Úr myndasavninum – Hesir slóðaðu fyri at menna neistaliðini (e)

Neistamenn 1964. St.f.v: Jógvan (Egga) Jensen, Jákup (Bass) Dahl, Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Húkandi f.v: Hildibjart Johansen, Jens av Reyni, Christian Jørgenen og Johnny Reinert.

Tá ið eg sum trettan, fjúrtan ára gamal setti fótin fyrstu ferð á hondbóltsvøllin í Gundadali, vóru tað spælararnir á myndini, sum mannaðu besta liðið hjá Neistanum. Um hetta mundið gjørdist Hans Mortensen formaður, sum loysti av Gunnar Ihlen. Hetta vóru ungir menn, sum høvdu stórar ætlanir um framtíð Neistans. Teir bygdu Neistahúsið, sum seinni bleiv til ÍSF-húsið. 

Bestu liðini í Føroyum um hetta mundið vóru VÍF og Kyndil, men neistamenn smæddust ikki burtur. Serliga vóru tað Hans Mortensen og Christian Jørgensen, sum vildu meira við Neistanum enn bara at húsast í gomlum træskúri við ongari brúsu. Teir bygdu neistahúsið í 1964, sum serliga Hans og Christian slóðaðu fyri. Christian var timburmaður, og Hans og onnur hjálptu og útvegaðu fíggingina. Við nýggja húsinum byrjaði nýggj tíð í Neistanum. Ungdómurin streymaði í felagið, og liðini gjørdust bara fleiri og fleiri. Serliga dugdi nevndin væl at brúka neistahúsið, sum bæði var skiftingarrúm, fundarrúm og ungdómshús.

Manga gekk hart fyri seg í sodavatnskappingunum. (Mynd Vagnur)

Skipað varð mangan fyri undirhaldið í nýggja húsinum, og boð vóru eftir okkum eldri at undirhalda teimum yngru. Ja, hvussu skipaðu vit undirhaldið? Vit spældu spøl, sungu, skipaðu fyri kappingum við sukurmolum, mjøli og sodavatni, og spurnarkappingar, sum fólk kenna frá undirhaldi hjá skótum. Spældu eisini lítlar skemtisjónleikir. Eg plagdi at seta upptrekta sodavatnfløsku á pannunu, og so niður at liggja flatur á gólvinum við fløskuni á pannuni, og so koma upp aftur eisini. Tey ungu vóru spent og royndu at fáa meg at flenna, so eg misti fløskuna og harvið sodavatn á gólvið. Nøkur av teimum ungu sluppu at royna seg við fullu fløskuni, men tey komu onga leið við fløskuni. Tey spurdu, hvussu eg gjørdi. Eg segði, at pannan mín var so fløt, og tí stóð fløskan so væl. Hetta var jú ikki rætt. Kynstrið við fløskuni hevði eg vant eitt sindur heima.

Av og á vóru veitslur í neistahúsinum, og mangan spældi bólkurin Arrows. Haraldur Kjeld, sum eisini spældi hondbólt við dreingjaliðnum og unglingaliðnum, var forsangarin í bólkinum. Tá ið Neistin skipaði fyri Aftur í 60 árini í tjúgu ár, og vit gróvu fram aftur nógvar 60 ára bólkar, royndu vit fleiri ferðir at fáa Arrows aftur á pallin, men ein spælari vildi ikki á pallin aftur, tí eydnaðist hetta ikki. (Vagnur)

Vit høvdu tað ótrúlga stuttligt í neistahúsinum. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply