Norðoyastevnuróðrarnir vóru avgreiddir til “ug”

8-mannafarsróðurin var mest spennandi róðurin á norðoyastevnu. Her fer Argjabáturin fyrstur um málið, síðani Tofta Regin og Árnfirðingur. (Mynd Hvannrók)

Nógv er ikki at leggja aftrat fyrstu FM-róðrunum í Klaksvík, eftir at norðoyastevnuróðrarnir vóru væl úr hondum greddir. Alt gekk bæði skjótt og væl, og róðrarlíkindini vóru góð. Myndirnar frá Krinvarpinum vóru góðar, tó eitt sindur av tekniskum trupulleikum eina løtu, sum slett ikki biltu. Eisini frálíkt at síggja, at áskoðarar á bryggjuni kundu fylgja róðrunum á stórskíggja. Eg hevði gjørt mær nakrar metingar fyri fyrsta skotið, og tað gekk á leið, sum eg hevði roknað við. Tó við fáum undantøkum.

Barnaróður gentur: Tær umborð á Ingibjørg eru stinnur. Sílið gjørdist nummar tvey. (Mynd Hans Højgaard)
Barnaróður dreingur. Ingibjørg fer trygg fyrst um málið, og síðani Falkur. (Mynd Hvannrók)

Eg visti, at tað skuldu góðar manningar í barnaróðri at vinna á nýggja 5-mannafarinum Ingibjørg hjá Havnar Róðrarfelag, tí manningar eru góðar og eru í góðari venjing. Tað kom tó óvart á meg, at Sílið við gentum gjørdust nummar tvey í barnaróðri, og at genturnar vóru eins glaðar og tær umborð á Ingibjørg, sum vunnu róðurin. Frálíkt at síggja so nógvar barnamanningar, men eisini her er aldursmunurin so stórur, tí munur á bátunum eisini stórur.

5-mannafør dreingir: Teir umborð á Fípuni Føgru er stinnir. Sílið nummar tvey., (Mynd Hvannrók)
5-mannafør gentur: Stórur munur á gentubátunum, har Firvaldur er stinnastur. (Mynd Hans Højgaard)
5-mannafør gentur. Firvaldur heldur fram, har báturin slepti í fjør. Nummar tvey gjørdist Drekin. (Mynd Hvannrók)

Hevði væntað, at Firvaldur við gentum fór at vinna, men so vónaði eg eisini, at Firvaldur í summar ikki sleppur so lætt og í fjør. Men Firvaldur vann tryggan sigur. Við HR brillum var eg fegin, at Drekin gjørdist nummar tvey, og eg vildi mett, at tær eiga at koma nærri Firvaldi.

6-mannafør kvinnur: Rádni úr Fuglafirði fór fyrstur um málið. Tær umborð á Sølmundi eru betri fyri í ár, men enn vantar nakað. (Mynd Hans Højgaard)

5-mannaførini við kvinnunum fór um mállinjuna á leið, sum eg roknaði við. Jallurin vann róðurin, men so kom óvart á meg, at Erla kongsdóttir ikki beit meira frá sær, tí tað var heldur Drekin, sum róðu heilt væl, og sum var nærmasti kappingarneyti hjá Jallinum. Jannie Dam Jacobsen stýrir Jallinum, og hon tolir eitt “prik” frá mær. 6-mannafarið Jarnbardur hevur altíð verið flaggskipið hjá Róðrarfelagnum Knørri og við Jannie sum róðurskvinnu. Eg giti, at hesar góðu royndu kvinnurnar umborð á Jallinum heldur hava valt 5-mannafarið Jallin ístaðin at seta seg umborð á flaggskipið Jarnbard. Giti, at Jannie og tær halda seg ikki hava møguleika ímóti Rádna úr Fuglafirði. Hetta er ein veikleiki við at lata kvinnur rógva við 5-mannafari. Her skuldi eitt aldurmark verið sett.

5-mannafar kvinnur. Jallurin vinnur tryggan sigur. Eg vildi heldu sæð hesar góðu rógvarar sitið umborð á 6-mannafarinum Jarnbardi og síðani givið Rádna úr Fuglafirði skarpan gang. (Mynd Hvannrók)
5-mannfør kvinnur: Drekin og Erla kongsdóttir kappast her um annað plássið. (Mynd Hvannrók)

Bátarnir 6-mannafør við monnum er nógv minkaður seinnu árini. Á norðoyastevnu vóru fáir bátar, og eg roknði heilt vist við, at Hvessingur fór at vinna. Ódnartøkini boðaðu frá hesum. Tó so, teir rógva ómetaliga væl umborð á Sundabátinum, og við meira venjing kunnu teir bjóða av Hvessingi seinni í summar. Tey trý 8-mannaførini Argjabáturin, Tofta Regin og Árnfirðingur fóru ógvuliga jøvn um mállinjuna. Hetta boðar frá fleiri spennandi róðrum í summar. Kom eitt sindur óvart á meg, at Argjabáturin fór við sigrinum.

6-mannafør menn: Hvessingur fer tryggur um málið, men eg vænti meira av Sundabátinum seinni í summar. (Mynd Hvannrók)

Fyri HR mann gjørdist 10-mannafarsróðurin eitt vónbrot. Vit vistu, at Klaksvíkingur var væl fyri við ungari manningin í góðari venjing, men tað kom heilt óvart á meg, at báturin vann so sannførandi. Í serflokki á norðoyastevnu. Tað kom eisini óvart á meg, at Havnarbáturin kom so seint úr startholuni og misti takið longu fyrstu tíggju tøkini. Eisini kom óvart á meg, at Drekin reyði stóð seg so væl. Ormurin var á leið har, sum eg roknaði við. Annars eri eg vísir í, at á næstu stevnu gerast bátarnir javnari, men eitt er vist, at Klaksvíkingur verður ikki lættur at vinna á í summar. Øll úrslitið kunnu síggjast á Stavnur.fo (Vagnur)

Vit vistu, at Klaksvíkingur var stinnur men tað kom heilt óvart á meg, at munurin millum 10-mannaførini skuldu gerast so stórur. (Mynd Hvannrók)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply