Monthly Archives: november 2016

Politiska hornið – Okkurt er spinnandi galið í okkara samfelag

Tey spara, og so spara tey aftur og aftur.
Tey spara, og so spara tey aftur og aftur. Nær endar sparingin?

Sjálvt um allir pílar í samfelagnum vísa vinkulrætt uppeftir við lágum oljukostna, góðari uppsjóvarvinnu og methøgari aling, so megna vit ikki at hava nóg gott sjúkrahúsverk. Vit skulu byggja undirsjóvartunlar fyri milliardir, vit byggja miðnámsskúla fyri útvið 700 milliónir, fólkaskúlar og havnir fyri hundraðtals milliónir, og so togast fólk í tinginum og í fjølmiðlunum um sekstan milliónir krónur til Landssjúkrahúsið. Tað má vera dapurt hjá starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum aftur og aftur at hoyra um sparingar, og at starvsfólk kanska vera uppsøgd. Hetta hava tey ikki uppiborið. Jú, okkurt er spinnandi galið í okkara samfelag. Les meira…

Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd frá 1905

Vakurt og hugnaligt í miðbýnum. (Mynd: Úr bókini Frá penni Petur Hábergs)
Vakurt og hugnaligt í miðbýnum. (Mynd: Úr bókini Frá penni Petur Hábergs)

Uttan iva er tað aldurdómstekin at leita og hyggja at gomlum myndum. Jú, størri Havnin gerst, jú meira áhugaverdar gerast gomlu myndirnar úr Havn. Í bókini “Frá penni Petur Hábergs”, steðgaði eg góða løtu við myndina omanfyri. Myndin er frá 1905, tá fyrsta “Ebenzer” var bygt, sum vit síggja nærmast til høgru. Vit síggja vakra Kommunuskúlan frá 1895 og Sparikassan frá 1905, sum framvegis eru serliga vøkur bygningsverk í miðbýnum. Áhugavert at sígga fram við Vestaruvág, har vit síggja stóra pakkhúsið hjá Jens Evensen. Konslarapakkhúsið. Hann turkaði millum annað fisk uttandura, sum vit eisini síggja á myndini. Tá eg síggi sethúsini við lagaðu grundunum, hugsi eg mangan, hvussu nógv vakrari henda myndin omanfyri er, enn vit síggja í miðbýnum í dag. Vøkru sethúsini eru skift út við ljótar betongklossar, sum hava ongan vakurleika ella hugna. Tað arkitekttoniska er á nullpunktinum. Fólkatalið um hetta mundið í Havn nærkaðist 2000 fólkum, sum var um 10% av fólkatalinum í Føroyum. Í 2016 búgva 41,9% av fólkunum í Føroyum í Tórshavnar kommunu. Stór miðsavnan í meira enn hunddrað ár. Eisini áhugavert at hyggja út á Argir, hvussu nógv er broytt og útbygt har, síðani myndin var tikin. (Vagnur)

Kyndilsmenn mistu á stokkinum í Hoyvíkshøllini

Skert H71 lið vann óvæntað á Kyndli.
Skert H71 lið vann óvæntað á Kyndli.

Meðan longu mest sum er greitt, at kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár, so er størri kapping í bestu mansdeild. Manskappingina kunnu vit bara gera upp í taptum stigum, tí liðini hava ikki spælt eins nógvar dystir. Óheppið fyri stigatalvuna og spenningin. Eg siti júst og hyggi niður í dómaraseðilin millum H71 og Kyndil, og uttan at hava tosað við nakran, síggi eg, at Kyndil tapti á stokkinum tvey týdningarmikil stig, sum fimm minuttir fyri tíð mest sum vóru í pottinum. Les meira…

Nakrar hugleiðingar aftrat um beiggjarnar í Tórsgøtu

Beiggjarnir í Tórsgøtu: Frá vinstu Vagn Erik, Helge, Ejler og Aage. (Myndaeigari: Einar Michelsen)
Beiggjarnir í Tórsgøtu: Frá vinstru Vagn Erik, Helge, Ejler og Aage. (Myndaeigari: Einar Michelsen)

Hvørja ferð eg komi fram á myndina omanfyri, gerist eg bæði glaður og sorgblíður. Myndin er av pápa mínum Helga Michelsen og beiggjunum Vagn Erik, Ejler og Aage, sum standa í garðinum í barnaheiminum í Tórsgøtu. Altíð hugaligt at síggja hesar fantastiska fittu menninar væl klæddir í klædningi og mín sann eisini vesti. Aage sum altíð við lummauri. Teir vóru fráhaldsmenn, vinmenn og sambandsmenn, men Aage og pápi okkara royktu heilt illa, alt tað eg veit. Sjáldan at síggja teir báðar á mynd uttan sigar, pípu ella sigarett í hondini ella i munnklovanum. Sjálvur havi eg ongantíð roykt, og mangan tosaði eg um júst hetta við pápa mín. Hann skilti ikki, at mær dámdi væl á ungu árum at smakka mær á, og eg skilti ikki, at hann andaði henda dálkaða roykin djúpt niður í lunguni. Vit gjørdust ongantíð samdir, men eg elskaði pápa mín, sum eg sakni hvønn dag, sjálvt um hann doyði longu 16. desember 1985. Hann var mítt og okkara trygdarakker, serliga, tá mamma okkara var sjúk í Danmark 1963-1970. Teir fýra vóru ymiskir. Vagn Erik og Aage høvdu stóran áhuga í politikki og vóru ógvuliga konservativir politiskt, meðan pápi mín og Ejler tosaðu ikki nógv um politikk. Helgi í Smæruni, sum nógv róptu pápa okkara, segði onkuntíð, at Føroyar vóru ov lítil land at vera einsamalt, so var ikki tosað meira um politikk. Sjálvur var eg ikki samdir við teir politiskt. Myndin omanfyri sigur júst tætta sambandið millum beiggjarnar. Pápi okkara og Ejler halda um herðarnar á Vagn Erik og Aage. Plettskot um tætta sambandið millum fýra brøður. Systrarnar vóru tvær. Minna, sum doyða ung av tuberklum og Pitte, sum giftist til Danmarkar. Foreldrini vóru Hans Jacob og Amanda Michelsen. Vagn Erik, sum er 89 ár og einasti á lívi, býr á Tjarnargarði. Myndina fekk eg frá systkinabarninum Einari Michelsen, sum er sonur Ejler. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Serlig steypafinala 25. mars 1987

Neistin 1. deild kvinnur. St.f: Ása Hansen, Marjun Christiansen, Hjørdis Samuelsen, Ingilín Holm, Óluva Djurhuus, Rita Berg, Sigrun Mikkelsen og Mildrið Jacobsen. Neistin 2. deild kvinnur. Húkandi f.v: Fríðun Hansen, Kristina Christiansen, Katrin Müller, Hildur Rasmussen, Kára á Dunga, Tórgerð Klein, Inga Dahl, Birgit Pedersen, Rannvá Hanusardóttir og Marjun Thomsen. (Mynd Vagnur)

Á vári 1987 hendi tað, at 1. kvinnulið og 2. kvinnulið hjá Neistanum spældu seg í finaluna í steypakappingini. Bestu liðunum itu tá 1. deild kvinnur og 1. deild menn. Neistafólk vóru ógvuliga spent henda dagin, tí mett var, at 2. deildarliðið við fleiri royndum spælarum hevði eins góðan møguleika at vinna steypafinaluna. Nógvir áskoðarar vildu síggja hesa uppgerð. Áskoðararnir fingu eisini ein javnan, harðan og spennandi finaludyst. Og tað var um reppið, at 2. deildarlið fór avstað við sigrinum, tí mistur bóltur gjørdi av steypafinaluna. 25. mars 1987 vunnu neistakvinnur í 1. deild steypafinaludystin 13-12 á neistakvinnum í 2. deild. Eg hava funnið fram felagsmyndina av báðum liðunum frá minniliga steypadegnum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – U20 NM-kapping var í Føroyum í 1995

U20 landsliðið í 1995:
U20 landsliðið í 1995. St.f.v: Hans Elias Johannesen, hjálpari, Simun Olsen, hjálpari, Petur Martin Poulsen, KÍF, Ólavur Brimnes, VÍF, Tróndur Bogason, Neistin, Tróndur Joensen, Kyndil, Rúni Poulsen, Kyndil, Áki Olsen, VÍF, Símun Eliasen, Stjørnan, Bárður Johannessen, Kyndil, Jónálvur Johannesen, KÍF og Kári Durhuus, venjari. Húkandi fr.v: Búi Holm, Kyndil, Jens Marni Hansen, KÍF, Høgni Vilhelmsen, Kyndil, Hans á Lag, Kyndil, Jóhan Danielsen, StíF, Regin Johannessen, Kyndil og Tummas Johansen, StÍF.

Eg fann í myndasavninum omanfyri mynd av U20 landsliðnum í hondbólti frá 1995. NM-kappingin varð hetta árið hildin í Føroyum í døgunum 10.11.og 12.august, og norðurlondini vóru Svøríkí, Noreg, Danmark, Ísland og Føroyar. Føroyska landsliðið var væl mannað og tapti bara við einum máli fyri Íslandi 22-23, dystur spældur í Havn. Í høllini á Skála taptu Føroyar 20-24 fyri Noregi, og síðani taptu okkara menn fyri Svørikí 17-31 á Skála og 18-32 fyri Danmark í Vestmanna. Í dag nærkast spælararnir teimum fjøruti árunum, og onkur teirra er farin um tey fjøruti árini. Søgulig og áhugaverd hondbóltsmynd. (Vagnur)

Margretha Næss var einasta kvinna í læraraflokkinum

Læraraprógv 1966: Aftast f.v. Suni Svabo Samuelsen, Mið´vág, Heini Davidsen, Tórshavn, Jóannes Fonsdal, Vestmanna, Harald Hammer, Trongisvági, Atli Hansen, Fuglafirði og Hans Eli Hansen, Klaksvík. Miðraðið f.v: Bjarni Niclasen, lærari, Ludvig Petersen, lærari, Kaj Aage Troest, Tórshavn, Poul Nolsøe, Tórshanv, Pauli Nielsen, Sandavági, Svend Petersen, Fuglafirði, Símun Mikael Poulsen, Árnafirði, Raganar Johansen, Vági, Thomas Nygaard, lærari og Sofus Joensen, lærari. Fremst f.v. Martin Holm, lærari, Niels Brimnes, Vestmanna, Karl N. Hansen, Leirvík, Bjarni Jacobsen, Klaksvík, Margretha Zacharirassen (Næss), Vestmanna/Tórshavn, Oddur Petersen, Sørvági, Rúni Øregaard, Gøtu og Osmund Joensen, Sandavági. (Mynd: Havnin - fólk og yrki)
Læraraprógv 1966: Aftast f.v. Suni Svabo Samuelsen, Miðvági, Heini Davidsen, Tórshavn, Jóannes Fonsdal, Vestmanna, Harald Hammer, Trongisvági, Atli Hansen, Fuglafirði og Hans Eli Hansen, Klaksvík. Miðraðið f.v: Bjarni Niclasen, lærari, Ludvig Petersen, lærari, Kaj Aage Troest, Tórshavn, Poul Nolsøe, Tórshavn, Pauli Nielsen, Sandavági, Svend Petersen, Fuglafirði, Símun Mikael Poulsen, Árnafirði, Ragnar Johansen, Vági, Thomas Nygaard, lærari og Sofus Joensen, lærari. Fremst f.v. Martin Holm, lærari, Niels Brimnes, Vestmanna, Karl N. Hansen, Leirvík, Bjarni Jacobsen, Klaksvík, Margretha Zacharirassen (Næss), Vestmanna/Tórshavn, Oddur Petersen, Sørvági, Rúni Øregaard, Gøtu og Osmund Joensen, Sandavági. (Mynd: Lützens foto)

Tá eg í gjár hoyrdi og sá í fjølmiðlunum, at grannakonan Margretha Næss hevði fingið kærleiksúluna frá Dugna fyri hennara stóra undangonguarbeiði at fáa føroyskan skaldskap inn á ljóðbøkur, kom eg at hugsa um sjaldsama mynd av lærarum, sum í 1966 fingu prógv á Føroya læraraskúla. Margretha er einasta kvinna á myndini, og fyri 1966 og árini eftir 1966 vóru nógv fleiri menn enn kvinnur, sum lærdu til lærara. Nú vit skriva 2016 er vent í holuni, tí kvinnuligu lærararnir eru meiriluta í fólkaskúlunum. Les meira…

”Mannfallið” av kvinnuspælarum í Vestmanna er syrgiligt

Spell, at umstøðurnar skuldu broytast so nógv hjá VÍF kvinnum.
Spell, at umstøðurnar skuldu broytast so nógv hjá VÍF kvinnum.

Tá eg sunnudagin á Rás 2 lurtaði eftir hondbóltsfrásagnum, reikaðu tankarnir um kvinnuliðið hjá VÍF, sum tapti stórt fyri Kyndli. Sjálvt frásøgumaðurin misti flogið, tí spenningurin fór tíðliga úr dystinum. Eg hugsaði, hvussu torført venjarin Geir Wardum hevur havt tað seinasta hálvt annað árið. Ørkymlandi venjarauppgáva má sigast. Alt sá bjart út frá kappingarbyrjan í fjør, og útsagnirnar úr Vestmanna vóru: Vit ætla at vinna FM. VÍF hevði tá manning at vinna FM, men so leyp manningaskriðan, sum í hondbóltshøpi er syrgilig. Eg havi hitt VÌF-venjaran Geir Wardum.  Les meira…

Úr myndasavninum – Pápabeiggin er bara fjúrtan, fimtan ára gamal

Sivila loftverjan í Havn . Aftast f.v: Trygvi Restoff, Jákup Frederik Olsen, Napoleon Christiansen "Poli í Mattalág, Hilmar Christiansen og og Birgir Fylling. Miðraðið f.v: Hans Vang Hansen, Mourits Mohr, Andor Eirikstoft, Torbjørn Zachariassen og Òlavur Dalsgarð. Fremst f.v. Vagn Erik Michelsen, Maria Krog, Anna Sofía Mouritsen, Anna Kristina Nolsøe og Bogi Winther,. (Mynd Fornminnissavanið)
Sivila loftverjan í Havn . Aftast f.v: Trygvi Restoff, Jákup Frederik Olsen, Napoleon Christiansen “Poli í Mattalág, Hilmar Christiansen og Birgir Fylling. Miðraðið f.v: Hans Vang Hansen, Mourits Mohr, Andor Eirikstoft, Torbjørn Zachariassen og Ólavur Dalsgarð. Fremst f.v. Vagn Erik Michelsen, Maria Krog, Anna Sofía Mouritsen, Anna Kristina Nolsøe og Bogi Winther,. (Mynd Fornminnissavniið)

Myndin omanfyri er fyri meg ógvuliga áhugaverd, tí eg minnist mest sum øll hesi fólkini. Pápabeiggi mín Vagn Erik Michelsen situr fremst niðast til vinstru. Løgið at hugsa sær, at hann sum bara fjúrtan, fimtan ára gamal situr har við hjálmi á høvdinum. Yvirskiftin til myndina frá seinna heimsbardaga eitur “Sivila loftverjan”, sum helt til á Ellisheiminum árini 1941-1942. Vagn Erik er føddur 14. juni 1927, so hann er á myndini bara fjúrtan, fimtan ára gamal unglingi. Hann býr á Tjarnargarði og er dementur. Vagn Erik plagdi at siga, at eitt av arbeiðinum hjá Sivilu loftverjuni var at syrgja fyri, at Havnin var myrkaløgd. Tey gingu millum húsini at kanna, um ljós kom úr húsum, og um so var, bankaðu tey á dyrnar hjá fólki, so tey fingu okkurt klæði fyri vindeyguni. Vagn Erik arbeiddi langt lív á Telegrafstøðini, og næsta ár fyllir hann hálvfems ár. Fólk kunnu siga mær og øðrum, um nakar enn Vagn Erik er enn á lívi. Sigi hetta, tí tað sýnist, sum Vagn Erik er yngstur á myndini. Nógvar síður kunnu skrivast um einstøku fólkini á myndini. (Vagnur)