Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd frá 1955 úr Vágsbotni

Mynd frá 1955. Áhugavert eisini at síggja bilsniðini, bátarnar, og tað, at bilar koyra niðan Tórsgøtu. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Sá í morgun í bókini Havnin – fólk og yrki, at Sjómansheimið í Vágsbotni og eg eru mest sum javngomul. Tað var í 1949, at hundrað ára gomlu “fysikus” húsini vóru niðurtikin, og farið var undir at byggja stórt nýmótans sjómansheim. Um heystið var farið at grava út, og 12. august 1956 var Sjómansheimið vígt. Olaf Mortensen teknaði, og Petur Michelsen stóð fyri arbeðinum. Í 1967 var bygd ein hædd aftrat oman á Sjómansheimið. Minnist heilt væl, at nógvir navigatørar búðu á Sjómansheiminum, og tá ítróttafólk komu til Havnar, búðu ella ótu tey á Sjómansheiminum. Myndina omanfyri eigur Kirstin Johannesen, sum er dóttir “Pidda”, sum í nógv ár var fyristøðumaður á heiminum. Ì fyrstu hædd helt kjøthandilin hjá Jens Reinert til, og eisini barberarnir Frantzen og Ellingsgaard. Myndin omanfyri er frá 1955, og áhugavert at síggja bilar koyra niðan Tórsgøtu, og har standa eisini tveir bátar “parkeraðir”. Í 1955 var Molin ikki longdur í fulla longd, og mangan var uppgangur á lágættunum í Vágsbotni, har sjógvurin kundi koma niðan um Sjómansheimið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply