Eg fekk áhugaverda svimjimynd sendandi frá Jón Hestoy

Heri Olsen takkar svimjarunum fyri kappingina. F.v. Carl Arge, Áki Mortensen og Vagnur Michelsen.
Heri Olsen takkar svimjarunum fyri kappingina. F.v. Carl Arge, Áki Mortensen og Vagnur Michelsen.

(Greinina skrivaði eg januar 2013) Tú veitst ongantíð, hvussu dagurin byrjar, tá ið tú um morgunin setir teg eina løtu við telduni. Í morgun gjørdist eg ovfarin og fegin, tá ið eg fekk teldupost frá Jón Hestoy formanni í Svimji- sambandinum og fyrrverandi toppsvimjara. Viðheft var mynd frá 1973 av Carl August Arge, Áka Mortensen og mær á sigurskamlinum í gamla svimjihylinum í Gundadali.

Sjálvandi sveimaðu tankarnir beinanvegin, og eg minnist væl 35 ára jubileums- kappingina hjá Havnar Svimjifelag. Tað serliga við myndini er, at eg um tað mundið var 23 ára gamal, Carl 21 ára gamal og Áki 15 ára gamal.

Og tað var tann yngsti og minsti svimjarin, sum vann kappingina, og tann elsti og longsti svimjarin var aftastur á 100 metra teininum. Men tað hevði sína orsøk. Mær dámdi væl at svimja, men eg vandi ikki kappsvimjing.

Eg plagdi av og á at svimja langar teinar til stuttleikar, men kroppurin var slett ikki í venjing til kappsvimjing, sjálvt um eg um tað mundið var í toppvenjing til hondbólt og kundi renna Havnina runt uttan at fáa sveitta á pannuna. Kappsvimjing er nakað heilt annað, og tað fekk eg eisini at sanna henda dagin. Tey søgdu tá, at eg kundi gerast kappsvimjari, tí eg hevði langan, klænan kropp og langar armar, men eg var alt ov bitin av hondbóltsspælinum um hetta mundið.

Fólk í Havnar Svimjifelag spurdi meg, um eg kundi vera við í 35 ára jubileumskappingini, tí tey vantaðu svimjarar í 100 metur bringusvimjing fyri menn. – 100 metrar man eg klára, tað eru bara fýra longdir, og eg segði ja. So kom dagurin, at startskotið brast, og eg legði hart út óivað ov hart. Eg var klárt á odda fyrstu tvær longdirnar, men so við eitt vildu beinini ikki meira, tí mjólkasýran gjørdi um seg. Og sjálvandi komu Áki og Carl skúmandi og yvirhálaðu meg. Eg kann ikki minnast, at eg merkti skommina at hava tapt ímóti einum fimtan ár gomlum unglinga av Tvøroyri. Óivað havi eg gjørt tað stutt bil.

Áki Mortensen var uppvaksin í Vestmanna, har pápin, Mannbjørn Mortensen, var skúlastjóri í Vestmanna skúla og undangongumaður, tá ið talan var um hondbólt í bygdini. Í 1972 flutti familjan Mortensen suður á Tvøroyri, tá ið Mannbjørn bleiv skúlastjóri í Tvøroyrar skúla. Mannbjørn helt fram á Tvøroyri við ítróttinum, har hann slepti í Vestmanna, og Áki bæði spældi hondbólt og svam eisini kapp í nøkur ár. Mannbjørn var bæði hondbóltsvenjari og svimjivenjari, hann gjørdi veruligan mun í ítróttinum í Føroyum. Áki er djóralækni í Danmark, og eitt skifti var hann landsdjóralækni í Føroyum.

Hetta var eisini einastu ferð eg svam kapp, men áhugin fyri kappsvimjing havi eg altíð havt og minnist, at tá ið Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum, sat eg hvønn minutt í svimjihøllini í Havn og fylgdi kappsvimjingini. Og eg minnst eisini, hvussu nógv fólk komu til svimjikappingarnar í gamla svimjihyli í Gundadali. Í 1973 svam eisini ungi Jón Hestoy av Tvøroyri, sum seinni bleiv ein av teimum heilt stóru svimjistjørnum bæði í Føroyum og uttanlands.

Jón sigur í teldupostinum, at eftir svimjikappingina í 1973 fóru allir svimjararnir oman í B36 húsið, har vit fingu sodavatn og pylsur. Hetta minnist eg ikki, men Jón er nógv yngri enn eg, og minnið tí betri. Takk fyri myndina Jón. Svimjileiðararnir í Føroyum hava gjørt dygdararbeiði til tess at menna føroyska kappsvimjing. Allar frásagnirnar frá nógvu svimjikappingunum á Oyggjaleikanum sita í minninum, og føroyskir svimjarar gera seg enn gjaldandi uttan fyri landoddarnar. Pál er bara ein teirra. Og tíðirnar hjá svimjarunum gerast bara betri og betri sum árini ganga. Frálíkt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Eg fekk áhugaverda svimjimynd sendandi frá Jón Hestoy

Leave a reply