Politiska hornið – Nøkur orð um fiskivinnuskipan, bummgjald og Kringvarpið

Vágatunnilin er í tryggjum hondum hjá P/F Vágatunnilin. (Mynd Vagnur)

Nógv áhugaverd politiksk mál eru í løtuni í fjølmiðlunum. Mest fyllir nýggja fiskiveiðuskipanin, men eisini bummgaldið í undirsjóvartunlunum, og at fólk í Fólkaflokkinum enn einaferð leggja eftir Kringvarpinum. Tá talan er um nýggja fiskiveiðuskipanin, so halda fólk, eg tosi við, at ketan hjá vanliga fólkinum fyri langari tíð síðani er dottin av tannhjólinum. Vit klára ikki at fylgja við, har hóttanir úr Norðoyggjum, niðarlaging av fiskiveiðuøkjum í Føroyum, uppboðssøla og kvotur flúgva um oyrini á fólki. Guð viti, um tey koma á mál innan 1. januar komandi. Annað mál er bummgjaldið í undirsjóvartunlunum, sum er áhugavert mál.

Har uppliva vit eisini hóttanir hesuferð úr Vágum. Tað løgna við hesum hóttanum er, at talan er bara um tómar hóttanir um rættarmál. Tey tora ikki í rættin við málinum. Sá í fjølmiðlunum vágamann siga, at vágafólk fáa ikki uppbakning um bummgjaldið aðrastaðni frá í Føroyum. Her kann eg siga vágamanninum, hví so er: Landsverk er niðurpíndur stovnur, sum ikki hevur nóg stóra játtan á fíggjarlógini at halda vegirnar kring landið í nóg góðum standi. Fólk eru nøgd við núverandi bummgjald, sum tryggjar okkum, at undirsjóvartunlarnir altíð eru tryggir og í góðum standi.

Enniberg bíðar eisini eftir nýggju fiskiveiðuskipanin. (Mynd Per Folver)

Um vikuskiftið hevur Sambandsflokkurin hava ársfund, har flokkurin vil, at Landsverk skal yvirtaka undirsjóvartunlarnar. Løgið at hugsa sær, at meðan Landsverk er niðurpínt fíggjarliga, meðan Sambandsflokkurin ráddi fyri borgum, so skal Landsverk yvirtaka undirsjóvartunlarnar. Fólk, eg tosi við halda flest, at skal bummgjaldið strikast, so skal gerast ein samhaldsfast skipan fyri alt landið. Tað kann ikki vera rætt, at meðan einki skal kosta at koyra í undirsjóvartunlunum, so skal framhaldandi kosta at sigla við Smyrli og øðrum skipum hjá Strandferðsluni.

Triðja áhugaverda málið er Fólkaflokkurin og Kringvarpið. Ikki hissini álop nøkur fólkafólksfólk gera á Kringvarpið. Og hetta eru ikki nýggir tónar, tí slíkt er farin fram fleiri ferðir seinnu árini. Politikkur er sum ítróttur, tí alt velst um, hvørju eyguni eru sum lurta og síggja. Sjálvur haldi eg Sjónvarpið gera frálíkt journalistiskt arbeiði, og eg hugsi mest sum ongantíð, at nú eru fjølmiðlafólkini í Sortudíki partísk.

Tað kundi verið áhugavert at fingið gjørt eina uttanveltaða kanning um pástandin hjá summum fólkafloksfólkum um Kringvarpið. Men føroyingur kann ikki gera slíka kanning, tí vit eru jú øll innhalbil í hesum máli. Kanska kundi vit farið uttanlands eftir kannignarfólkum, tí eg haldi tað vera ørkymlandi og óhugnaligt, at ein stórur politiskur flokkur heldur, at annar politiskur flokkur fær frammíhjárætt í Sortudíki. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply