Úr myndasavninum – Áhugaverd tíðarmynd frá 1933

Tú kanst hugleiða góða løtu um myndina, sum sigur so nógv. (Mynd Fornminnissavnið)

Altíð áhugavert at síggja gamlar myndir og sammeta tær við myndina í dag. Myndin omanfyri er frá 1933, og har er mangt áhugavert at síggja. Hugnaligu neystini, eingir bilar, opnir smáir bátar, og myndin boðar frá friðsælu á Kongabrúnni. Vit síggja til høgru tá stóru húsini hjá Evensen, har hotell var latið upp í 1935. Í 1950 kom eldur í, og tað gamla hotellið brann í grund. Eftir eldsbrunan var farið undir at byggja hotellið uppaftur, sum stóð liðugt í 1952. Miðskeiðis í myndini stendur skrivað Dimmalætting á hvítum húsum. Vit síggja eisini handilin hjá Poul í Geil og Carl á Lag, og so kemur handilin hjá Essaba undan vinstrumegin nú Cafe Natúr. Havi mangan hugsað, hvussu var við byggiætlan um hetta mundið. Smá og stór hús hvørt um annað, og húsini venda í allar ættar. Tó hugnaligt og vakurt umhvørvið, har hús nógvastaðni har á leiðini eru varðveitt. Vit kunnu vera samd um, at vit kundu havt varðveitt meira av gomlu havnini, har hús vóru niðurtikin og burturbeind, og ljótir betongklossar bygdir ístaðin. Komi júst at hugsa um, at um hetta mundið læt Hans Jacob Jakobsen upp matvøruhandilin Smæruna í Vørðsluni. Pápi mín arbeiddi har í 48 ár, og hann segði okkum, at fólk ávaraðu Hans Jakku at lata upp handilin, tí hann lá so avsíðis. Smæran skuldi gera størsti og fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply