Monthly Archives: mai 2017

Úr myndasavninum – Nógv eru góðu minnini í Sverrisgøtu 13

Eg havi nógv at takka Ebbu og Niels fyri í Sverrisgøtu 13. Hevði serligt trygdarnet í Ebbu, sum stóð mær ógvuliga nær í 1960-árunum. (Mynd Havnin – fólk og yrki.)

Húsini nærmast vinstrumegin á myndini omanfyri hava serligt pláss á míni lívsleið. Vit skulu aftur fyrst í 1960 – árini, tá Niels og Ebba Mortensen við familju búðu í húsunum. Tá var meira friðarligt í Sverrigøtu enn í dag, tí bilarnir vóru ikki nógvir. Tó so, tá var Sverrisgøta høvuðsfarleiðin millum vestur- og eysturbýin, og bilarnir kundu koyra báðar vegir. Mamma og Ebba vóru vinkonur, og tí kom eg nógv í húsini hjá Ebbu og Niels bæði, tá tey búðu við Dalavegin, Tróndargøtu og í Sverrisgøtu 13. Niels byrjaði heilsølu í 1952, og í 1953 flytir hann oman í bygningin hjá Lamba Jóannesi á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta. Tá læt hann eisini upp matvøruhandil. Í 1960 gavst Niels við handlinum, og tá fór konan Ebba Mortensen í staðin at handla við tóvørum. Ebba seldi tógv í norðarapartinum, og matstóvan IRIS. sum Olivia Knudsen rak, helt til í sunnara partinum. Minnist eisini, at S.H.J radiohandil og blómuhandil eitt skifti helt til í húsunum. Seinni fór sonurin Hans at selja gardinur, barnaglaðir og annað í hølunum. Men aftur til nógvu og góðu minnini í Sverrisgøtu. Les meira…

Norðoyastevnuróðrarnir vóru avgreiddir til “ug”

8-mannafarsróðurin var mest spennandi róðurin á norðoyastevnu. Her fer Argjabáturin fyrstur um málið, síðani Tofta Regin og Árnfirðingur. (Mynd Hvannrók)

Nógv er ikki at leggja aftrat fyrstu FM-róðrunum í Klaksvík, eftir at norðoyastevnuróðrarnir vóru væl úr hondum greddir. Alt gekk bæði skjótt og væl, og róðrarlíkindini vóru góð. Myndirnar frá Krinvarpinum vóru góðar, tó eitt sindur av tekniskum trupulleikum eina løtu, sum slett ikki biltu. Eisini frálíkt at síggja, at áskoðarar á bryggjuni kundu fylgja róðrunum á stórskíggja. Eg hevði gjørt mær nakrar metingar fyri fyrsta skotið, og tað gekk á leið, sum eg hevði roknað við. Tó við fáum undantøkum. Les meira…

Hugleiðingar um aldursmark í barna-dreingja-og genturóðrum

Gentur rógva barnaróður í MIðvági fyri nøkrum árum síðani. Heilt stórur munur. (Mynd Drekin.fo)

Sum eg eri fegin at síggja stóra talið á ungdómsmanningum, sum rógva leygardagin á norðoyastevnu. Hetta boðar frá góðum. Eisini áhugvart kjak er frammi á róðrarkjaki, nú dreingjamanningarnar eru sekstan í tali og mugu rógva í tveimum riðlum og síðani finaluróður. Rokni ikki við, at dreingirnir taka skaða av finaluróðri, men her fer nakað grunnleggjandi fram í  kappróðrinum, tí tú kanst ivast í, hví summar dreingjamanningar skulu rógva tvær ferðir túsund metrar í summar, meðan tildømis 10-mannaførini rógva einaferð túsund metrar. Fari niðanfyri at nema við ymist innan kappróður, millum annað aldursmark, og hvussu vit fáa ungdómin at hanga við, og at ungi rógvarin fær góð upplivilsi á stevunum. Les meira…

24 manningar róðu í fjør barnaróður á norðoyastevnu

Ellivu barnamanningar við dreingjum róðu í fjør barnaróður á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Leygardagin er norðoyastevna og fyrstu FM-róðrar. Altíð áhugavert og spennandi at síggja, hvussu stórt bátatalið er fyrstu FM-róðrarnar. Vit vita mestsum longu nú, hvussu nógvar manningar rógva við stóru bátastøddunum, men hvussu við dreingja-og gentumanningum og serliga barnamanningum. Ein leiðari í Sandavági segði mær einaferð, at veðrið um várið ger av, hvussu nógvar barnamanningar møta upp á norðoyastevnu. Í 2016 var várveðrið frálíkt til barnaróður, og á norðoyastevnu í fjør róðu 24 barnamanningar, sum er met á norðoyastevnu. Trettan dreingjamanningar og ellivu gentumanningar. Í apríl og mai mánað higartil í ár hava vit havt eystan og landsynning í ættina við fitt av vindi, sum hava gjørt, at nógvastaðni kring landið, hevur verið torført at flotað bátarnar. Tí eri eg spentur, hvussu nógvar barnamanningar rógva á norðoyastevnu. Vit skulu eisini minnast til, at rógvarar gerast ov gamlir til barnaróður og flyta upp, og nú kunnu ellivu ára gomul eisini rógva barnaróður. Annars kunnu vit fegnast um, at serliga nógvir dreingjabátar rógva á norðoyastevnu. Spennandi at frætta í vikuni, hvørjar manningar rógva leygardagin í Klaksvík. (Vagnur)

Tá ið ein av okkara egnu varð fongslaður í Tinganesi

jkkjkjkj
Húsini úti í Havn eru einki broytt, síðani hendingina í 60-árunum. Fongulsklivarnir vóru á loftinum. (Mynd Vagnur)

Hvørja ferð eg spáki eftir Müllersbrúgv út í Tinganes, kemur mær til hugs serlig hending, sum skelkaði okkum ungu við Landavegin miðskeiðis í 1960-árunum. Vit hoyrdu í útvarpinum, at menn høvdu brotið inn í fyritøku og vóru farnir avstað við pengaskápinum. Pengaskápið høvdu teir goymt á botni, men vakin argjamaður sá í kikara menninar fara eftir pengaskápinum í báti. Menninir vórðu tiknir av løgregluni og varðhaldsfongslaðir. Tveir av monnunum vóru í 20-árunum, meðan unglingin var ikki fyltur átjan ár. Les meira…

Nakrar gitingar um fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu

Hvessingur avmyndaður í Vestmanna sunnudagin. Teir sýnast at vera heilt væl fyri. (Mynd Hvannrók)

Seinastu ódnartøkini vóru sunnudagin í Vestmanna, og nú havi vit fingið nakrar ábendingar, hvussu fer at gangast leygardagin á norðoyastevnu. Tó eru ódnartøkini bara lítið grundlag at gita útfrá, tí fleiri manningar hava ikki róð ódnartøk. Niðanfyri giti eg eitt sindur, hvat vit kunnu roknað við á norðoyastevnu komandi. Men fyrst ein túr til Suðuroyar, tí har stendur hampuliga væl til serliga við yngru manningunum bæði á Tvøroyri og í Vági. Les meira…

Ælabogin og ein skínandi miðnámsskúli í vesturbýnum

Vónandi fáa vit tríggjar góðar skúlar í vesturbýnum, men hvussu við ferðsluni har á leiðini. (Mynd Vagnur)

Ein sólskinsdag í vetur tók eg myndina omanfyri. Tankarnir leitaðu trý/fýra ár aftur í tíðina, tá sagt var í fjølmiðlunum, at hesin stóri skúli kom at kosta 350 milliónir krónur. Tvey ár seinni var talið rættað til 450 milliónir krónur, og seinastu tølini siga 636 milliónir krónur. Hetta sigur mær, at tá skúlin er klárur at taka í nýtslu, er endaliga talið farið upp um 700 milliónir krónur. Meirkostnaðurin kundi fíggjað bæði tunlarnar Norður um Fjall og Hvalbiartunnilin. Kom eisini at hugsa um fyrrverandi landsstýrismann í mentamálum, sum segði í fjølmiðlunum, at tíðarætlanin fór at halda, ja, eisini fríggjarligaætlanin. Síðani gjørdi roknivilla á tekniborðinum, at stórur betongveggur mátti takast niður aftur, tí hann var ov veikur, og at arbeiðið tí var seinkað tríggjar mánaðir. Men alt hetta passaði jú ikki. Vónandi gerast fólk fegin um Glasir, tá skúlin kann takast í nýtslu í august mánað 2018. Um tíðarætlanin hesuferð sjálvandi heldur. Hvussu við stóru ferðsluni har á leiðini, tá næmingar og lærarir eru farinir til arbeiðis í trimum stórum skúlum. Glasir, Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin koma at rúma millum 3000 og 4000 næmingum og lærarum. Havi ikki sæð Tórshavnar kommunu sagt okkum, hvat skal henda við ferðsluni har á leiðini, tí har eru longu nakrir ferðuknútar, sum mugu loysast. (Vagnur)

Veðurgudarnir eru í løtuni ikki blíðir við kappróðurin

Ì dag er ikki hugsingur um at fara við kappróðrarbáti úr støðni á Argjum og í Nólsoyarfjørð. (Mynd Vagnur)

Nógv ár mugu vera síðani, at so fáir bátar eru á síggja í Nólsoyarfirði, sum higartil í summar. Orsøkin er ógvuliga einfald, tí róðrarlíkindini hava verið alt annað enn góð í fleiri vikur hjá róðrarfeløgunum í Havn og á Argjum. Hann hevur verið eystan og landsynningur í ættini í rúma tíð, tó við nøkrum glottum, og serliga smærru bátarnir hava havt trupulleikar at sleppa úr støðni á Argjum og Álakeri. Bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri hava tað lættari, tí bátarnir standa í pakkhúsi við Müllersbrúgv.  Les meira…

Í Hoydølum var settur minnissteinur á 100 ára føðingardegnum hjá Karsteni Hoydal

Vakri minnissteinurin stendur við fyrrverandi Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum. (Mynd Vagnur)

Herfyri spákaði eg í Hoydølum, og har sá eg vakran minnisstein, sum er settur við ein av gomlu bygningunum, sum áður var Bróstsjúkrahúsið. Umstøður hjá Karsteni Hoydal uppvakstrarárini vóru øðrvísi enn hjá børnum flest. Pápi hansara var umsjónarmaður á Bróstsjúkrahúsinum, og Karsten kom tí at liva tætt at sjúku og deyða hesi fyrstu viðkvomu árini. “Eg livdi tætt upp at sjúkum fólki, og hesar morgnarnar, tá ið pápi einsamallur fór við rossavagni oman til Havnar við líki, sum skuldi førast út á bygd, bóru eitt sovorðið myrkur og illveður inn í meg, at eg øtaðist og mátti verja meg á onkun hátt”, skrivar Karsten. Niðast kanst tú lesa frálíku yrkingina Barnið, bergið og bómurnar hjá skaldinum Karsteni Hoydal, yrkingin, sum eg mangan nýtti til próvtøku í føroyskum í framhaldsdeildini. Yrkingin setti okkurt í gongd í huganum hjá næmingunum. Nógv varð tosað, og tankarnir sveimaðu, tá ið vit fyrireikaðu okkum til próvtøku í føroyskum. Les meira…

Havnarútbyggingin suður úr Molanum givið sandinum í Sandagerði nýtt sjáldsamt skap

Ikki havi eg áður sæð sandin í Sandagerð takið seg út, sum á myndini. (Mynd Vagnur)

Hitti ein dagin mann í Vestaru bryggju, sum bað meg fara út í Sandagerð at hyggja at sandinum har. sum hevði fingið serligt skap, sum hann ongantíð hevur sæð áður. Orsøkin er havnarútbyggingin suður úr Molanum. Eg spurdi mannin, hvussu hetta hekk saman, og so hann at greiða mær frá: – Hann hevur verið eystan og landsynningur í ættini í rúma tíð, og tá havaldan kemur inn í millum Stong og Eystnes og nærkast grótinum, sum higartil er slept á botn suður úr Molanum, so lyftir aldan seg upp sum ein tsunami, meira ferð kemur á alduna, sum nú er hægri enn vanligt og fer buldrandi inn í Sandagerð. Tí sær sandurin í Sandagerð út, sum hann ger í løtuni, segði maðurin. Les meira…