Monthly Archives: desember 2016

Úr myndasavninum – Neistadreingir vaska sær skógvarnar í ánni í Vestmanna.

Vit hava júst spælt dyst á grúsvøllinum, og skógvar og knø skulu vaskast í ánni.
Vit hava júst spælt dyst á grúsvøllinum, og skógvar og knø skulu vaskast í ánni.

Myndin omanfyri er úr Vestmanna miðskeiðis í 60-árunum. Fyrsti grúsvøllurin í Føroyum varð asfalteraður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Hetta var í 1964. Eftir hetta blivu fleiri vallir asfalteraðir um landið. Fortreytirnar vóru ymiskar at spæla uttandura. Var liggjandi gott veður við sól, var vøllurin so turrur, at tú fekst dust í nasagluggarnar, og tú hevði torført at fóta tær í turra sandinum. Les meira…

Spell, at Sandá ikki er rein sum á okkara ungu døgum (e)

Góð minni frá Mylluhylinum seinast í 50 árunum. Djúpi stóri hylurin fær tankarnar at sveima. (Mynd Vagnur)

Í seinastu viku var frálíkt kalt veður, og eg spákaði mær fram við Sandá, har vit ungu hava so nógv góð minni frá barna- og ungdómsárunum. Sandagerð er perla í Havn og ikki at gloyma Mylluhylurin, har vit lærdu at svimja. Tá var Sandá rein, men tað er hon tíverri ikki longur, og hetta er ov galið, tí nógv fólk koma í Sandagerð ein góðveðursdag. Les meira…

Tankarnir reika, tá ið tú fært sendandi slíka mynd (e)

Vagnur, Jóannis og Lene í Eysturskúlanum.
Vagnur, Jóannis og Lene í Eysturskúlanum.

Ì morgun fekk eg gjøgnum Facebook sendandi eina áhugaverda mynd av trimum lærarum avmyndaðir í A-bygninginum í Eysturskúlan. Jóannis Mohr, kona hansara Lene og eg sjálvur. Slík mynd fær tankarnar at reika. Myndin er frá umleið 1980, tá ið vit trý fylgdi skúlaflokki frá 2. flokki og heilt upp í 10. flokk. Hetta var ein ótrúliga fittur og góður flokkur, sum vit framvegis hava samband við. Les meira…

Úr myndasavninum – á fimti ára neistaveitslu í Havnar klubba

Mortan Mørk og Hans Holm tveir altíð trúgvir neistalimir.
Mortan Mørk og Hans Holm tveir altíð trúgvir neistalimir.

Tað er altíð áhugavert at leita eftir gomlum myndum, tí allar myndir hava eina søgu ella rættari sagt er søga. Nú ein dagin kom eg fram á eitt myndablað “NÚ”, sum Herman Jacobsen, sáli, gav út. Blaðið er frá í 1981 júst fimti ár eftir, at Hondbóltsfelagið Neistin varð stovnað.

Stór veitsla var í Havnar Klubba, og veitslusalurin var stúgvandi fullar við neistafólkum. Lagið var gott, nógvar talur og Robert Mc Birnie undirhelt við borðhaldið.

Við á veitsluni vóru eisini nakrir av stovnarum felagsins millum annað pápi mín Helge Michelsen. Á mynd er eisini Rigmor Christiansen, sum var gift mammubeiggja mínum. Rigmor er á fyrstu myndini av neistakvinnum tikin nakrantíð. Myndin er tikin á fótbóltsvøllinum í Gundadali á sumri í 1934 eftir lokna hondbóltsvenjing hjá neistakvinnum. Fleiri myndir niðanfyri. Les meira…

Úr myndasavninum – Fann forvitnisliga mynd av abba, sum doyði, áðrenn eg varð føddur

Spell, at eg ongantíð havi hitt abba mín.
Spell, at eg ongantíð havi hitt abba mín.

Eg havi áður skrivað um báðar abbarnar, sum eg ikki havi sæð, tí teir doyðu, áðrenn eg varð føddur. Tá ið vit ein dagin herfyri hugdu at gomlum myndum í myndagoymsluni hjá mammu okkara, komu vit fram á eina mynd av abba okkara Christian Chiristiansen, Christian í Hvannasundi róptur. Abbi er føddur á Eiði, har langabbi HavnarJógvan arbeiddi í fyritøkuni hjá Kruse. Langabbi var giftur Marionnu, sum eisini var í Havn. Tey bæði fluttu í 1879 til Norðdepils, har HavnarJógvan stjórnaði úthandilinum hjá Jørgen Bech og sønner.

Løgið at síggja myndina av abba, sum eg bara havi hoyrt um, og sum eg kundi hugsað mær at hitt. Ikki heilt undirligt, at eg ikki havi sæð hann, tí Sigrid omma var 46 ára gomul, tá ið hon átti mammu, sum var yngst av systkjunum. Sigrid omma var úr Frammistovu í Hvannasundi, og Christian abbi búði nógvu av ungdómsárunum í Norðdepli. Tí kann tykjast løgið, at hann var róptur Christian úr Hvannasundi. Les meira…

Hugleiðingar um landskapping, steypakapping og landsdystir

Kyndilmenn spæla ikki landskappingardyst aftur fyrr enn 8. mars 2017. Er tað nú rætt, nei:

Hetta má vera eindømi í altjóðu hondbóltsverðini. Eg siti júst og hyggja at leikskránni hjá bestu mansdeild. Síggi, at kyndilsmenn spældu dyst ímóti KÍF seinasta leygardag 17. desember, men so spæla kyndilsmenn ikki næsta landskappingardyst fyrr enn 8. mars 2017 ímóti VÍF í Havn. Talan er næsta um tríggjar mánaðir uttan ein landskappingardyst. Gamaní skulu Føroyar spæla landsdystir ímóti Grikkalandi og Kypern 13. og 15. januar, men landskappingin í øðrum londum liggur ikki still í næstan tríggjar mánaðir, tí tveir landsdystir skulu spælast. HSF hevur eisini funnið uppá eina merkiliga steypakapping, sum næstan líkist eini landskapping, og sum ikki finst í øðrum londum. Les meira…

Úr myndasavninum – Neistakvinnur og kyndilskvinnur á 25 ára føðingardegnum hjá Kyndli í 1981

Neistakvinnur og kyndilskvinnur í 1981: St.f.v: Ingibjørg Andreasen, Dagmar Hansen, Elsa Horn, Olga Frederiksen, Karin Joensen, Gunnbjørg Rubeksen, Anna Dalsgarð, Sólrun Klein, Martha Hansen og Hildibjørg Wiehe. Húkandi f.v: Jutta Poulsen, Duddan Thomsen, Margit Poulsen, Malvina á Dunga, Elsa Patursson, Ella Gaard Hansen, Sølvá Nolsøe og Hilda Lamba. (Mynd Evald Larsen)

Stuttligt at síggja myndina av “old girls” kvinnunum, sum Evald Larsen tók á 25 ára føðingardegnum hjá Kyndli. Hetta var í 1981. Tú minnist aftur kvinnurnar, sum stríddust á grúsvøllinum í Gundadali. Neistakvinnur høvdu vunnið fleiri meistaraheiti í 50-árunum, men nú fór fram ættarskifti á neistaliðnum, og liðið var ikki nóg gott at enduvinna meistaraheitið. Í 1960, 1961 og 1962 vann Søljan úr Sandavági, í 1963 VÍF, í 1964 Kyndil, í 1965 Søljan, Neistin í 1966 og 1967 og VÍF í 1968. Les meira…

Tá ið Elton John bergtók fólk og sang á Tórsvølli 29. juni 2010

Fólk vóru ótrúliga væl nøgd við Elton John á Tórsvølli hetta góðveðurskvøldið. (Mynd Álvur)

Týskvøldið 29. juni 2010 var serligt kvøld í Havn. Veðrið var framúrskarandi, púra stilt og klárur himmal, og fólk sóust uttanfyri allastaðni. Men serliga við hesum kvøldi var, at heimskendi bretski sangarin Elton John skuldi á pallin á Tórsvølli klokkan 19. Elton John kom til Føroya við leigaðum íslendskum Dornia 328 flogfari úr Onglandi, og átta tímar seinni fór hann aftur úr Føroyum til Heathrow. Elton John var ótrúligur hetta kvøldið, og 6000 fólk lurtaðu eftir Sir Elton Hercules John, sum er føddur 25. mars 1947. Her eru nakrar myndir, sum ikki eru sæddar áður. Les meira…

Politiska hornið – Sjálvandi skal framvegis kosta at koyra ígjøgnum Vágatunnilin

Vágatunnilin er í tryggjum hondum hjá P/F Vágatunnilin. (Mynd Vagnur)

Eitt áhugavert mál er í hesum døgum í fjølmiðlunum. Vágafólk við Mariusi Dam á odda vilja hava, at tá nú Vágatunnilin er útgoldin, skal ikki longur kosta at koyra undir Vestmannasundi. Jú, høvuðslánið er útgoldið, men tað, sum landið spýtti í tunnilin, er ikki goldið landinum aftur. Áhugaverda í málinum er, at meðan stovnurin Landverk er niðurpýndur sum stovnur, har ikki er nógmikið av peningi at umvæla vegirnar kring landið og keypa maskinur til kavarudding, so skal Landsverk eisini yvirtaka raksturin av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Hetta hongur bara ikki saman. Les meira…

Tíðarætlanin heldur í sambandi við nýggju høllina á Hálsi

Borðtennis og Judo fáa 400 fermetrar stórt rúm til sítt virksemi í niðaru hæddini. (Mynd Vagnur)

Kom fyrrapartin fram við høllini á Hálsi, har menn leggja seinastu hond á stoypuarbeiðið í sambandi við, at nýggj høll skal byggjast aftrat gomlu høllini. Tíðarætlanin heldur, sigur hallarstjórin Dánjal Samuelsen. Tíðarætlanin sigur, at høllin skal vera liðug í desember mánað í 2017. Í niðaru hædd, sum vit síggja á myndini, skal borðtennis og judo húsast í 400 fermetrar stórari høll, sum er hálvur hondbóltsvøllur. Har vera eisini tvey minni skiftingarrúm við brúsum og vs. Í samanbygdu hallunum vera 1400-1600 áskoðarapláss, har brúkast skulu áskoðarapláss, sum kunnu flytast í sambandi við stór tiltøk. Límtræbogarnir í nýggju høllini vera av sama slagi, sum í gomlu høllini. Við nýggju høllini á Hálsi og nýggju høllini á Argjahamri, fáa vetrarítróttagreinirnar í kommununi nógv betri umstøður. Og tað treingir sanniliga til. (Vagnur)