5-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag skal eita INGIBJØRG

Ingibjørg Samuelsen var stóra eldsálin í Havnar Róðrarfelag. (Myndaeigari Ásla)

Havnar Róðrarfelag fær nýtt 5-mannafar, og tvær barnamanningar og ein dreingjamanning skulu rógva við bátinum í summar. Havi hjálpt HR at útvegað bátin, og eg ynskti, at báturin kom at eita INGIBJØRG, og hetta góðtók nevndin.

Hvør er so henda Ingibjørg, talan er um: Sjálvur havi eg ikki róð, men sum smádrongur stýrdi eg Sílinum og kom at kenna Ingibjørg, sum róði við Sílinum. Ingibjørg Samuelsen í Horni var heilt serlig í Havnar Róðrarfelag. Hon brendi fyri kappróðri, hon stílaði fyri og var miðsavnandi. Sum nítjan ára gomul fór hon til Danmarkar, men kom hvørt summar heim at rógva.

Seinni flutti Ingibjørg aftur til Føroya og helt fram sum stór eldsál at arbeiða í Havnar Róðrarfelag.

Eg havi tosað við Jóhan Samuelsen um systrina, men fyrst nøkur brot úr bókini Drekin, har Ingibjørg sjálv skrivar:

Terje Reinert Jacobsen á Kjalnesi hevur smíðað 5-mannafarið. Báturin skal eita INGIBJØRG. (Mynd Vagnur)

– Eg vaks upp úti í Hornabø, og har fekk eg longu frá barnsbeini av mín stóra áhuga fyri kappróðri, tí stutt var oman í Álaker, og úr vindeyganum hjá okkum lá væl fyri at eygleiða bátarnar kvøld eftir kvøld, tá teir fóru úr neystinum, róðu úti á fjørðinum, og til teir vóru aftur í støðna. Hetta neyst við tess yðjandi av ungdómi og hesir bátar høvdu mín størsta áhuga og eina dragandi megi í sær. So longu sum fjúrtan ára gomul sat eg sum róðursgenta fyri fyrstu ferð, hóast aldursmarkið fyri var sekstan ár tá.

Genturnar á Sílinum vinna ólavsøkuróðurin í 1963. Manningin var: Aftast f.v. Ruth Poulsen, Maiken Højsted, Margreta Eysturdal og Elsa Poulsen. Fremst f.v: Ellen Lützen, Ingibjørg Samuelsen og Jutta Poulsen. (Mynd bókin Drekin)

– Minnini eru sjálvandi mong frá hesi tíðini, men sum var felags fyri tey átta/níggju árini eg sat  á lærinum á Sílinum, var tann einastandandi góði felagskapurin, sum var í felagnum hesi árini. Hjá okkum á Sílinum var fastur táttur at rógva til Nólsoyar, tá veðrið var so frægt, sigur Ingibjørg millum annað í bókini Drekin.

Sílið á ólavsøku í 1952. Manningin var: Maria Lindberg, Lily Poulsen, Ingibjørg Samuelsen, Gunnleyg Hansen, Kára Jacobsen, Sólborg Johansen og Randi Joensen. (Mynd Drekin)

Kom úr Danmark at rógva við Sílinum

Eg havi spurt Jóhan Samuelsen eitt sindur um lívleiðina hjá systrini Ingibjørg, og hann sigur soleiðis: – Ingibjørg var fødd 27. august 1930 og andaðist 21. oktober í 2000. Ingibjørg var púra bitin av kappróðri frá ungum árum, og sum tú sigur omanfyri, kom hon oman í neystið sum fjúrtan ára gomul og var har fyrst, til hon fór til Danmarkar sum nítjan ára gomul. Hon arbeiddi ymist fyrifallandi í Keypmannahavn millum annað á Hebron.

Familian Samuelsen í Horni. Standandi f.v: Símun, Jóhan,  Andreas, Dánjal og Bjarni. Fremst f.v: Ásla , foreldrini Súsanna og Magnus í Horni og Ingibjørg. (Mynd Ásla.)

– Hon fór síðani umborð á ferjuna Jens Bang at arbeiða, sum sigldi millum Keypmannahavn og Ålborg, og har hitti hon Erik West Nielsen, sum hon giftist við. Men longsulin eftir Álakeri og kappróðri var so mikið stórur, at hon kom í fleiri ár heim at rógva við Sílinum. Ingibjørg dámdi væl at sigla, at hon fór umborð á skipið Pretoriu, har hon arbeiddi sum “kahytsjomfrú”. Eftir nøkur ár bleiv hon skild frá manninum, og seinni flutti hon aftur til Føroyar og bleiv gift Jóan Jakku Poulsen av Strondum, sum var meistari á skipum hjá ØK og seinni umborð á Tjaldinum. Tey búðu Oman Stóragarð.

Ferðammannaskipið Jens Bang sigldi millum Keypmannahavn og Ålborg. (Mynd DFDS)

– Ikki meir komin aftur í land í Føroyum, var Ingibjørg aftur í neystinum í Álakeri. Hon brendi framvegis fyri kappróðri og var ein av teimum heilt stórur stuðlunum í felagnum. Neystið í Álakeri var hennara annað heim, har hon brúkti nógva tíð og orku. Tá hon ikki longur róði sjálv, hjúklaði hon um rógvararnar, hon bakaði mangan bollar og bakaði kaku til rógvararnar, tá teir komu troyttir á landi. Hon var eisini altíð til dystin fús, tá felagið skipaði fyri Bingo og øðrum tiltøkum, sigur Jóhan Samuelsen.

Sjálvur minnist eg heilt væl Ingibjørg, hesa altíð blíðu og fyrikomandi konuna. Hon var fyrsti heiðurslimur í Havnar Róðrarfelag, har hon fekk vakra gávu frá felagnum. Minnist, at summir rógvarar kallaðu Ingibjørg fyri Ommuna í Álakeri. Foreldrini hjá Ingibjørg vóru Magnus Samuelsen róptur Magnus í Horni, sum arbeiddi lagt lív á Landssjúkrahúsinum, og mamman æt Sanna Samuelsen ættað av Viðareiði. Ingibjørg og tey vóru sjey systkin og vóru tey: Ingibjørg, Andreas, Símun, Dánjal, Ásla, Bjarni og Jóhan. Mær dámar heilt væl, at vit geva nýggja 5-mannafarið navnið Ingibjørg. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply