Kyndilsmenn hava veruliga birt spenning aftur í stigatalvuna

VÍF og Kyndil spæla helst avgerandi dyst í Vestmanna 15. apríl til tess at koma í FM-finalurnar.

Harða venjingin við Andreas F. Hansen á odda í langa steðginum í landskappingini hevur givið kyndilsmonnunum so mikið nógv stig á seinstu tríggjar dystirnar, at liðið hevur eins góðar møguleikar og VÍF og KÍF at spæla FM-finalurnar ímóti H71. Hyggja vit í stigatalvuna, so talar alt fyri, at endaliga avgerðin fellir ikki fyrr enn seinastu dystirnar í grundspælinum 15. apríl, har VÍF og Kyndil spæla í Vestmanna og KÍF og H71 spæla í Kollafirði.

Rokna vit stigatalvuna í taptum stigum, tí liðini hava ikki spælt eins nógvar dystir, so hevur H71 tapt sjey stig, VÍF tólv stig, KÍF trettan stig og Kyndil fimtan stig. Mest áhugaverda í roknistykkinum er, at Kyndil og KÍF hava ongan dyst hvør ímóti øðrum at spæla, meðan VÍF og KÍF hava tveir dystir hvør ímóti øðrum í grundspælinum. Hetta kann koma kyndilsmonnum til góðar. Tá grundspælið er av 15. apríl, kunnu innanhýsis úrslit millum VÍF, KÍF og Kyndil gera av, hvat lið spælir FM-finalurnar. KÍF er betri enn Kyndil í innanhýsisstigum, meðan Kyndil er betri fyri í innanhýsisstigum við VIF, og VÍF hevur vunnið báðar dystirnar ímóti KÍF.

Kapping er um annað FM-finaluplássið millum VÍF, KíF og Kyndil, men so skulu hesi trý liðini eisini spæla ímóti H71, og ein sigur ímóti H71 kann gera tann heilt stóra munin á stigatalvuni. Ikki rokni eg við, at StÍF, Neistin ella Team Klaksvík gera nakað við VÍF, KÍF og Kyndil seinasta dystin í grundspælinum. Tá eg hyggi í stigatalvuna og hyggi eftir, hvørjir dystir eru eftir at spæla, so kemur ikki óvart á meg, um Kyndil spælir FM-finalurnar ímóti H71. Men hetta er sjálvandi alt gitingar.

Tó er at siga, at teir báðir dystirnir millum VÍF og KÍF hava heilt stóran týdning, og so skulu vit kanska heilt fram til 15. apríl til tess at finna liðið, sum spælir FM-finalurnar ímóti H71. Og í FM-finalunum hava vit sæð fleiri ferðir áður, at har kann alt henda. H71 vinnur grundspælið í 2017, men er ikki favorittur at vinna FM-heitið. Tað skrivaði eg í fjør, og tað skrivi eg aftur í ár. Orsøkin er, at liðini er øll viðbrekin við fáum lyklaspælarum.

Grundspælið hevur sjáldan verið so spennandi sum júst nú, og hetta takkað verið kyndilsmonnum, sum eru í góðum stima í løtuni. Fólk, sum hava sæð kyndilsmenn í seinastuni, siga, at liðið er hamskift, har menn nú orka betur og stríðast meira. Fyri jól høvdu vit øll avskrivað kyndilsmenn at vinnað nakað sum helst. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply