Nøkur orð um trúboðaran William Gibson Sloan (1838 – 1914)

Doktaragrund, har William Sloan mangan hevði útimøti. (Mynd fbókini Frá penni Petur Hábergs)
Doktaragrund, har William Sloan mangan hevði útimøti. (Mynd úr bókini: Frá penni Petur Hábergs)

Í løtuni lesi eg áhugaverda bók, sum eitur ”Frá penni Petur Hábergs”. Nakað fyrst í bókini hugleiðir Petur um trúboðaran William Sloan, sum kom til Føroya í 1865.

Í dagbók síni 28. mai 1865 skrivar William Sloan soleiðis: – Hugur mín hevur verið nógv tikin av viðurskiftunum í Føroyum. Eg havi hoyrt, at har búgva umleið 8000 menniskju, og einir 700 hetlingar royna har at kalla alt summarið, eisini fransar og eingilskmenn, so einir 1000 útlendingar eiga at seta inn í Føroyum hvørt ár. Tað vóru hetlendingar, sum fiskaðu undir Føroyar, sum greiddu Sloan frá støðuni á okkara oyggjum, og Sloan heldur fram.

William Gibson Sloan (838-1914 (Mynd
William Gibson Sloan (1838-1914 (Mynd úr bókini: Frá penni Petur Hábergs)

– Framvegis skilji eg, at einki trúboðanarverk fer fram har á oyggjunum, og at tað eru bert fáir lutherskir prestar til alt hetta fólkið, skrivar Sloan í dagbókini. Sloan var borin í heim Dalry í Ayrshire í Vestur Skotlandi 4. september í 1838. Um hetta mundið fóru andaligar vekingar yvir Ongland og Skotland. Longu sum 23 ára gamal kom hann í samband við tílíka vekingarrørslu.

So ein dag í 1865 tók Sloan avgerð at halda leiðina til Føroya, og Petur Háberg skrivar soleiðis um komuna hjá Sloan, tá hann kom fiskiskipi á Havnina: – Ein ilsligur dagur, og vit kunnu hugsa okkum, at tað hevur ikki verið nøkur lystilig sjón tann fyrsta av høvuðsstaðnum í Føroyum. Skaddan hevur hingið niður yvir reynini, og eini 170 fátækslig hús – tey flestu at kalla meira kroysur og smáttur – trunkaðu seg saman sum skot og smogur við Eysturuvág.

Sjálvur hevur Sloan sagt, at tá ið hann var settur í land, hevði hann eina trygdarkenslu av, at í Føroyum mundi hann ikki fara at kunnu trívast. William Sloan var ein so sera sáttligur og eyðmjúkur maður. Barnavinur var hann, og barnatokka átti hann.

Fyrstu árini ferðaðist hann millum Skotland og Føroyar fyri síðani at búseta seg fast í Føroyum. Hann ferðaðist millum oyggjarnar sum trúboðari, men ikki alla staðni var hann líka væl móttikin, tí fólk vildu ikki hava hesa nýggju læru í bygdunum hjá teimum. William Sloan er kendur fyri hesi orðini: Tro på Jesus, sum hann tók til, hvørja ferð hann møtti og tosaði við fólk.

Nógv er skrivað um William Sloan. Tá eg í bókini hjá Peturi Háberg síggi myndina ovast av Doktaragrund, har Gamli Sloan stundum hevði útimøti, komi eg beinanvegin at hugsa um, at uttan iva hevur langabbi og langomma mín upplivað hesi møtini. Skamt frá Doktaragrund stendur Dalólavstovu, har tey bæði búðu.

Havnin avmyndað um tað mundið. tá ið Sloan kom til Føroya. (Mynd:
Havnin avmyndað um tað mundið. tá ið Sloan kom til Føroya. (Mynd úr bókini: Frá penni Petur Hábergs)

Í 1879 var fyrsti salurin við Tinghúsvegin – Sloan salur – bygdur. Í 1905 bygdu tey Ebenezer, sum var longt í 1932. Eg minnist væl gamal Ebenezer, sum var tikin niður og núverandi stóri bygningurin bygdur á staðnum. Eg sá einastaðni, at 12/13% av føroyingum hoyra til Brøðrasamkomuna. Í mun til fólkatali, so er størsta Brøðrasamkoman í Klaksvík, har út við 40% av íbúgvunum hoyra til Brøðrasamkomuna.

William Sloan fann sær konu í Føroyum, og tey bæði Elspa í Geil og Sloan giftust 11. oktober í 1881. Tey fingu seks børn. Petur Háberg skrivar soleiðis um seinastu løtuna hjá Sloan á hesi fold: Mikukvøldið 2. september 1914 var William Sloan á møti í Ebenezer, og fríggjadagin 4. september legðist hann í songina á 76 ára føðingardag sínum. Læknin kom til William Sloan, men longu sama kvøldið fór hann stillisliga heim til Harra sín, sum hann so trúfastur hevði tænt í so mong ár.

Seinni í bókini skrivar Petur Háberg eisini hugleiðingar um Andrew Sloan son William Sloan, sum á andaliga økinum helt somu kós sum pápin. Eisini áhugaverdur lesnaður. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply