Vit eiga at broyta endaspælið í bestu kvinnuhondbóltsdeild

VÍF liðið er í løtuni eitt betri lið, enn tað var seinasta heyst.

Tá eg mikukvøldið så kvinnudyst í sjónvarpi millum donsku kvinnuliðini Viborg og Odense Håndbold, kom eg í tankar um, at vit áttu at broytt endaspælið í bestu kvinnudeild, ja, kanska eisini í bestu mansdeild. Broytingin fer at broyta áhugan hjá kvinnunum at spæla hondbólt, landskappingin gerst meira spennandi, og vit varðveita spenningin longst møguligt. Serliga kvinnudeildin í Føroyum er viðbrekin, tí nógvar kvinnur vera við barn í kappingarárinum, og breiddin er lítil og stendur og fellur við heilt fáum spælarum. Tá so skaðar eisini minka um spælarahópin, so fánar mangan landskappingin burtur í einki seinna hálvár. í nógvar mánaðir bíða vit eftir FM-finaludystunum, og fleiri av dystin seinna hálvár hava lítið og einki at siga, tí eingir dystir eru um niðurflyting og FM-finaluliðini longu funnin.

Vit skuldu broyta endaspælið og taka danska leistin til Føroya: Spælt verður fyrst eitt grundspæl tveir dystir hvør ímóti øðrum. Tvey tey ovastu liðini vinna sær beinleiðis pláss í hálvfinalunum. Hini fýra liðini spæla fjórðingsfinaludystir til tess at koma í hálvfinaluna, har lið nummar trý í grundspælinum velir sær lið at spæla ímóti, meðan hini bæði liðini spæla hvør ímóti øðrum til tess at vinnar sær pláss í hálvfinlunum. Spælt verður best av tveimum dystum. Vinna liðini hvør sín dyst so ein triði dystur.

Hyggja vit í løtuni við positivum brillum í landskappingina hjá kvinnum, so viknaðu liðini VB, VÍF og StÍF heilt nógv, tí lyklaspælarar vóru við barn. Tá so lið missa spælarar vegna skaða, so gerst ógvuliga torført hjá hesum liðum at fóta sær í kappingini. Hvat so við Kyndli og Neistanum. Hesi standa eisini og falla við fáum lyklaspælarum. Siga vit, at Kyndil knappliga missir Annu Brimnes og Turið Arge og kanska málverjan, so viknar liðið 40%. Missa neistakvinnur Marjun Danberg og kanska Fríðu Petersen í málinum og ein útispælara aftrat, so viknar liðið kanska 30%.

Fara vit aftur til donsku kappingina, so er gongdin júst hin sama sum í Føroyum. Team Esbjerg gjørdist meistari í 2016, men náddi ikki endaspælið í ár. Stóra stjørnan Polman var við barn, og tað sama vinstri vongur Susanne Forlund og málverjin Maria Staun. Tá so høvuðsspælarin í miðverjuni og linjuspælarin Rikke Zachariassen bleiv skadd, so hoknaði liðið og var ikki millum sekst tey bestu liðini. Fara vit til Viborg, so lá liðið nummar eitt fyri jól, men so mistu tær landsliðsmálverjan Rikke Poulsen, sum var við barn. Tá so góði miðspælarin Line Uno Jensen bleiv skadd, bar ikki til longur. Liðið kemur uttan iva ikki í hálvfinaluna

Vit minnast eisini VIF liðið seinasta kappingarár, har liðið mist seks spælarar, sum antin vóru við barn ella langtíðarskaddir. Tí sigi eg, at vit skulu leingja spenningin í bestu kvinnudeild, so tað er stuttligt og áhugavert at spæla líka til FM-finalurnar. Liðini kunnu broytast nógv frá kappingarbyrjan um heystið til um várið árið eftir.

Tá talan er um mansliðini, so er í vetur spenningur um at koma í FM-finalurnar, men vit áttu at gjørt tað soleiðis, at øll liðini fingu ein møguleika aftrat um várið at náa FM-finalurnar. So sluppu vit undan einkisigandi dystum, og vit varðveitttu spæligleðina og spenningin í kappingini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply