Kyndilskvinnur stevna beint ímóti meistaraheitinum

Anna Brimnes er “lykilin”, um Kyndil skal vinna meistaraheitið vikuskiftið komandi. Hon hevur ongantíð verið betri enn júst nú. Hon skeyt níggju mál mikukvøldið. (Mynd Álvur)

Skal eg seta nøkur fá orð á FM-finaludystin millum Neistan og Kyndil mikukvøldið, so er stutt at siga: Kyndilskvinnur vildu meira vinna dystin, tær vóru meira uppsettar frá fyrsta bríksli, og kyndilskvinnur sýnast í miðal at vera í nógv betri venjing enn neistakvinnur. Tá so berandi kreftirnar á neistaliðnum Fríða, Bára og Marjun ikki standa mát sum áður, og Anna Brimnes og Turið Arge skjóta ávikavist níggju og átta mál, ja, so vinnur Kyndil uppibornan sigur. Haldi eisini, at Kyndilsliðið mikukvøldið var betri fyri taktiskt, so alt talar fyri, at kyndilskvinnur vikuskiftið komandi vinna sjeynda meistaraheitið í søgu felagsins.

Tú kanst lesa nógv og meta um støðuna at lesa kropsmálið hjá einstaka spælaranum. Longu í upphitingini sást, at kyndilskvinnur vóru meira “aggressivar” í rørslunum, og hetta sást eisini fyrst í dystinum, tá  kyndilskvinnur løgdu hart út komu á odda 5-0 eftir sjey minuttir. Tá var dagsordanin settur júst sum í steypafinaluni. Kyndilskvinnur sýntust at hava meira yvirskot frá byrjan, men tó skal sigast, at neistakvinnur megnaðu at koma afturíaftur og komu eisini framum 9-8. Tá var málturkur í kyndilsleguni lítið korter, men góða løtan hjá neistakvinnum skuldi gerast stokkut.

Dysturin var avgjørdur fyrst í seinna hálvleiki, tá kyndilskvinnur settu seg á dystin, har stríðsandin hjá neistakvinnum dalaði, har tú eisini sást, at tær trúðu ikki uppá, at tær fóru at vinna dystin. Kyndilskvinnur spældu aftur við meira ferð enn neistakvinnur, og tá Marjun Danberg ikki sýntist at orka at halda tørn, sum hon vanliga plagar, og at Fríða í neistamálinum ikki stendur eins væl sum undanfarin ár, so verður torført hjá neistakvinnum at endurvinna meistaraheitið. Eg haldi, at bara Birita Ingolfsdóttir og Ása á Neystabø og fyri ein part eisini Eir Berg kunnu vera nøgdar við avrikið mikukvøldið, og Brynja Høj var góð í verjuni. Avrikið hjá hinum neistakvinnum var undir miðal.

Dómaraseðilin sigur eisini alt, hví Kyndilskvinnur vinna dystin. Neistin hevur mest sum altíð hildið Turið Arge og Annu Brimnes niðri á fáum málum, men hetta eydnaðist ikki í steypafinaluni og heldur ikki mikukvøldið. Her haldi eg, at verjutaktikkurin hjá neistakvinnum fer niður ímóti nulpunktinum. Skulu neistakvinnur fáa bilbukt við kyndilskvinnum leygardagin, so má farast til verka í verjuni sum í seinasta landskappingardysti, tá Anna skeyt fimm mál og Turið eitt mál, og neistakvinnur vunnu tryggan sigur. Sleppa Anna og Turið at “spæla sær” so lætt sum mikukvøldið, vinnur Kyndil meistaraheitið uttan ein triðja dyst. So einfalt er tað.

Ætlaði eg ikki at nevna nakað um dømingina, tí talan er um frægastu dómarar í landinum. Eg fylgi væl við donskum kvinnuhondbólti, og teir føroysku stroymaðu kvinnudystirnar, sum eg havi sæð í hesum kappingarárinum, er serliga ein høvuðsmunur á donskum og føroyskum dómarum. Føroyskir dómarar síggja í fleiri førum millum fingrarnar grovar eftirtaklingar. Soleiðis vóru eisini nøkur fá dømi um mikukvøldið. Haldi, at ávísir spælarar fáa alt ov langan snór í verjuspælinum frá dómarunum. Talan er jú mangan um vandamikið spæl, sum ikki hoyrir heima í spælinum. (Vagnur)

Kyndil – Neistin 26-22 (12-10) Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam

Málskjúttar Kyndils: Anna Brimnes 9, Turið Arge 8, Bára K. Hansen 3, Birita Mortansdóttir 2, Guðrun Restorff 2, Asleyg Súnadóttir 1 og Súna K. Hansen 1

Málskjúttar Neistans: Ása á Neystabø 5, Birita Ingolfsdóttir 5, Eir Berg 4, Marjun Danberg 4, Liljan Mohr 2, Bára Hansen 1 og Brynja Høj 1

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply