Mín dýrabara glaskúla hevur talað um steypafinalurnar

Glaskúlan sigur kyndilskvinnur og H71 menn at vera favorittar at vinna leygardagin.

Grønu glaskúluna omanfyri fekk eg frá Poul Guttesen, sála, sum var pápi vinnmann mín FinnBjørn. Glaskúlan er frá gomlum sildagarni, har glaskúlurnar gjørdu, at ovari endin á sildagarninum fleyt í vatnskorpuni. – Hyggur tú í glaskúluna, fært tú svar upp á nógvar spurningur, kundi Poul siga. Eg goymi glaskúluna sum reyða gull. Nú havi eg enn einaferð hugt í glaskúluna til tess at spyrja, hvussu fer at gangast leygardag í steypafinalunum í bestu kvinnu- og mansdeild í hondbólti. Fekk ikki svar beinanvegin, men so komu setningarnir spakuliga fram. Glaskúlan hevur sum oftast rætt. 

Og kúlan sigur púra greitt, at kyndilskvinnur eru favorittar at vinna steypafinaluna. Kúlan leggur dent á, at kyndilskvinnur hava ongantíð verið í betri venjing, og liðið hevur vunnið tveir dystir í grundspælinum á Neistanum 19-18 og 19-17, men so vann Neistin ein dyst 28-17. Har leggur kúlan aftrat, at tá vóru nakrar kyndilskvinnur skaddar, og tí spældi liðið ikki við fullari styrki. Men so sigur kúlan eisini nakað áhugavert, at liðið, sum vinnur steypafinaluna leygardagin vinnur ikki meistaraheitið. So eingin greipa í ár til hvørki Kyndil ella Neistan.

Kúlan leggur sigur eisini, at leygardagin koma málverjarnir at gera av, hvør vinnur dystin, tí málini vera ikki tey heilt nógvu í dystunum til tíðir í hart spældum dysti.

Tá eg spyrji til mansdystin, sigur kúlan, at H71 fer at vinna steypafinaluna, tí liðið er so væl fyri í løtuni. Tó leggur hon aftrat, at dómaraavrikið kemur at spæla inn, tí kúlan finst at, at dómararnir loyva ov nógv hart spæl í verjuni, har seliga H71 verjan sleppur at læsa mótspælarar fastar, tá teir fara fram við verjuni. Tá spælarar vera vístir av vølli, yppa nógvir øksl og skilja einki. Duga teir ikki hondbóltsreglarnar? Hetta sást í báðum dystinum millum H71 og VÍF.

Dómararnir mugu leggja eina fasta dómaralinju frá byrjan, tí annars gerst mansdysturin heldur ein bardagi, enn at fólk síggja gott hondbóltsspæl. H71 og StíF hava spælt tríggjar dystir hvør ímóti øðrum í grundspælinum. H71 vann tveir 24-21 og 36-25, og so endaði ein dystur javnur 25-25. Glaskúlan er farin av aftur skrivarborðinum og er løgd á sítt gamla trygga pláss. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply