
Íslendingar hava skrivað landsliðssøgu og givið út í bók, men landsdystirnir millum føroyingar og íslendingar í 1964 og 1968 í Føroyum eru ikki skrásettir í landsliðsbókini hjá íslendingum. Solveig Birgisdóttir dóttir Birgir Bjønsson, sum var á íslendska landsliðnum í 1964 í Føroya, sigur frá pápa sínum, at báðir landsdystirnir vóru ikki góðkendir landsdystir, tí Føroyar vóru ikki tá limir í altjóða hondbóltssamgonguni IHF. Danir forðaðu tá fyri hesum, men fyrst í 70-árunum gjørdust Føroya limir IHF, og longu í 1976 vóru vit í heimsmeistarakapping í C-bólkinum í Portugal. Hugaligt at minnast aftur á, tá ið fyrsti landsdysturin í 1964 varð spældur á uttandura vøllinum í Gundadali. Stór mannfjøld sá landsdystin.

Eg minnist ikki væl sjálvan dystin, men minnist væl, hvussu nógv fólk streymaðu í Gundadal at síggja íslendingar og føroyingar spæla fyrsta manslandsdystin. Dysturin varð fingin í lag í sambandi við, at Ítróttasamband Føroya fylti 25 ár. Tá vóru eingi sersambond, men ymsar deildir í ÍSF, sum seinni gjørdust sersambond. Tildømis hondbóltsdeildin í ÍSF. Fleiri hundrað fólk sóu landsdystin, hornorkestur spældi, og altjóða krøvini vóru ikki í Gundadali henda dagin, tí áskoðarar stóðu dygst síðulinjuni, og áskoðarar stóðu eisini nær málstólpunum.
Kyndil og VÍF vóru um hetta mundið bestu mansliðini í landinum, og høvdu feløgini tí mest sum allar spælararnar á fyrsta landsliðnum. Stóltleikin hjá okkum ungu í Neistanum, sum tá vóru um fjúrtan ára gomul, var formaður Neistans Hans Mortensen, sum veruliga slóðaði fyri felagnum hóast ungan aldur. Hans var úttikin til landsdystin, og vit vóru sjálvandi fegin, at formaður og venjari okkara skuldi spæla landsdyst ímóti íslendingum. Styrkjan hjá Hansi var serliga verjuspælið, har hann við sínari longd var óførur á blokka. Íslendingar vunnu dystin 26-17, men tað vóru føroyingar, sum í hálvleikinum vóru á odda 13-12.
Í seinni grein fara vit at hugleiða um íslendska spælaran Ørn Hallsteinsson, sum spældi við íslendska landsliðnum í Føroyum bæði í 1964 og 1968. Ørn er beiggi kenda Geir Hallsteinsson, sum var fyrsti íslendingur, sum fór uttanlands sum yrskisspælari. Geir var stóra stjørnan, sum fólk flokkaðust um í 1968 í Gundadali, tá føroyingar á øðrum sinni spældu landsdyst ímóti íslendingum. Ørn, sum var prentari, hevði frálík hondbóltsevni, men hann misti tríggjar fingrar og misti tí part av hondbóltsførleikanum. Ørn byrjaði á heilt ungum árum at klippa út alt, sum fanst í bløðum um FH á Hafnafirði. Rúgvismikil skattur í tíggjutals bókum, sum felagið goymir sum gull.
Tað var myndatakarin Bambus, sáli sum tók svart/hvítar myndir av landsliðunum bæði í 1964 og 1968, og vit ungu vildu sjálvandi eiga myndir av okkara hondbóltsfyrimyndum. Vit keyptu myndirnar av landsliðunum í myndahandlinum hjá Bambusi. Og nú havi eg funnið myndirnar framaftur. (Vagnur