Sophus Dal-Christiansen sigldi í 1946 til Danmarkar í 6-mannafari

14. juni 1946 fara Sophus og báturin Guðrun TN 8 út um Molan. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Bøkurnar Havnin – fólk og yrki eru valaverk skrivað og sett saman av Birgari Johannessen. Tá eg í gjárkvøldið kagaði eina løtu í eini bókini, kom eg á síðu 370 at síggja nakað áhugavert, sum eg ikki rættliga visti um. Síggi tvær myndir av einum 6-mannafari og Johan Sophus Dal-Chistiansen (1888-1969) í bátinum. Myndirnar eru frá 1946, og tá er maðurin 58 ára gamal. Sophus ætlar sær at sigla til Danmarkar í einum opnum 6-mannafari við 3,5 hk motori. Henda ferðin, sum í dag vit kanska høvdu sagt var óðamannaverk, skuldi gerast eitt satt bragd og eisini hættislig, tí báturin Guðrun TN 8 fekk skaða á ferðini, tá stevnið skrædnaði.

Johan Sophus Dal-Christiansen (1888-1969)

Sophus Dal-Chistiansen fer í Guðrun TN 8 fríggjakvøldið 14. juni 1946 út um Molan við kós móti Danmark. 36 tímar seinni kom Sophus til Uyasound í Hetlandi, har hann kom at bíða eftir veðurlíkindum at halda leiðina víðari til Danmarkar. Hóskvøldið 27. juni kl.10 fyrrapartin setti Sophus kós móti Utsira, men um kvøldið vaks hann vindin upp í storm, og báturin skrædnaði við stevnið.

Fríggjadagin 28. juni var báturin so illa farin, at Sophus og báturin vóru tiknir umborð á norsku sluppina Harvik, sum tveir dagar seinni kom til Bergan, har báturin varð umvaldur. 1. juli fekk Sophus og 6-mannafarið fart úr Bergen við ms. Auroru

Mikudagin 4. juli klokkan sjey um morgunin var báturin sjósettur sunnan fyri Læsø, og Sophus kundi halda leiðina fram til Gilleleje. Síðani gekk leiðin víðari til Helsingør, har hann kom klokkan níggju um kvøldið.

Henda hættisliga hending var nú at enda komin, og seinni komu Sophus og báturin Guðrun heim við Tjaldrinum. Tá eg síggi hetta 8-mannafarið, kom eg at hugsa um ferðina hjá Ova Joensen úr Nólsoy, sum í 1980-árunum tríggjar ferðir royndi at sigla til Danmarkar. Triðja ferð eydnaðist, og 11. august 1986 kom Ove á mál í Keypmannahavn móttikin av stórari mannfjøld. Ferðin hjá Sophus var eitt bragd, men ferðin gjørdist ikki eins og Sophus upprunaliga ætlaði sær

At hugsa sær, at Sophus hættaði sær yvir um hav í opnum 6-mannafari. Her er Sophus komin til Helsingør eftir hættisliga og hendingaríka ferð. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Sammeta vit hesar báðar ferðirnar, so róði Ove,  meðan Sophus hevði 3,5 hk motor í bátinum, sum er ógvuliga lítil motorur. Men ferðin hjá Sofusi var nógv hættisligari enn tann hjá Ova, tí Diana Victoria var smíðað av Hanusi Jensen bátasmiði júst til hesa ferðina, hann var sjógóður bátur og hevði dekk. Tvey stór brøgd. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply