Úr myndasavninum – Enn einaferð fann eg søguliga neistamynd

Neistagentur 1963 á Eiði: Standi frá vinstu: Emmely Mikkelsen, Turid Hansen, Rannvá H. Jensen og Hildigunn Weihe. Húkandi f.v: Turið Debes Hentze, Helena Mortensen og Margit Hjalmarsdóttir Hansen.
Neistagentur á Eiði í 1963: Standandi frá vinstru: Emmely Mikkelsen, Turid Hansen, Rannvá H. Jensen og Hildigunn Weihe. Húkandi f.v: Turið Debes Hentze, Helena Mortensen og Margit Hjalmarsdóttir.

Myndin omanfyri er søgulig, tí hetta er fyrsta mynd tikin av gentuliði hjá  Neistanum. Gentur og dreingir byrjaðu at spæla landskapping í 1963, áðrenn var bara kapping fyri 1. deild og 2. deild menn og kvinnur. Lið hjá Neistanum vóru á Eiði 7. juli 1963 og spældu vinardystir á Mølini ímóti EB. Siglt varð við postbátinum úr Vágsbotni til Oyrar, og liðini vóru koyrd víðari við bili til Eiðis. EB hevði tá lið bæði í mansdeildini og kvinnudeildini, men miðskeiðis í 1970 árunum bleiv hondbóltsspælið eitt innanduraspæl, og tá mátti EB við tíðini leggja kongin. Nú er so komin snotulig høll á Eiði.

EB og Neistin á Mølini 7. juli 1963. Standandi f. v: Sølvi Jespersen, Hans Julian Jacobsen, Hans Egil Joensen, Knút Vesturdal, Jens av Reyni, Johnny Reinert, Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Húkanda f. v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal, Kristian Jacobsen, Leivur Næss og Jógvan Dahl.
EB og Neistin á Mølini 7. juli 1963. Standandi f. v: Sølvi Jespersen, Hans Julian Jacobsen, Hans Egil Joensen, Knút Vesturdal, Jens av Reyni, Johnny Reinert, Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Húkanda f. v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal, Kristian Jacobsen, Leivur Næss og Jógvan Dahl.

Knút Vesturdal av Eiði segði mær herfyri, at hann átti nakrar smáar myndir av neistaliðum frá 1963, og grammur var eg at fáa myndirnar. Eg avmyndaði myndirnar, og tá ið tær gjørdist størri, sá eg, hvussu góð serliga myndin av gentuliðnum var, sum er søgulig mynd, tí hetta er fyrsta mynd tikin av gentuliði hjá Neistanum.

Eg spældi eisini hondbólt á Mølini ímóti EB, men serliga minnist eg, tá ið nýggji vøllurin við skúlan varð tikin í nýtslu. Hetta var 7. mai 1972. Nógvar dystir ímóti EB spældu vit á hesum vølli. Eg síggi á mansmyndini omanfyri, at Neistin ikki rættiliga fekk mannað mansliðið henda dagin, tí tveir ungir dreingir spældu á mansliðnum. Leivur Næss Joensen og Jógvan Dahl.

Var turt í veðrinum, var ikki lætt at fóta sær. Hondbólsvøllur var á fótbóltsvøllinum
Var turt í veðrinum, var ikki lætt at fóta sær. Hondbólsvøllur var kálkaður á fótbóltsvøllinum

Úr Ítróttatíðindum frá 1963 fann eg endaliga úrslitið av landskappingini fyri gentur í 1963. Seks lið spældu: Søljan, VÍF, Kyndil, Neistin, EB og ÌF. Løgið at hugsa sær, at liðini vórðu býtt upp í tríggjar bólkar í grundspæli, har Søljan og VÌF bara spældu tveir landskappingardystir, Kyndil og Neistin gjørdu tað sama og eisini EB og ÍF. ÍF spældi seg beinleiðis í finaluna, meðan VÍF og Neistin spældu hálvfinalu, har Neistin vann 5-4. Neistin vann finaludystin á ÍF 11-3 og vann fyrsta FM-heitið í gentudeildini. (Vagnur)

EB 1961: St.f.v: Hans Julian Jacobsen, Sølvi Jespersen, Hans Egil Joensen og Knút Vesturdal. Húkandi f.v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal og Kristin Jacobsen
EB í 1963 á Mølini: St.f.v: Hans Julian Jacobsen, Sølvi Jespersen, Hans Egil Joensen og Knút Vesturdal. Húkandi f.v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal og Kristin Jacobsen

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply