Úr myndasavninum – Tankarnir leita til pápa og mammu (e)

Neistaungfólk á veg til Klaksvíkar í 1936. Mamma er har afturi á myndini við alpuhúgvuni mest á skák, og pápi mín fremst til høgru í keppi. Aftast frá vinstru: Meinhard Andreasen, Rigmor Christiansen, Ása Michelsen, Sólrun Winther og Gunnvør Dal Christiansen. Fremri frá vinstu: Arni Olsen, Mia Rein, Ása Vágsheyg og Helge Michelsen.
Neistaungfólk á veg til Klaksvíkar í 1936. Mamma er har afturi á myndini við alpuhúgvuni mest á skák, og pápi mín fremst til høgru í keppi. Aftast frá vinstru: Meinhard Andreasen, Rigmor Christiansen, Ása Michelsen, Sólrun Winther og Gunnvør Dal Christiansen. Fremri frá vinstu: Arni Olsen, Mia Rein, Ása Vágsheyg og Helge Michelsen.

Summi fólk brúka meira tíð í felagsskapi enn onnur, og nógv fólk siga felagsskapinum farvæl, tá ið tey spæla seinasta dystin. Nógv foreldur fylgja børnunum á ítróttaleiðini, meðan onnur gera tað ikki ella nógv minni. Ein partur av míni drívmegi í Neistanum og í ítróttinum vóru og eru foreldur míni og sjálvandi, at eg spældi sjálvur og fekk frálíkar upplivingar á hondbóltsleiðini. Serliga hugsi eg um pápa mín, sum var við at stovna Neistan. Hansara neistaandi er stórur partur av orsøkini, at eg helt fram. Í ár eru 50 ár liðin, síðani eg fór í bláu leiktroyggjuna. Herfyri tók eg mynd av mammu míni og spurdi hana um hennara ungdómstíð í Neistanum. Hon fyllir 95 ár 16. juni og er elsta neistakvinna.

Mamma mín Ása Michelsen og Gunnvør Dal Christiansen vóru á ungum árum vinkonur, og tær eru elstu neistakonur. Gunnvør fór ung til Danmarkar, hon er pápasystir Sophus Dal Christiansen og Hans Áka Dal Christiansen. Eg var herfyri úti hjá okkum og leitaði í nøkrum gomlum myndum, og har fann eg ungdómsmynd av mammu og Gunnvør. “Henda myndin skal á heimasíðuna”, tvær ungar sekstan ára gamlar neistagentur. Ja, tær elstu núlivandi. Mamma 95 ár 16. juni og Gunnvør 94 ár 16. februar í ár. Tær vóru vinkonur, til Gunnvør flutti av landinum og búsettist í Danmark. Helena Poulsen, systir Gunnvør spældi eisini í Neistanum. Helena er mamma Guðruna Poulsen, sum spældi í Neistanum. Hvussu komst tú at spæla hondbólt, spyrji eg mammu?

Tá ið mamma giftist, gavst hon at spæla hondbólt. (Mynd Vagnur)
Tá ið mamma giftist, gavst hon at spæla hondbólt. (Mynd Vagnur)

-Fimleikur var stóra ítróttagreinin hjá ungum gentum í Havn, men heilt ung minnist eg, at tey spældu hondbólt í gamla kommunuskúlagarði á Vaglinum. Eg gjørdi fimleik, og tað vóru óivað eitt sindur eldri vinkonurnar, sum drógu meg oman á Vaglið at hyggja at hondbóltsspælinum. Ein kvinnuligur lærari legði teimum ungu lag á. Minnist, at eg sat á einum garði og fylgdi gentunum, og eg síggi fyri mær málini og vøllin, sum var kálkaður í garðinum. Eg haldi meg minnast, at bólturin var størri, enn tey brúka í dag. Mær er sagt, at kvinnuligi lærarin spældi eisini hondbólt í fimleikatímunum, men tað var serliga eftir skúlatíð, at genturnar spældu hondbólt.

-Eg var sum sagt trettan ára gomul, tá ið Neistin varð stovnað í húsinum í Magnus Heinarsonargøtu 14. Haldi, at eg fór á vøllin sum fjúrtan/fimtan ára gomul. Eins og í dag skaraðu nakrar gentur burturúr, vóru skjótar, fimar og høvdu betri bóltførleika enn aðrar. Eg dugi ikki at siga, um eg hevði evnini til hondbólt, men eg haldi, at endamálið var fyrst og fremst at hava tað stuttligt. Tað høvdu vit, og øll sluppu upp í part.

Ása og Gunnvør tvær neistavinkonur í 1934.
Ása og Gunnvør tvær neistavinkonur í 1934.

-Benanvegin Neistin varð stovnað, fóru tey ungu í Gundadal at spæla, men framvegis varð eisini spælt í kommunuskúlagarðinum á Vaglinum. Í Gundadali var sum áður sagt kálkaður hondbóltsvøllur út í móti Gundadalsvegi og ánni, sum tá var opin. Har spældu vit so dystir ímóti bygdafeløgum, VÍF, Stjørnuni, Vípuni, VB, eg minnist ikki fleiri lið beint nú. Tá ið vit so fóru út á bygd at spæla varð spurt, hvørjar kundu koma við. Ikki beinleiðis úttøka, men allar genturnar kundu ikki koma við hvørja ferð, heldur ikki eg.

-Hetta vóru minniligar ferðir kring landið, sum framvegis standa klárar í minninum. Maður mín Helge Michelsen var við at stovna Neistan. Fór eg á bygd at spæla, kom hann altíð við. Tit kunnu kanska gita hví? Eftir framhaldskúlan kom eg at arbeiða hjá Hussted sakførara. Eg hevði lært stenografi hjá systir Jørgen Frants Jacobsen og maksinskriving hjá konu Vilhelm Nielsen, bilseljara. Hussted søkti eftir skrivara, og nógv vóru um boðið, tí tíðirnar vóru ringar og torført var at fáa arbeiði í Havn. Eg var til upptøkuroynd og samrøðu og fekk arbeiðið. Arbeiði mítt var serliga at vera til fundir, har eg skrivaði samtalur fyrst sum stenografimál, sum eg seinni reinskrivaði til vanligt mál, sigur mamma.

– Men eins og aðrar gentur var útlongslulin har. Sum sekstan ára gomul kom eg at skriva saman við týskari gentu, sum eg framvegis havi samband við. Tað var týsklærari okkara Richard Long, sum setti meg í samband við týsku gentuna Eriku, og eg vildi so inniliga síggja hana. Fór nítjan ára gomul í 1937 til Danmarkar at arbeiða á kontóri í eitt ár. Á sumri í 1938 fóru systir mín og eg til Týsklands at vitja týska “pennevennin” Eriku, sum tað æt tá.

-Hetta var ótrúlig uppliving, og longu á sumri í 1938 sóust hermenn í gøtunum, og at tað var Hitler, sum ráddi fyri borgum í Týsklandi. Eg kom heim heimaftur til Føroya, men so kom kríggið í 1939, og eg misti samband við Eriku og fann hana ikki aftur fyrr enn í 1947, tí familjan var flýdd undan bardøgunum. Erika og eg hava hildið samband hvør við aðra øll árini, og eg havi verið aftur í Týsklandi, og Erika og maðurin, sum nú er deyður, hava verið í Føroyum. Øll árini hava vit ringt ella skrivað vit brøv. Vit eru báðar nú gamlar konur og klára okkum ikki sjálvar. Erika er á ellisheimi. Smáar heilsanir verða framvegis sendar millum Føroyar og Týskland.

Trý neistaættarlið. F.v: Bróðursonurin Helgi Michelsen, Vagnur Michelsen og Helge Michelsen
Trý neistaættarlið. F.v: Bróðursonurin Helgi Michelsen, Vagnur Michelsen og Helge Michelsen

-Tá ið eg kom aftur úr Danmark beint fyri kríggið, fór eg ikki aftur at spæla hondbólt. Eg kom at arbeiða hjá Ríkisumboðnum, men eftir at bleiv gift við Helga Michelsen, og vit fingu fimm børn, bleiv eg heimagangandi húsmóður, og har var nógmikið at takast við. Kann ikki minnast rættliga, hvussu leingi Helge var í nevnd Neistans, men nøkur ár. Hann var neistamaður um ein háls, og tá ið synirnir spældu hondbólt, fylgdi hann væl við og ferðast kring landið at hyggja at dystum. Helge doyði 72 ára gamal í 1985. Sum sagt vóru Gunnvør og eg vinkonur, men hon fór, eins og nógvar ungar føroyskar gentur altíð hava gjørt, til Danmarkar á ungum árum og setti búgv har, sigur mamma at enda.

Tá ið tú hoyrir eldri konu tosa frá hjartanum um Neistan, mannin í nevndini og synirnar, sum spældu í felagnum, so heldur hetta lív í drívmegini at halda fram. Og tað er ógvuliga áhugavert at eygleiða ítróttavirksemið í Føroyum, har ættarlið eftir ættarlið ganga í fótasporunum hjá foreldrunum. Halda fram, har foreldrini sleptu. Hetta hevur bara so nógv at týða fyri samfelag okkara, og sum ikki má undirmetast.

Tey ungu skulu hava nakað at vera felags um og síggja fram til serliga í árunum tólv til átjan ár, har ymist annað kanska er meira spennandi í býnum enn at íðka ítrótt og vera í hesum felagsskapi. Árini ganga skjótt. Elstu neistakonurnar Gunnvør Dal Christiansen og Ása Michelsen høvdu spennandi og stuttligar tíðir í Neistanum. Neistin er framvegis bjartur, og tað er einki, sum bendir á, Neistin spakuliga kódnar, tvørturímóti. Tað eru ótrúliga nógv neistafólk og nógv fólk kring landið, sum brúka nógva tíð í felagsskapinum. Hetta eru eftirkomarar at ítróttafólkum, sum slóðaðu fyri, og foreldur at íðarum, sum vilja geva nakað aftur til felagið, sum felagið hevur givið teirra børnum.  (Vagnur).

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply