvarum. Róðrarsambandið skal gera sum í øðrum ítróttagreinum og upprætta nýggjan bólk, sum eitur unglingdeildin fyri ungar menn. Ungir rógvarar skulu rógva tvey ár í hvørjari bólki, og ikki sum nú trý ár við tildømis dreingjabátum. Unglingarnir seytjan og átjan ára gamlir skulu rógva við 6-mannafari. Eg havi tosað við fleiri róðrarleiðarar, og tey eru samd við mær um unglingadeildina.

Um vit hugsa um eina barnamanning við dreingjum, sum flytir upp í dreingjaróðurin, so kunnu dreingir rógva trý ár í hesum bólki, og tað er eitt ár ov nógv. Trý ár í hesum aldri er øgiliga nógv bæði í hædd, tyngd og kropsstyrki. Og trý ár er alt ov long tíð at bíða hjá barnamanning – tá hon flytir upp í dreingjaróðurin – til hon hevur nakran møguleika frammi í oddinum.

Her síggja vit Junkaran, Fípuna Føgru, Sílið og Drekan dreingir rógva innleiðandi róður á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

Vit skulu bara hyggja at myndunum frá dreinjaróðrunum í fjør og í ár á norðoyastevnu. Frástøðan frá fremstu bátunum, har teir elstu dreingirnir rógva og aftur til fleiri av aftastu bátunum er so mikið stór, at hetta tænir ongum endamáli og er ikki mennandi fyri unga rógvaran. Nei, vit skulu broyta dreingjaróðurn longu í 2018. Broyting er ógvuliga einfald, tí hon skal bara siga, at ungi rógvarin rør tvey ár í dreingjaróðrinum. Síðani gera vit soleiðis:

Vit upprætta eina ungligadeild, har rógvarar seytjan og átjan ára gamlir skulu rógva við 6-mannaafari í sini egna bólk. Vit síggja mangan, at 5-mannaførini eru ov lítil til stórar kropssterkar dreingir, tí hoyra teir heima umborð á 6-mannafari. Ger vit hetta, so sláa vit trý høvuðssløg við einum slagi.

Royndin Fríða, Jallurin og Teistin dreingir rógva innleiðandi róður á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

A. Vit minku um talið av dreingjamanningum, sleppa undan finaluróðri, bátaskiftini gerast færri, og vit fáa eina javnari kapping, sum er eggjandi fyri allar rógvarar. Eisini gerst lættari hjá barnamanningum at flyta frá at rógva 500 metrar til at rógva 1000 metrar í dreingjaróðrunum, har teir nú skulu rógva ímóti sjeytjan næsta átjan ára gomlum rógvarum.

B. Vit upprætta eina nýggja unglingadeild. Tá dreingir hava róð tvey ár í dreinjgaróðrunum, flyta teir eins og í øðrum ítróttagreinum upp í unglingadeildina, sum antin skal eita dreingir 17 ella dreingir 17/18 ár, har teir rógva í tvey ár við 6-mannafari. Gera vit hetta, so ivist eg ikki í, at nógv fleiri ungir rógvarar halda fram at rógva eftir dreingjaróðurin. Teir vilja fylgjast við vinmonnunum.

Nú kunnu ellivu ára gomul eisini rógva barnaróður, men eisini í barnaróðri er munur millum bátar stórur. Her rógva dreingir barnaróður á norðoyastevnu. (Mynd Hans Højgaard)

Í Álakeri høvdu vit fyri nøkrum árum síðani dreingjamanning, sum vann meistaraheitið, og nú vildu teir royna seg í 6-mannafari við monnum, har teinurin tá var 1500 metrar. Manningin hevði ongan verðins møguleika ímóti tá Tvørábátinum, Smyrli og øðrum bátum, sum vóru mannaðir við royndum rógvarum í tjúgu- og fyrst í tretivu árunum. Teir royndu í tvey ár, so góvust teir. Eg veit, at umborð á Klaksvíkingi sita í løtuni tveir sjeytjan ár gamlir rógvarar, sum er stórir, kropssterkir og í góðari venjing, men hetta er meira eitt undantak, og einki 10-mannafar megnar at standa seg í kappingini einans við sjeytjan/átjan ára gomlum rógvarum.

C. Fáa vit í lag hesa unglingadeild fyri dreingir, so er heilt vist nógv vunnið. Øðrvísi er við ungum kvinnum, sum eru ov gamlar at rógva genturóður. Ungar kvinnur kunnu rógva við 5-mannaførum við kvinnum, men ungir menn kunnu ikk rógva við 5-mannafari. Eg eri heilt vísur í, at fáa vit hesa unglingadeild í lag, so gerst frágangurin minni av ungum rógvarum, vit fáa javnari kapping, og vit fáa aftrat ein spennandi 6-mannafarsróður við ungum monnum, sum kanska eftir tvey ár í unglingadeildini bjóða av eldru rógvarum í 6-mannaførunum við monnum..

Mynd av Kringvarpsbátinumn, har øll tøknin er umborð. Frásøgumaður og viðmekjari, og tey, sum taka upp livnandi myndirnar av róðrunum at senda kring landið. (Mynd Hvannrók)

Áðrenn eg skrivaði reglurnar omanfyri, loddaði eg mínar tankar fyri róðrarfólkum í Havnar Róðrarfelag, Róðrarfelagnum Knørri, Argja Róðrarfelag og Klaksvíkar Róðrarfelag. Og øll, eg tosaði við, taka undir við at fáa broytt dreingjaróðurin, so vit eisini fáa eina unglingadeild. Mínir tankar snúgva seg ikki um núverandi úrslit frammi í oddinum í dreingjaróðrinum. Mínir tankar snúgva seg bara um, hvussu vit á bestan hátt fáa nøgdsemi og javnari kapping í dreingja- og unglingaróðrar, at frágangurin av rógvarum gerst minni, og at vit fáa ungu dreingirnar at halda fram á rógva í eini unglingadeild.

Eg vóni, at okkurt felag leggur uppskot á næsta aðalfundi hjá RSF, so vit fáa eina unglingadeild fyri dreingir. Gera vit tað, vinna vit heilt nógv á nógvum mótum. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply