Richard Long var fittur, róligur og góður lærari, sigur Solveig

4.millum í 1938: Aftast f.v: Karin Wellejus, Margit Lava Hansen, Guðrun Djurhuus, Lisa Eystberg, Guðlaug Helmsdal og Solveig Lava Hansen. Aftara miðraðið f.v: Ásla Hansen, Esther Rein, Leivur Andresen, Aksel Juul, Evald Fuglø, Hans Hansen, Árni Olsen og Erik Juul. Fremra miðraðið frá vinstru: Minna Michelsen, Mary Wikkelsøe, Ingrid Joensen, Solveig Joensen, Poul Sørensen og Richard Long, lærari. Fremst frá vinstru: Bassi Haraldsen, Trygvi Árting, Petur Christiansen, Sverri Trónd Hansen, Petur F. Chrisistansen og William Sloan. (Myndin er úr myndagoymlsuni hjá Gunhild systkinabarn pápa mín)

23. januar 2014 legði eg út á heimasíðuna grein um tá 90 ára gomlu neista-og handilskvinnuna Solveig Dam, sum er dóttir Jóan Jakku og Poulinu Joensen, sum høvdu skóbúð í Vágsbotni. Jóan Jakku var av Viðareiði, og Poulina var úr Havn. í gjár var aftur í heiminum hjá Solveig í Blákollugøtu, sum er síðugøta til Villingardalsvegin. Nú vóru ørindini míni at fáa Solveig at seta nøvn á næmingarnar á mynd frá 1938 av 4.millumflokki í Realskúlanum í Havn. Floksmyndin hevur áður verið á Gamlar havnarmyndir, men ongantíð við øllum nøvnunum. Blíða og fyrikomandi eldri konan, sum fyllir 94 ár í næsta mánað, var sum altíð í góðum lag og var longu tilreiðar at siga mær øll nøvnini á myndini , tí hon eigur sjálv eintak av myndini.

Myndina av Solveig tók eg í januar mánað 2014.

Áðrenn vit komu til myndina, spurdi eg Solveig, hvussu heilsan var, og smílandi svaraði hon. – Eyguni eru farin at bila, og tað ringast er, at eg síggi ikki nótarnar longur, tá eg seti meg við klavarið. Her nyttar einki at gera nótarnar størri við tóli, sum eg geri, tá eg leggi tekst á tólið til vanligan tekst og myndir. Hoyrnin kundi eisini verið betri, men annars havi eg tað gott, sigur Solveig. Systir pápa mín Minna og Solveig vóru ungdómsvinkonur. Minna uppvakstin í Tórsgøtu, og Solveig í Tróndargøtu.

Minna fekk tuberklar sum tjúgu ára gomul og eftir langa sjúkralegu doyði hon 28 ára gomul. Eg bað Solveig seta nøkur orð á Minnu sum persón og vinkona. – Minna var lívsglað gentu og altíð í góðum lag. Vit eru uppvaksnar sama í sama grannalagi, og vit vóru heilt nógv saman øll ungdómsárini bæði í skúlanum og í frítíðini. Minna hevði góða rødd og dugdi væl at syngja, sigur Solveig.

Vit fara úr gongini og inn í rúmið, har serligt tól stendur á borði, sum kann vaksa um myndir og tekst. Solveig leggur myndina á tólið, og so at at seta vit nøvn á skúlafelagarnar hjá Solveig. Áhugavert at hoyra Solveig greiða frá næmingunum á myndini, og vit kundu skrivað fleiri greinarstubbar um ymsu næmingarnar og læraran. Millum annað segði Solveig mær, at á myndini eru tveir brøður Erik og Aksel Juul. Teir vóru synir apotekaran Johannes Aage Juul, sum var dani og hevði apotek í Havn frá 1934 til 1949, tá tað almenna yvirtók apotekið, og Dávur Magnusssen varð settur apotekari.

Fýra fegnar vinkonur í havnargøtum. Frá vinstru Jenny Fossá gift Eivindi Fossá, Lisa Eystberg gift Steingrími Mikkelsen, Minna Dahl Michelsen doyði 28 ára gomul og Solveig Dam gift Jóan Peturi Dam úr Húsavík. (Myndin er úr myndagomsluni hjá Gunhild systkinabarn pápa mín)

Nøkur góð orð fullu eisini um læraran Richard Long. – Ein frálíkur, róligur og fittur lærari, sum vit øll høvdu stóra virðing fyri. Annars løgið at síggja pápasystrina Minnu doypt Poulina á myndini. Hon var fødd 10. juni 1923 og doyði av tuberklum 7. juni 1952. bert 28 ára gomul. Pápi okkara tosaði mangan um systrina og um tíðina, tá hon lá á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum í styttri og longri tíðarskeið, tí hon var jú sjúk í eini átta ár, áðrenn hon mátti lúta fyri sjúkuni. Nógvar næmingar á myndini bæði kendi og minnist eg. Góð floksmynd frá 1938. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply