Fleiri róðrarfeløg vísa ikki ábyrgd í sambandi við ódnartøkini

Vøkur róðrarsjón. 5-mannaførini við dreingjum liggja við startin í Runavík. Tríggir bátar við hvítum drekastevni. Sig so tað. (Mynd Hvannrók)

Eg kann gerast so dundrandi argur og keddur, tá fleiri manningar kring landið ikki møta til ódnartøkini. Nógv fólk bæði í Róðrarsambandinum, fólk á staðnum og onnur brúka fleiri leygardagar, tí tey eru góð við kappróðurin, og so møta nógvir bátar ikki. At hugsa sær, at heilt lið av dómarum og fyrireikarum fara til Runavíkar, so er bara ein bátur við úr Eysturoynni. Hvar eru allir teir gulu bátarnir, sum róðu í fjør, og hvar eru ljósagrønu bátarnir úr Fuglafirði? Hoyrdi, at nakrar manningar vóru á venjingarlegu Suðuroy. Álvaratos, ikki er neyðugt at fyriskipa eina venjingarlegu, tá ódnartøkini vera rógvin.

Teir umborð á Klaksvíkingi sýnast vera í góðari venjing í fyrireikingini til fyrsta FM-róðurin. (Mynd Hvannrok)

Mær er sagt, at summar manningar eru ikki við, tí tey eru bangin at fáa skaða, ella at onkur rógvari hevur smáskaða umborð. So er at lána ein rógvara um so er, tí alt avgerandi er, at báturin er við. Eg haldi, at um fyrireikingararnir gevast við ódnartøkunum vegna ov lítla undirtøku, so er hetta stórt afturstig fyri føroyska rógving. Róðrarárið er framman undan stutt bara tveir mánaðir, tí vóru ódnartøkini kærkomin. Teir, sum tóku stig til ódnartøkini, vildu leingja um róðrarárið.

Hetta er góð mynd, sum veruliga sigur nakað. Jallurin kvinnur. (Mynd Hvannrók)

Eri heilt vísur í, at fleiri manningar møta ikki, tí tey tora veruliga ikki møta. Hví bíða líka til norðoyastevnu til tess at síggja skriftina á vegginum? Sum eg havi skrivað mangan: Tað kemur ein dagur eftir norðoyastevnu, skiljast á tann hátt, at eftir fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu eru summar manningar væl nøgdar við úrslitið, summar eitt sindur nøgdar, og aðrar manningar vónbrotnar. Eg eri vísir í, at ódnartøkini stimbra manningarnar. Hetta at leggjast seg til startin fleiri ferðir gevur venjing, og so at takla spenningin, tá báturin liggur á mállinjuni.

Kvinnurnar umborð á Teistanum á Argjum avmyndaðar í Runavík. (Mynd Hvannrók)

Eg haldi, at tað líkist ongum, at bara ein báturin úr Eysturoy, ein úr Vágum og ein úr Suðuroy eru við í ódnartøkunum. Sigi hetta, tí sjálvur havi eg í mansaldur brúkt nógvar dagar og tímar at skriva um kappróður. Hetta geri eg, tí eg eri góður við føroyskan kappróður. Vóni inniliga, at róðrarfeløgini kring landið hugsa seg um. Tey mugu eggja manningum at møta til ódnartøkini og siga teimum, at ódnartøkini “bíta” ikki. Einki er at vera bangin fyri.

Teir umborð á Hvessingi eru eins væl fyri og í fjør. Nærmast Hósvíkingur og longst burtur Sundabáturin. (Mynd Hvannrók)

Skal at enda heilsa frá rógvarum, sum eg havi tosað við, at ódnartøkini í Runavík kundu ikki eydnast betur. Góð fyrireiking, og eftir ein tíma og fjøruti minuttir vóru allir róðrarnir avgreiddir. Vit skulu jú minnast til, at manningarnar skulu tríggjar ferðir leggja seg til startin. Eftir róðurin fingu rógvar ein breyðbita og ein kaffimunn í neystinum. Annars síggi eg, at feløg gera eisini ódnartøkini til ein “sosiala” útferð. Foreldur og onnur fylgja rógvarum og hava breyð og okkurt at drekka til rógvararnar við sær í bilunum. (Vagnur)

5-mannaførini við gentum Báran, Firvaldur og Blikur við startin. (Mynd Hvannrók)
Startdómarin Trygvi Johansen smílandi á bryggjuni í Runavík. Hann er sum altíð klárur til róðrarárið. (Mynd Hvannrók)
Spell, at bara tveir dreingjabátar barnamanning róðu ódnartøk í Runavík. Ingibjørg og Falkur.(Mynd Hvannrók)
Hetta er ein mynd, sum veruliga vil og sigur nakað. Jallurin við kvinnum. (Mynd Hvannrók)
5-mannafarið Tekla úr Klaksvík. Góð mynd í brennandi sól. (Mynd Hvannrók)
Páll Fangi úr Klaksvík við kvinnum. Frálíkt at síggja tær til ódnartøkini. (Mynd Hvannrók)
6-mannafarið Fortuna úr Vestmanna. Spentar kvinnur og vakur bátur. (Mynd Hvannrók)
Kvinnurnar umborð á Drekanum kláraðu seg bara heilt væl. (Mynd Hvannrók)
Sølmundur kvinnur fremst. Her átti Rádni úr Fuglafirði sjálvandi at verið við. (Mynd Hvannrók)
Ingibjørg við dreingjum barnaróður. Tey eru øll heilt væl nøgd við nýggja bátin. (Mynd Hvannrók)
Sum tað er hugaligt at síggja Bárununa úr Hvalvík. (Mynd Hvannrók)
Kvinnurnar umborð á Jallinum vera heilt frammi í oddinum í summar. (Mynd Hvannrók)
Altíð spennandi at síggja dreingjamanningarnar. Her er Fípan Fagra úr Klaksvík fremst. (Mynd Hvannrók)
Magni Nielsen og Jón Johansen løgdu út startin. (Mynd Hvannrók)
Sølmundur kvinnur. Spennandi, um tær klára Rádna í summar. Góð manning í góðari venjing. (Mynd Hvannrók)
Firvaldur gentur av Tvøroyri. Sterkar og vælvandar gentur, sum vera heilt frammi í oddinum í summar. (Mynd Hvannrók)
Teir flestu umborð á Klaksvíkingi róður í fjør við Nevinum reyða. Góð manning. (Mynd Hvannrók)
Bjarti Mohr og Sølvi Reinert Hansen vóru eisini til arbeiðis leygardagin. (Mynd Hvannrok)
Ormurin avmyndaður í Runavík. Spennandi, hvussu fer at hilnast hjá bláa 10-mannfarinum í summar. (Mynd Hvannrók)
Falkur úr Hósvík. Skal heilsa og siga, at báturin eitur Falkur og ikki Falkurin. (Mynd Hvannrók)
Góðar umstøður vóru leygardagin at rógva ódnartøk í Runavík. (Mynd Hvannrok)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply