Monthly Archives: apríl 2017

Úr myndasavninum – Góð saltfiskaminni á Vestaru bryggju

Havnartrolarin Fiskanes landar til Bacalao. Nógvar hendur til arbeiðis, og brúk var eisini fyri ungdómum at landa trolaran. Í lastini var allur fiskur tikin upp við hond, og elspøl vóru brúkt at hiva kurvarnar úr lastini. (Mynd Lossingarmenn í Havn)

Vit ungu í 1960-árunum høvdu ikki trupulleikar at forvinna okkum nakrar krónur í summarfrítíðini. Boð vóru mangan eftir okkum, og tað ráddi jú um at útvega sær pening at brúka á ólavsøku. Nógvar hendur vóru til arbeiðis, tá trolarar landaðu saltfisk á Vestaru bryggju, tí mest sum alt arbeiðið var gjørt við handamegin. Saltfiskurin skuldi takast upp við hond í lastini og fyllast í kurvar fyri síðani at hivast upp á bryggjuna. Haldi meg ikki hava arbeitt í lastini, men vit koyrdu vognarnar, sum vit síggja á myndini. Á hvørjum vogni stóðu tríggjar kurvar. Havi magan hugsað, at hetta kundi vera lønandi vinna hjá Bacalao, tí heilt nógv fólk vóru til arbeiðis, og harvið nógvar vikulønir gjaldast landarum. Minnist eisini allar kvinnurnar, sum vaskaðu saltfiskin at gera kláran at turka í serligu turkirúmum á næstu hædd. Vit ungu vóru dagliga niðri á Vesturu bryggju, tí har var altíð so nógv spennandi at síggja. Nógv virksemi. Onkuntíð lossaðu vit eisini tunnustavar til tunnivirkið oftast úr skipinum Hólmi. Tunnuvirkið helt til í Saltsøluni. Vit fylgdu eisini við, hvussu nógv ymsu trolararnir fiskaðu, og Fiskanes fiskaði væl. Síggi fyri mær Hans Paula Johannessen skipara og seinni stjóra á Saltsøluni ganga á bryggjuni. Hans Pauli hoyrdist, har hann var. Vart tú fjúrtan/fimtan ára gamal, fekst tú hálva arbeiðsmannaløn. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Tá Sundabáturin brotnaði í óndnarveðri í 2008

Tríggir bátar brotnaðu í ódnini í 2008.
Tríggir bátar brotnaðu í ódnini í 2008.

Ódnarveðrið í 2008 gjørdist kostnaðarmikið fyri Norðdepils-Hvannsunds Róðrarfelag, tí 10-mannafarið Norðingur og gamla 5-mannafarið Ritan fóru í knús og kundu ikki umvælast. Nýggi Sundabáturin, sum ikki var spoytaður, var eisini so mikið illa farin, at ikki var vist, um báturin gjørdist aftur. Greinina skrivaði eg á heimasíðuni www.drekin.fo í 2008.   Les meira…

Havi altíð trivist heilt væl við sjóvarmálan og millum róðrarfólk

Í meira enn hálvthundrað ár havi eg verið knýttur at hondbóltinum. Spælt sjálvur, vant lið, verið formaður í felag og i hallarnevnd, og havi útvegað stórar upphæddir til felagsskapin. Nógv eru góðu hondbóltsminnini. Eitt er hondbóltur, annað er kappróður, sum situr ógvuliga djúpt í sálargongini. Plagi at siga, at eg trívist allar best niðri við sjóvarmálan og millum róðrarfólk. Tí haldi eg fram at geva mítt íkast til kappróður. Gleði meg hvørt ár til róðrarárið, og serliga hevur mín áhugi verið hvørt vár, hvørjir bátar eru við í kappingini. Eg gleðist, tá eg hoyri, at tað eydnast at manna nógvar bátar kring landið, og alt talar fyri, at nógvar manningar eru við í summar. Uttan eldsálir ber ikki til, og hesi orð eru bara á vísa á, hvussu stórt arbeiði er at fyrireika eitt ódnartak, sum tað flaggdagin. Les meira…

Væl fyriskipað “køld” ódnartøk flaggdagin á Vestaruvág

Hugaligt á Vestaru bryggju flaggdagin. (Mynd Vagnur)

Fjallatindarnir vóru hvítir flaggdagin, tá fyrstu ódnartøkini á árinum vóru rógvin. Sjálvt um kalt var í luftini, høvdu nógv fólk leitað sær oman á Vestaru bryggju. Høvuðsfyrireikararnir Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen vóru har, Magni Nielsen stóð sum altíð fyri startinum, Hugo Joensen var startdómari, og í málbilinum vóru fólk frá Róðrarsambandinum og Havnar róðrarfelag. Forkvinnan í RSF var eisini har. Ódnartøkini vóru seinkað nakrar minuttir, tí bátar komu norður við Smyrli, men tá fyrsta skotið brast, gekk væl at avgreiða allar róðrarnar. Og tú fekst nakrar ábendingar um róðrarárið 2017, sjálvt um fleiri bátar ikki vóru við. Vit gleða okkum til næstu ódnartøkini og FM-róðrarnar í summar.  Les meira…

Úr myndasavninum – Hetlendingurin Moffat Anderson og Dahl Michelsen beiggjarnir

Uttast til vinstru Helge Michelsen við beiggjanum Vagn Erik í fanginum, síðani Moffat Anderson og Aage Michelsen. (Myndin tikin 1933/34)

Úr myndasavninum hjá Gunhild systkinabarn pápa mín fann eg omanfyri áhugaverdu mynd. Á myndini frá vinstru sæst pápi mín Helge Michelsen við beiggjanum Vagn Erik í fanginum. Vagn var ein “eftirnølari” føddur í 1927, tí meðan pápi okkara er føddur 1913 og beiggin Aage, sum vit síggja uttast til høgru, er føddur í 1911, so eru fjúrtan og sekstan ár millum Vagn Erik og beiggjarnar á myndini. Men á myndini er eisini maður, sum eitur Moffat Anderson, og hvør er so hesin maður? Tá eingin er at spyrja, skrivaði eg á Gamlar havnarmyndir, um onkur kennist við navnið, sum stendur skrivað aftanfyri á myndini. Og hjálpina fekk eg. Les meira…

Úr myndasavninum – Teir slóðaðu fyri hondbóltinum í Kollafirði

KÍF vinnur meðaldeildina í 1971. St.f.v: Sigvard Hansen, Regin av Steinum, Marius Johansen, Trygvi Samuelsen og Greittir Djurhuus. Húkandi f.v: Hans Jacob Pedersen, Kristjan Joensen, Rolvur Djurhuus og Jóhannes Johannesen. (Mynd Eyðstein Johannesen)

Fekk niðanfyri mynd sendandi – ein ótrúliga stuttlig mynd at síggja aftur. KÍF hevur eitt av bestu mansliðum í landinum, og sambandi við góðu úrslitini seinnu árini, er gott høvi at finna fram júst myndina frá 1971, tá ið menninir hjá KÍF vunnu meðaldeildina hjá monnum, sum tá var besta liðið hjá felagnum. Nú hevur KÍF snotuliga høll og hevur allar møguleikar at menna hondbóltin, men so var ikki í 1971. Hondbóltur hevur djúpar røtur í Kollafirði. Les meira…

Kyndilskvinnur stevna beint ímóti meistaraheitinum

Anna Brimnes er “lykilin”, um Kyndil skal vinna meistaraheitið vikuskiftið komandi. Hon hevur ongantíð verið betri enn júst nú. Hon skeyt níggju mál mikukvøldið. (Mynd Álvur)

Skal eg seta nøkur fá orð á FM-finaludystin millum Neistan og Kyndil mikukvøldið, so er stutt at siga: Kyndilskvinnur vildu meira vinna dystin, tær vóru meira uppsettar frá fyrsta bríksli, og kyndilskvinnur sýnast í miðal at vera í nógv betri venjing enn neistakvinnur. Tá so berandi kreftirnar á neistaliðnum Fríða, Bára og Marjun ikki standa mát sum áður, og Anna Brimnes og Turið Arge skjóta ávikavist níggju og átta mál, ja, so vinnur Kyndil uppibornan sigur. Haldi eisini, at Kyndilsliðið mikukvøldið var betri fyri taktiskt, so alt talar fyri, at kyndilskvinnur vikuskiftið komandi vinna sjeynda meistaraheitið í søgu felagsins. Les meira…

Úr myndasavninum – Eftir 22 ára FM turk vunnu fegnir neistamenn FM-heitið í 2000

Neistahópurin 24. septembur 1999. Aftast f.v: Páll Poulsen, venjari, Rani Slættanes, Regin Didriksen, Elmar Ósá, Finnur Hansson, Freddy Poulsen og Bjartur Brekkstein, liðleiðari. Miðraðið f.v: Áki Mørk, Kári Mortensen, Dánjal á Neystabø, Heini Hanusarson, Áki Olsen, Hans Laksá og Karl Oddmar Rasmussen. Fremst.f.v: Regin Petersen, Rasmus Rasmussen, Bogi Henriksen, Páll Nólsoy, Petur Magnusson, Finn Mørk og Helgi Justinussen. (Mynd Vagnur)

Neistamenn hava vunnið FM-heitið átta ferðir, síðan landskappingin sá dagsins ljós í 1943. Kyndil hevur vunnið FM-heitið 30 ferðir, VÍF 21, Neistin 7, StíF 5, H71 2 og SÍF 1 ferðir. StÍF vann fyrstu trý FM-heitini í 1943, 1944 og 1945. Hjá neistamonnum skuldu ganga fyrst ganga 23 ár og síðani aftur 22 ár, til liðið fekk handað FM-steypið. Myndin omanfyri er av neistamonnum tikin í Gundadalshøllini 24. septembur 1999. Les meira…

Tá minnini reka framvið Yviri við Strond

Húsini hjá Yviri við Strond vóru bygd í 1926. Myndin tikin í 1955. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Fáur gevur sær far um, hví húsini hjá “radioamatørum” Yviri við Strond er bygd júst har. Vit síggja høgar antennur við húsini, og koyrir tú framvið um kvøldarnar, standa nógvir bilar har. Radioamatørarnir og Føroya Ellisakfør halda til í húsnum, men tað hava felagsskapirnir ikki altíð gjørt. Tað var í 1926, at Johannes í Stórustovu legði sær fiskapláss og bygdi sær goymsluhús Yvir við Strond, har hann keypti klippfisk sum umboð fyri sponsku fyritøkuna Truebay Pardo. Virksemið gekk heilt væl í nógv ár, men so broyttust politisku viðurskiftini í Spania, og í 1936 brast á borgarakríggj. Um hetta mundið var Føroya Fiskaexport stovnað, sum førdi til, at fiskavirkið hjá Johannes í Stórustovu mátti steingja. Johannes (1874-1941) var eitt skifti saman við Christian Holm Jacobsen og Zacharias Heinesen í felagnum p/f Nabb, sum hevði fiskapláss uppi á Hálsi. Á myndini, sum er tikin í 1955,  síggja vit eisini Bukkvald, har alt órudd og óhumska var tveitt á sjógv. Í bókini Havnin – fólk og yrki stendur at lesa, at fiskaplássið Yvir við Strond er einasta fiskapláss frá farnari tíð, sum er eftir í Havn. (Vagnur)

Richard Long var fittur, róligur og góður lærari, sigur Solveig

4.millum í 1938: Aftast f.v: Karin Wellejus, Margit Lava Hansen, Guðrun Djurhuus, Lisa Eystberg, Guðlaug Helmsdal og Solveig Lava Hansen. Aftara miðraðið f.v: Ásla Hansen, Esther Rein, Leivur Andresen, Aksel Juul, Evald Fuglø, Hans Hansen, Árni Olsen og Erik Juul. Fremra miðraðið frá vinstru: Minna Michelsen, Mary Wikkelsøe, Ingrid Joensen, Solveig Joensen, Poul Sørensen og Richard Long, lærari. Fremst frá vinstru: Bassi Haraldsen, Trygvi Árting, Petur Christiansen, Sverri Trónd Hansen, Petur F. Chrisistansen og William Sloan. (Myndin er úr myndagoymlsuni hjá Gunhild systkinabarn pápa mín)

23. januar 2014 legði eg út á heimasíðuna grein um tá 90 ára gomlu neista-og handilskvinnuna Solveig Dam, sum er dóttir Jóan Jakku og Poulinu Joensen, sum høvdu skóbúð í Vágsbotni. Jóan Jakku var av Viðareiði, og Poulina var úr Havn. í gjár var aftur í heiminum hjá Solveig í Blákollugøtu, sum er síðugøta til Villingardalsvegin. Nú vóru ørindini míni at fáa Solveig at seta nøvn á næmingarnar á mynd frá 1938 av 4.millumflokki í Realskúlanum í Havn. Floksmyndin hevur áður verið á Gamlar havnarmyndir, men ongantíð við øllum nøvnunum. Blíða og fyrikomandi eldri konan, sum fyllir 94 ár í næsta mánað, var sum altíð í góðum lag og var longu tilreiðar at siga mær øll nøvnini á myndini , tí hon eigur sjálv eintak av myndini. Les meira…