Úr myndasavninum – Endiliga funnu vit ungdómsmynd av Amandu ommu

Amanda omma er gentan fremst uttast til høgru. Vakrar vælklæddar ungar gentur fyrst í 1900-talinum.

Tá eg minnist aftur á ommu mína Amandu Dahl Michelsen, fødd Poulsen, síggi eg bara fyri mær eina mynd av eldri konu, sum hevði mist førleikan. Omma var fødd 23. oktober 1886 og doyði 23. desember í 1960. Tá var eg ellivu ára gamal. Sum 48 ára gomul fekk omma heilabløðing og lá uttan vit í fimm dagar. Tá hon vaknaði aftur, hevði hon mist førleikan. Hon gekk illa og hevði torført við at tosa. Nú eru vit so heppin, at ungdómsmyndir av ommu eru komnar undan kavi, sum Gunhild, eitt systkinabarn pápa okkara í Danmark lá inni við. Myndin omanfyri er ein av nógvum. Amanda omma er á myndini..

Myndin omanfyri er uttan iva tikið í 1901, tá omma var konfirmerað. Men hví eru bara fimm ungar gentur á myndini, tí í bókini Havnin – fólk og yrki eru nøvnini á gentunum, sum vóru konfirmeraðar 14. apríl 2001. Mynd er av dreingjunum men ikki av gentunum. 21 gentur vóru konfirmeraðar í Havnar kirkju henda dagin.

Alt er ikki lætt at fáa skil á, tí eingin er at spyrja. Men eitt kort fylgdi við myndini omanfyri, og har stendur, at Amanda omma situr fremst uttast til høgru. Undir liðini á henni situr Julianna rópt Ulla, einki navn á gentuni uttast til vinstru. Gentan nummar tvey frá vinstru aftast eitur Bina og gentan uttast til høgru eitur Marsanna. Einki navn á hinum báðum gentunum. Tað løgna er, at bara Amanda omma av teimum fýra nøvnunum var konfirmerað 14. apríl í 1901. So ivasamt er, at myndin er konfirmatiónsmynd.

Annars er áhugavert at síggja myndir av konfirmantum í bókini Havnin – fólk og yrki. Konfirmantarnir fyrst í 1900-talinum vóru øll í svørtum klæðum. Dreingirnir í klædningi og genturnar í vøkrum svørtum kjólum. Seinni síggja vit í 1910,1920 og 1930 árunum, at fleiri gentur eru í hvítum kjóla, og fara vit til konfirmantarnar í dag, so eru allar gentur í hvítu kjóla og dreingirnir í hvítari skjúrtu. Kanska onkur veit okkurt at siga um hinar genturnar á myndini.

Sum uppískoyti kann nevnast, at Amanda var gift Hans Jakku í Dalólastovu føddur 17. februar 1878 og doyði 27. februar 1943. Tí verri havi sá eg ikki abba mín, tí eg eri føddur í 1949. Mamma Amandu ommu var rópt Húsa Poulina, og beiggi Amandu æt Jens Poulsen (1880-1952). Tað var Jens, sum í 1918 yvirtók smiðjuna í Lítluvík eftir Smed Jensen. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply