Stórhending, tá stórskjúttin Henrik Gerster í 1987 kom til Hoyvíkar

Mynd frá 1987/88. Henrik skýtur brotskast, meðan Sámal Hansen og Kári Mortensen eygleiða. (Mynd Vagnur)

Syrgilig tíðindi at hoyra mánamorgunin, at Henrik Gerster brádliga var deyður bert 52 ára gamal. Ikki nógvir dagar síðani, at Henrik var í Hoyvíkshøllini, tá stór mannfjøld hátíðarhildu, at H71 hevði vunnið meistaraheitið. Stórhending í føroyskum hondbólti, tá tað eydnaðist H71 fáa Henrik Gerster til Føroya í 1987 at spæla við besta liðnum. Henrik Gerster er besti álopsspælarin, og spælarin, sum hevur skotið harðast í føroysku kappingini nakrantíð. Havi ringt til Ásvald Simonsen, sum býr í Danmark, og spurt hann, hvussu tað eydnaðist honum at fáa Henrik til Føroya, tí boð vóru jú nógvastaðni eftir stórskjúttanum. Og Ásvald sigur soleiðis, tá hann fyri tretivu árum síðani fekk Henrik Gerster til Føroya.

Mynd frá 1987. Henrik júst komin til Føroya. Her saman við Gunnari Djurhuus formanni í H71. (Mynd Vagnur)

– H71 hevði hampuliga gott lið til kappingarárið 1987/88, men skuldi liðið koma longur upp á stigatalvuna og serliga bjóða Kyndli og VÍF av í toppinum, so mátti útvegast góður vinstrahentur spælari á høgra bakki. Gunnur Djurhuus var tá formaður í H71, og hann bað meg royna at finna henda spælaran.

– Eg kom í samband við mann úr Svendborg, sum hevði vant kvinnurnar úr Svendborg, sum tá vóru í toppinum í donsku kappingini. Maðurin æt Kjell, men eg minnist ikki eftirnavnið. Bað hann hjálpa mær at finna spælaran, og longu tríggjar dagar seinni vendi hann aftur og nevndi Henrik Gerster, sigur Ásvald og heldur fram.

Mynd frá 1987/88. Standandi frá høgru: Henrik Gerster, Gunnar Djurhuus, Sámal Hansen, Kim Mikkelsen, Olaf Vesturgarð og Brian Mikkelsen. Fremst frá vinstru: Jákup Símun Simonsen, Gunnar Mohr, Bogi Henriksen, Hákun Djurhuus, Erland Jensen og Høgni Hoydal. (Mynd Vagnur)

– Henrik hevði spælt við besta liðnum hjá Svendborg, men var farin í Holte, sum var frammi í oddinum í bestu deildini. Men Henrik treivst ikki væl og var ávegis aftur í Svendborg. Vit fingu í lag samband við Henrik, og hann hevði einki ímóti at royna okkurt nýtt á ungu hondbóltsleiðini og vildi koma til Føroya, sjálvt um fleiri aðrir góðir møguleikar vóru í Danmark.

– Lønarlagið í donskum hondbólti var tá ikki tað sama sum í dag, og í 2017 hevði verið vónleyst at fingið ein so góðan spælara til Føroya. Hann hevði kostað alt ov nógv. Henrik var ikki so dýrur at fáa til Føroya, sigur Ásvald at enda.

Tey ungu minnist bara Henrik Gerster sum hondbóltsvenjara, har hann virkaði bæði í H71, VÍF, Stjørnuni og Kyndli. Hann var eisini eitt skifti landsliðsvenjari. Sjálvur minnist eg heilt væl Henrik, tá hann kom til Føroya og mest sum kollvelti føroysku kappingina. Hann var stórur, sterkur, legði nógv fyri og skeyt nógv harðast í kappingini. Minnist, hvussu nógv mál H71 fekk, tá stillað varð upp til 3-m kast. Henrik leyp høgt, og mangan langaði hann 3-m kastið í málið. Seinni kom eg eisini at práta við hann um hondbólt, og seinast eg visti, arbeiddi hann hjá Demich og var partaeigari í fyritøkuni. Nú var hann so farin til Danmarkar at venja menninar í Odder håndbold.

Henrik Gerster vann fimm meistaraheiti og seks steypafinalur við GOG á Fjóni.

Kappingarárið 1987/88 var skipað soleiðis, at fýra tey bestu liðini fóru í eitt enda spæl, har besta liðið fekk fýra stig, næsta trý stig, triðja tvey stig og nummar fýra eitt við sær í endaspælið. So var spælt dupultkapping um meistaraheitið. H71 gjørdist nummar fýra í grundspælinum og hevði eitt stig við sær í endaspælið. Og tað var um reppið, at H71 vann meistaraheitið hetta árið, sum Kyndil vann. Kann nevna, at H71 vann báðar dystirnar á Kyndli í endaspælinum, men snávaði í einum dysti í Vestmanna. H71 vann bronsumerkini.

Fólk streymaðu í hallirnar at síggja dystirnar, og eisni at síggja henda stóra danska stórskjútta. Henrik Gerster var í fyrsta umfarið bara tað eina árið í Føroyum, tí boð vóru eftir honum í GOG á Fjóni, har hann gjørdist stórspælari og skjútti. Hann vann fimm meistaraheiti og seks steypafinalur og spældi fleiri enn fimmhundrað dystir í bestu deildini.

Henrik virkaði sum venjari í H71, VÍF, Stjørnuni og Kyndli. Hann var eisini landsliðsvenjari eitt skifti.

Eg havi eisini tosað við Jákup Símun Simonsen, sum spældi saman við Henrik Gerster kappingarárið 1987/88. Tað var ein keddur Jákup Símun, sum eg hevði í telefonini mánakvøldið. Og hann segði millum annað: – Hugsa tær, at eftir at meistaraheitið varð vunnið á VÍF í Hoyvíkshøllini, og klokkan nærkaðust midnátt, ætlaðu Høgni Hoydal og eg til húsa, tí nú vóru vit troyttir av langa hondbóltsdegnum.

– Komnir út í tún, steðgar bilur, og út kemur Henrik Gerster, sum vildi ynskja H71 til lukku við meistaraheitinum. Hann fekk okkum at venda við, so vit í høllina aftur. Kann til stuttleika nevna, at Jens á Skipagøtu hevði lagt tog á gólvið, tú nú skuldi fjøldin síggja togtogan millum ungu H71 spælararnar og spælarar frá 1987. Við endan á tognum hjá teimum eldru stóðu bulmiklu menninir Henrik Gerster og Sámal Hansen. Teir eldru vunnu togtoganina. Alt hetta eru bara góð minni, tí nú er Henrik Gerster farin. Syrgiligt, sigur Jákup Símun í stuttari viðmerking.

Henrik Gerster kom aftur til H71 í 2003 sum spælandi venjari og var har í nøkur ár. Síðani gjørdist hann venjari, sum omanfyri sagt. Nú vóru so boð eftir honum at venja Odder hondbóltsfelag, og sáttmálin var skrivaður, og fyrireikingar byrjaðar til kappingarárið. Men lagnan vildi tað øðrvísi. Hann doyði brádliga av hjartatilburði bert 52 ára gamal. Syrgiligt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply