Føroya Tele setti upp frálíkan stórskíggja á norðoyastevnu

Nógv fólk nýttu høvi at fylgja róðrunum á stórskíggjanum. (Mynd Hvannrók)

Áskoðarar, sum vóru til kappróður á norðoyastevnu, fingu ein eyka uppliving, sum tey ikki hava upplivað áður. Á bryggjuni stóð stórur skíggi, har tú kundi fylgja beinleiðis frá kappróðrinum. Hetta er nýhugsan í føroyskum kappróðri, og tað er Føroya Tele, sum er høvuðsstuðul hjá Róðrarsambandinum, sum tók stig til frálíka átakið. Fólk vóru fegin um myndirnar. Eg havi spurt John Syderbø marknaðarleiðara hjá Føroya, hví tey hava tikið frálíka stigið, og hvussu stórt arbeiði er at fáa slíkt í rættlag, sum áskoðarin er so fegin um. John sigur soleiðis um stórskíggjan á norðoyastevnu:

Her fara 10-mannaførini um mállinjuni, men hesa løtuna er fólk eisini farin út á bryggjkantin. (Mynd Hvannrók)

– Føroya Tele hevur stuðlað Róðrarsambandinum í nøkur ár, og nú vildu vit vera partur at gera kappróðurin meira “kundavinarliga”, um vit kunnu rópa tað soleiðis. Vit hava latið nýggj nummur til bátarnar og gjørt meira burturúr steypahandanini, og nú vildu vit fara eitt stig longur, so áskoðarin á bryggjuni kundi fáa onnur upplivilsi í sambandi við FM-róðrarnar. Tú spyrt, hvussu vit fáa gjørt slíkt?

– Vit hava persón á staðnum, sum syrgir fyri, at vit fáa myndir og ljóð frá Kringvarpinum, sum kann fragtast upp á skíggjan. Síðani hava vit í nýggjari linju eisini samband við málbilin, har vit fáa úrslitini á skíggjan. Alt hetta syrgir persónurin hjá Føroya Tele fyri. Skal Føroya Tele gera slíkt átak, má Róðrarsambandið geva loyvi og eisini í hesum førinum Klaksvíkar róðrarfelag, og tað gjørdi allir partar.

Myndgóðskan er góð. Her rógva dreingjabátar innleiðandi róður. Vit síggja nærmast Junkarin, síðani Fipuna Føgru, Sílið og Drekan nærmast Kósabrúnni. (Mynd Hvannrók)

– Eg var sjálvur á norðoyastevnu, og nógv fólk nýttu høvi at fylgja róðrunum á skíggjanum. Tá bátarnir nærkaðust málinum, vendu nógv fólk sær frá skíggjanum og hugdu út á fjørðin. Hetta riggaði væl, og vit eru væl nøgd, sigur John Syderbø at enda. Tá eg spurdi John, um stórskíggin er tøkur á hvørjari stevnu í summar, segði hann mær, at Róðrarsambandið hevur sagt Føroya Tele, at stevnufyrireikararnir, og tað vil siga á næstu stevnu í Hósvík, skulu geva loyva at seta um útgerðina.

Eg havi tosað við nøkur fólk, sum vóru í Klaksvík, og tey er sera væl nøgd og fegin um stórskíggjan á bryggjuni, har tú kundi síggja allar róðrarnar. Myndagóðskan góð og ljóðið var frálíkt. Vónandi verður stórskíggin at síggja á øllum stevnum í summar. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply