Úr myndasavninum – Bjarni minnist aftur á ólavsøkuna í 1986

Áhugaverd róðrarmynd frá 1986. Sjey 10-mannafør róðu á ólavsøku hetta árið.

Nú ein dagin kom eg fram á myndina omanfyri í myndasavninum, sum eg visti var frá 1985 ella 1986. Helt meg kenna róðursmannin á Havnarbátinum, sum eitur Bjarni Joensen. Fór oman í Fótbúna, har Bjarni er stjóri í fyritøkuni. Og Bjarna var klárur beinanvegin. – Sjávandi minnist eg ólavsøkuróðurin í 1986, tá ið Nólsoyingur vann, og Havnarbáturin varð nummar tvey, sigur Bjarni og fer at kanna, hvør róði við Havnarbátinum hetta árið. Síðani spurdi eg Bjarna um tíðina í kappróðrinum, sum byrjaði í Argja Róðrarfelag.

Eg minnist við gleði aftur á tíðina í kappróðrinum, sigur Bjarni. (Mynd Vagnur)
Eg minnist við gleði aftur á tíðina í kappróðrinum, sigur Bjarni Joensen. (Mynd Vagnur)

– Eg byrjaði í Argja Róðrarfelag ella rættari sagt var ein av teimum, sum slóðaði fyri nýggja felagnum. Eg róði nakrar róðrar við Argjabátinum í 1982, men í 1983 róði eg fyrst nakrar róðrar við Húsavíkingi og endaði umborð á Ørvi. Í 1984 róði eg ikki, men tók upp filmar fyri Havnar Róðrarfelag av øllum FM-róðrunum kring landið. Í 1985 byrjaði eg at rógva við Havnarbátinum, men hetta gekk ikki, og eg endaði sum róðursmaður.

– Myndin er frá 1986, og tá stýrdi eg eisini Havnarbátunum, og vit gjørdust nummar fýra í FM-kappiningi. Í 1985 mundu vit tikið Nólsoying á mállinjuni á ólavsøku, men vit vóru bara fót aftanfyri. Hetta árið vóru vit nummar tvey í FM-kappingini.  Á ólavsøku í 1985 hevði Nólsoyingur tíðina 4.32.10 og Havnarbáturin 4.32.20, so munurin var lítil.

– Tá vóru aðrar tíðir, tí á myndini eru sjey 10-mannafør: Nólsoyingur, Havnarbáturin, Vestmenningur, Vágbingur, Tvørabáturin, Floksbáturin og Klaksvíkingur. Floksbáturin kemur undan og hevur serliga søgu. Báturin var hvítur á stýriborðsíðu og svartur á bakborðssíðu. Tú spyrt meg, hvat eg geri nú. Eg arbeiddi í Danmark árini 1999 til 2008, tá ið eg kom aftur til Føroya og tók yvir handilin Fótbúna eftir mammuni Marjuna Joensen. Eg eri nevndarlimir Havnar Bóltfelag, og har fara heilt nógvir tímar um vikuna, sigur Bjarni at enda, sum minnist aftur á kappróðurin við gleði.

Tá ið eg hyggi at myndina, so sveima tankarnir um nógvu 10-mannaførini, sum róðu í 1980 árunum. Sjey 10-mannafør á ólavsøku, hetta kann mann finna seg í. Og tá er millum annað eingin Eysturoyingur, Skálabátur, Hoývíkingur, Vágbingur, Ormurin Langi, Vestmennigur og Nólsoyingur. Vit kunnu bara hyggja at myndini og “fantasera”, at vit síggja hesi 10-mannafør aftur á vágunum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply