Úr myndasavninum – Hoygg, bilar, fólk, sekkir og tunnur hvørt um annað

Tronglingt úti í krókinum við Havnarskrivstovuna. (Mynd Tórshavnar Havn)

Myndin omanfyri er áhugaverd, tí hon sigur frá, tá Tórshavnar Havn eystanfyri ikki var eitt bingjuhotell og stongd fyri almenninginum. Vit síggja hoyggj, silda-og oljutunnur, postsekkir, persónbilar, lastbilar og folk hvørt um annað í krókinum við Havnarskrivstovuna. Myndin er tikin seinasta í 1950-árunum ella fyrst í 1960-árunum. Bilsniðini siga mær frá hesum. Tjaldrið er har, sum 20. oktober í 1967 fór seinastu ferð úr Føroyum. Handa Opelbilin Fø 2018 kennist eg við, tí bilsniðið koyrdi í Havnargøtunum, tá eg kom í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen í 1967. Tá var hasin Bedford lastbilurin við snúta farin av móta, tí í 1967 vóru nógvir snútaleysir Bedford lastbilar komnir til landið. Veit, at Bedford “K-modellið” byrjaðu onglendingar at framleiða í 1931, og fyrsti brandbilurn og líkbilurin í Havn vóru Bedford “K-modell”. Brandbilurin kom í 1948 og líkbilurin í 1949. Ja, so síggja vit eisini ein Morris/Austin lastbil. Fyrsta byggistigið at byggja Molan byrjaði í 1923, annað byggistigið árini 1945-1955 og triðja byggistigið árini 1955-1975. Annars haldi eg, at spell var, at Havnarskrivstovan møtti lúta fyri útbyggingini av havnini, tí húsið var so serligt og hugnaligt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply