Í Føroyum er eingin lóg um vatnskutarar og skjóttgangandi bátar

Skútarar av hesum slag hava einki at gera inni á vágunum í Havn. (Mynd: Ùtlendsk mynd)

Herfyri hendi syrgilig vanlukku á Keypmannar havn. Ein vatnskutari rendi við nógvari ferð á lítlan leigaðan ferðamannabát. Tvær ungar amerikanskar kvinnur doyðu. Førarin á skutaranum er fongslaður fyri óviljað manndráp, og hini nýggju ungfólkini eru eisini ákærd í málinum, tí tey rýmdu frá staðnum og eisini sigldu alt ov skjótt í havnini. Í Danmark er lógarverk um skjóttgangandi vatnskutarar og skjóttgangandi bátar. Millum annað skal ein vatnskútari vera 300 metrar úr landi. Men í Føroyum finst eingin lóg á økinum. Eg havi spurt meg fyri hjá havnarmeistaranum í Havn og hjá løgregluni. Svarini eru stutt.

Hetta skeltið var fest á Molan í Havn, men nú er tað burtur. (Mynd Vagnur9

Havnarmeistarin í Havn sigur, at tey ynskja ikki hesar skjóttgangandi skutarar á Havnarvág, men trupulleikin hjá Tórshavnar Havn er, um tey løgfrøðiliga kunnu gera nakað, tá eingin lóg er at halda seg til. Sjálvandi kann ásetast hámark, hvussu skjótt bátar, og skip og skutarar kunnu sigla á vágunum, men at bannað skutarum at sigla yvirhøvur er ivasamt. – Vit vita og síggja vandan, og serliga, tá skjóttgangandi skutarar hava fólk á vatnskíð hangnandi aftur úr sær. Vit mugu kannað tað løgfrøðiliga á økinum, sigur havnarmeistarin í stuttari viðmerking.

Eg havi eisini tosað við løgregluna í Havn, og har er mest sum sama svarið. Har var eisini sagt, at einki lógarverk er í Føroyum um skjóttgangandi bátar og vatnskutarar. Løgreglumaðurin, eg tosaði við, segði, at tey hava tosað um skjóttgangandi bátar og vatnskutarar og serliga eftir hending í Lorvík, men sum sagt, er einki lógarverk at halda seg til. Um fólk meldað, so viðgera tey sjálvandi hvørt einstakt mál, fekk eg í stuttum at vita frá løgregluni. í Danmark skalt tú hava koyrikort til tess at sigla við vatnskutarum, men í Føroyum krevst einki sum helst.

Ymiskar støddir fáast av vatnskutarum. (Mynd: Ùtlendsk mynd)

Nógv ferðsla er á vágunum í Havn og serliga um summarið, tá ferðamannaskipini koma til landið, stuttleikabátarnir vera meira brúktir, og nú serliga nógvir kappróðrarbátar fyrireika seg til róðrarárið. Eitt er vist, at missir ein vatnskútaførari tamarhaldið á skutaranum, og hann rennur við nógvir ferð á kappróðrarbát, so fer kappróðrarbáturin fyrst í smildur og vandi er fyri ógvusligum skaðatilburðum. Hetta má og skal ikki henda.

Nú komið eg nógv í Álaker, og eg havi sæð longu í vár vitleysa sigling nær landið og nær kappróðrarbátum. Tað kann tykjast løgið, at koyrir tú  á vegunum 30 km/t skjótari enn loyvda markið, so missir tú koyrikortið og skal til nýggja koyruroynd. Men siglur tú 80/100 km/t á vatnskutara tildømis fram við Molanum í Havn, so hendur einki. Eingin ferðslukanning av nøkrum slag, einki aldursmark og eingin lóggáva. Hetta líkist sjálvandi ongum.

Í Føroyum er mangan so, at stór ólukka skal fyrsta henda, áðrenn nakað munagott verður gjørt. Eg haldi, at róðrarfeløgini eiga at venda sær til Tórshavnar kommunu og fáa politiska myndugleikan at bannað vatnskutarum at sigla á vágunum í Havn. Síðan skulu vit beinavegin fáa gjørt eina lóggávu á økinum. Spurningur er bara um tíð, til at álvarslig hending hendur á Havnarvág. Einaferð var fest stórt skeltið á Molan vetureftir . Og har stóð: Max 4 knots, men skeltið er tikið niður.

Eg haldi, at tíðin er komin at gera nakað munagott við stóra trupulleikan. Her eiga Fiskiveiðueftirlitið, løgreglan og umboð fyri stóru havnarnar at funnið saman, tí trupulleikar eru eisini við skjóttgangandi bátum, sum sigla alt ov nær landið ymsastaðni í Føroyum. Annars síggi eg, at vatnskutarar kosta frá 45.000 krónur til 150.000 krónur. Tað velst alt um stødd á skutara og motori. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply