Úr myndasavninum – Kirkjan kundi verið bygd liðug í 1865

Fólk vita ikki rættiliga, hvat skal gerast við Múrin. (Mynd Fólkini Úti á Bø)
Fólk vita ikki rættiliga, hvat skal gerast við Múrin. (Mynd Fólkini Úti á Bø)

Arnstein Niclasen gav út forvitnisligu  bókina “Fólkini úti á Bø”. Úti á Bø er bygdarlag sunnan fyri Kirkjubø, har tveir uppsitarar við familju hildu til í meira enn hundrað ár. Í 1894 fóru tey seinastu fólkini av bygdini og heim til Havnar at búgva. Eg fari seinni at ummæla bókina, men enn er øll bókin ikki lisin. Í hesi grein havi eg fingið loyvi frá rithøvundanum at vísa á brot úr bókini um Múrin, sum varð bygdur um ár 1300. Mangt kjakið hevur verið um Múrin, men í 1865 var næstan komið á mál at fáa katólsku kirkjuna liðugtbygda. Og Arnstein greiður soleiðis frá um átakið í 1865.

“Tann 23. mai 1865 segði danska kirkjumálaráðið frá, at kendi arkitekturin Jens Vilhelm Dahlerup hevði fyriskipað eitt uppskot við kostnaðarmeting til liðuggerð av Múrinum fyri eina upphædd til støddar 12.000 dálar. Og hesin Dahlerup var ikki hvør sum helst. Hann hevði teknað bygningar og varðar sum d´Angleterre, Statens Museum for kunst og Det Kongelige Teater.

Katólska kirkjan í Kirkjbø kundi verið liðugtbygd í 1865. (Mynd Fólkini Úti á Bø)
Katólska kirkjan í Kirkjbø kundi verið liðugtbygd í 1865. (Mynd Fólkini Úti á Bø)

Ríkiskassin vildi lata 3.000 dálar og løgtingið 5.000 dálar til hesa endurreisn, og tað sum í restaði skuldi fáast til vega aðrar vegir, soleiðis at Múrurin kundi standa innilokaður og liðugur at taka í nýtslu á sumri 1868. Tann 8. august 1867 var tøka upphæddin komin upp á 11.597 dálar, men so varð nýggj kostnaðarmeting gjørd, og tá kom talið upp á 15.000 dálar.

Men so kom stígur í, sum endaði við, at Peter Holten amtmaður og Andreas Djurhuus, próstur, tann 30. november 1867 mettu um og ráddu til – vegna vantandi áhuga- “at frafalde planen”. Og so varð. Tann 20. apríl 1868 skrivaði Holten amtmaður til allar sýslumenn og Poul Peder Hansen, kongsbónda í Kirkjubø eini greið beskeð og við umbøn um at lata hesi boðini lesa upp á næsta kirkjustevnu: Múrurin skuldi ikki byggjast uppaftur og menn kundi fáa sínar gávur aftur. 

Enn síggja húsatoftirnar Ùti á Bø. Har er ómetaliga vakurt og nógv áhugavert at síggja.
Enn síggjast húsatoftirnar Ùti á Bø. Har er ómetaliga vakurt og nógv áhugavert at sjá.

Ì staðin hendi tað, at Múrurin varð  lýstur sum fornminni, og sum varð lagdur undir tjóðsavnið í Keypmannahavn. Hans á Bø sá, at Poul bóndi og amtmaðurin fóru til hendurs í túninum, eftir at atmaðurin var komin til Kirkjubøar at kunngera, at Múrurin skuldi undir tjóðsavnið í Keypmannahavn. Poul bóndi tvíhelt um, at hann hevði fest frá fjalli til fjøru og harvið eisini sjálvan Múrin. Holten amtmaður varð síðani rikin av bygdini og biðin ongantíð at vísa seg aftur í Kirkjubø. Sum hann heldur ikki gjørdi.

Tað tekur eina tjúgu minuttir at ganga úr Kirkjbø gjøgnum Bølíðina og Ùta á Bø.(Mynd Vagnur)
Tað tekur lítlan hálvan tíma at spáka úr Kirkujbø gjøgnum Bølíðina og út á Bø.(Mynd Vagnur)

Men Múrurin – Magnusarkirkjan- trónar framvegis so hugfarsliga í fjálgum søgusuði henda seinnapart á sumri. Fleiri mannsterk rannsóknarlið av útgrevstrarfólki hava í fleiri umførum tikist við á hála framtíðina fram í dagin og kannað ymsar leivdir av enn fleiri kirkjutoftum í umhvørvinum í Kirkjubø. Uttan tó, so at siga, at úrslitið hevur staðið mát við strevið og kostnaðin, skrivar rithøvudurin millum annað um Múrin. Eg gleði meg at lesa víðari í hesi áhugaverdu bók um fólkini Ùti á Bø. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply