Monthly Archives: februar 2017

H71 og VÍF eru framvegis besta boðið at spæla FM-finalurnar

Spennandi at fylgja við, um VÍF kann fóta sær aftur eftir dystirnar ímóti H71 í steypakappingini.

Tann gloymda landskappingin í bestu mansdeild er so spakuliga farin á rull aftur. Vit kunnu øll vera samd um, at ikki síðani Hondbóltssambandið var stovnað í 1980, hava vit sæð eina so illa lagda landskapping í bestu mansdeild. Havi áður skrivað um støðuna hjá Kyndlaliðnum, sum ikki hevur spælt landskappingardyst síðani 17. desember og skal spæla fyrsta dystin aftur 5. mars ímóti Neistanum. Slíkt havi eg ongantíð sæð áður. Men hvat kunnu vit vænta okkum av liðnum og millum annað kyndilsliðnum, sum hevur fingið Andreas F. Hansen í venjaratoymið. Hetta skuldi boða frá góðum. Les meira…

Vit fingu um endan á tunnuævintýrinum á Vestarubryggju

Mynd frá 1950-árunum á Vestarubryggju. Hetta var fyri, at eg sum smádrongur leitaði oman til sjóvarmálan. Saltsølan var ikki bygd og harvið einki tunnuvirki. (Mynd Lossingarmenn í Havn)

Í 1950 og 1960- árunum var rættiligt sildarok norðan fyri Føroyar, og á Vestarubryggju í Havn, sum var okkara spælipláss, kundu vit ungu fylgja nógva sildaarbeiðinum. Tí eins og vit síggja á myndini omanfyri, lógu tunnur allastaðni, ja, heilt niðan í Hornabø. Minnist væl, tá tey bygdu Saltsøluna og stóri kranin kom at standa á bryggjuni. Í Saltsøluni var tunnuvirki, har eini tíggju/fimtan mans arbeiddu. Vit ungu sluppu at síggja, hvussu ein tunna var gjørd úr tunnustavum. Sjálvur lossaði eg onkuntíð tunnustavar, sum oftast komu við farmaskipinum Hólmi. Tunnustavarnir lógu leysar í lastini, og so at leggja tær í stáplar á stropp, sum kranin so lyfti úr Hólmi og upp á hædd í Saltsøluni. Les meira…

Kappróðrarfelagið Tindur eitur nýggja felagið í Eysturkommunu

Nýggja kappróðrarfelagið Tindur leitar eftir 8-mannafari.

Gøta og Leirvík eru gamlar róðrarbygdir, og vit, sum eldru eru, minnast 8-mannaførini Gøtu Trónd og Leirvíking, ja, og 5-mannafarið Skuran úr Gøtu. Men nú er nógv ár síðani, at róð hevur verið um kapp í Gøtu og í Leirvík, tó so, fleiri rógvarar hava róð við ÌF kappróðri og Kappróðrarfelagnum NSÍ. Í fleiri ár hevur ynski verið at stovnað felags kappróðrarfelag í Gøtu og í Leirvík, og nú er felagið stovnað, sum eitur Tindur. Forkvinna er Emmily á Reynastrøð, og hana havi eg tosað við. Og hon sigur. Les meira…

Úr myndasavninum – Gamlar myndir fáa altíð tankarnar at reika

Hýruvognarnir standa í Tungugøtu. Húsini er einki broytt síðani í 1930 árunum, men tað eru bilarnir. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Bilarnir í Kongagøtu. Húsini eru ikki broytt síðani í 1930-árunum, men tað eru bilarnir. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Kanska er tað aldurstekin, at gamlar myndir fáa tankarnar at reika í allar ættir. Nú eri vorðin 67 ár, og Havnin er broytt ótrúliga nógv, síðan eg var smádrongur. Eitt er fólkatalið, sum er 40% av fólkatalinum í landinum, annað eru allir bilarnir, sum koyra í gøtunum. Klokkan átta á morgni og um fýra tíðina seinnapartin er ikki framkomandi nógvastaðni í býnum. Myndin omanfyri, sum er tikin í 1930 árunum, er áhugaverd, tí umhvørvið er einki broytt, síðani myndin varð tikin. Tó síggjast hesi spennandi bilsniðini ikki. Les meira…

Úr myndasavninum – Áhugaverdar myndir frá 1968

VÍF 1968. St.f.v: John Joensen, Regin Christiansen, Petur Højgaard, Johnny Joensen og Steinbjørn Zachariassen. Húkandi f.v: Jørgin Johannesen, Eyðbjørn Joensen, Marnar Gaard og Sámal Durhuus.

Heimasíðan fekk tríggjar gamlar myndir sendandi, sum eru frá 1968. Í hagtølunum hjá HSF er mangt áhugavert at síggja, og hyggur tú eftir vunnin meistaraheitum frá 1957 til 1977, so vann mansliðið hjá Kyndli meistaraheitið átjan ferðir og VÍF tvær ferðir. Les meira…

Tekningin vísir, nær ymsu bryggjurnar í Havn eru gjørdar

Áhugaverd tekning frá 1990 av Tórshavnar Havn. (Mynd Lossingarmenn í Havn)

Kom í bókini Lossingarmenn í Havn fram á omanfyri tekning av Tórshavnar Havn. Tekningin er frá 1990, men so skal sigast, at frá 1990 og til nú 2017 er eingin havnarbygging farin fram í Havn. Á tekningini kanst tú síggja, nær ymsu bryggjurnar er gjørdar. Havnin var brimpláss, men í 1926 var byrjað at gera Molan, og so kunnu vit síggja í hvørjum tíðarskeiði Molin var longdur í fleiri umførum. Sjálvur minnist eg bara seinasta streggið, sum var gjørt árini 1968-1973. Eisini áhugavert at síggja nær “Ískaiin” var gjørd, og ikki at gloyma bryggjurnar fram við Bacalao. Nú eru meira enn 25 ár liðin, síðan “Nyhavnin” var gjørd, og so síggja vit eisini, at í 1929 var bryggja gjørd, har Tjaldrið plagdi at leggja at, og at vit skulu aftur til 1968, tá bryggjan var á Bursatanga gjørd. Tekningin er serliga áhugaverd, tí árstølini eru við. (Vagnur)

Steypafinalurnar geva stórar ábendingar um føroyskan hondbólt

Stjørnan og H71 máttu spæla umdyst til tess at finna steypavinnaran.

Sunnudagin brúkti eg rúma tíð í millumbilum framman fyri telduskíggjanum til tess at finna útav, hvussu gongst við ungdómshondbóltinum í Føroyum. Eg kundi tað sama farið í høllina, men míni oyru er ikki til harða tónleikin. At stroyma finalurnar er frálíkt tiltak. Alt riggaði væl, tó var minni gott, at ljóðið var seinkað og passaði ikki til myndirnar, og vit sóu ikki máltalvuni og kundu fylgja við støðuni í dystunum. Sjálvur var eg fegin um, at so nógv ymisk feløg vóru umboðað í steypafinalunum, men so gjørdist mær eisini greitt, at nøkur feløg eru um at yvirhála ymsar deildir í serliga Kyndli og Neistanum, sum altíð hava vunnið heilt nógvar steypafinalur. Kyndil vann onga finalu, og Neistan vann tvær, meðan H71 vann fýra ungdómssteypafinalur. Men, hvat var so annað at síggja? Les meira…

Eftir rokfiskiskap á Flemmich kap er Ågot á sleipistøð í Havn

Slættaberg og Ågot á sleipistøð í Havn. (Mynd Vagnur)

Fyri fáum árum síðani ringdi Kringvarpið til mín og spurdi, um eg vildi vera við í kaffipráti í sending, har eg kundi velja persón, sum eg yngsti at hitta, og sum eg ongantíð áður hevði hitt. Eg valdi tá Sonju Jógvansdóttir, tí eg helt hana klára seg so væl bæði í dagliga yrkinum og í arbeiðinum at betra um umstøðurnar hjá teimum samkyndu í Føroyum. Fekk eg møguleikan aftur, valdi eg skiparan á línubátinum Ågot úr Klaksvík. Skiparin eitur Hjaltur Poulsen. Havi í nøkur ár fylgt skiparanum við drívmegini og lívsneystanum, sjálvt um eg bara kenni mannin í fjølmiðlnum og ikki havi tosað við hann. Ágot stendur í løtuni á sleipistøð á skipasmiðjuni í Havn, og beint undir liðini stendur nótabáturin Slættaberg, sum í februar mánað í 2014 silgdi á Ågot við bryggjuna í Klaksvík. Ågot fekk stóran skaða. Les meira…

Úr myndasavninum – Mynd av gomlu fimleikahøllini við Realskúlan

Áhugavert at sígga fimleikahøllina norðan fyri gamla realskúlan frá 1916. (Mynd – Havnin fólk og yrki)

Fleiri ferð á bólkinum Gamlar myndir úr Havn er spurt um gomlu fimleikahøllina, sum stóð norðan fyri gamla realskúlan. Havi ikki fyrr enn nú sæð góða mynd av umrøddu fimleikahøllini. Fleiri myndir av fimleikanæmingum havi eg sæð, men ikki sjálva fimleikahøllina. Gamli realskúlin var vígdur i 1916, men so er spurningurin, nær fimleikahøllin var bygd. Tá farið var undir at byggja Tórshavnar kommunuskúla í 1952, og sum var liðugur og vígdur 2. september 1956, mátti gamla fimleikahøllin víkja og var tikin niður. Tórshavnar skipasmiðja keypti høllina fyri 10.000 krónur, sum var sett upp á skipasmiðjuøkinum. Myndin omanfyri má vera tikin millum 1916 og 1926, tí realskúlin stendur har, men vit síggja ikki Sjónleikarhúsið, sum var tikið í nýtslu í 1926. Flestu sethúsini, vit síggja á myndini, standa har enn, men ikki handa vakra laðaða grótbrúgvin. Eisini áhugavert at síggja, at øll fólkini í fylginum eru í hatti ella húgvu, ja, so spæla børn í ánni. Leggi eisini merki til, at húsagrundirnar eru laðaðar. (Vagnur)

Strandingar vunnu fyrstu FM-heitini í 1943, 1944 og 1945 (e)

Menninir vunnu fyrsta FM-heitið í 1943. Óivað einasta myndin av liðnum er úr savninum hjá Lassa Borðoy.

Stranda ítróttafelag varð stovnað 11. oktober 1942, og fyrsti formaður í felagnum var Carl Andreasen, sum slóðaði fyri at spæla hondbólt á Strondum. Carl var snikkari og hevði verið í Danmark og lært til konstruktør. Í Danmark kom hann at kenna hondbóltsspælið, og komin aftur til Føroyar fór hann í holt við at læra strandingar at spæla hondbólt. Og væl bar til. Les meira…