H71, VÍF og Kyndil koma at kappast um FM-finaluplássini, heldur Claus

Ætlar Kyndil sær í FM-finalurnar, so má Hørður stýra verjuspælinum, heldur Claus.
Ætlar Kyndil sær í FM-finalurnar, so má Hørður stýra verjuspælinum, heldur Claus.

Hyggja vit í stigatalvuna hjá bestu mansliðum í hondbólti, síggja vit sjáldsama stigatalvu, sum vit ikki hava sæð áður. Liðini spæla fýra umfør í grundspælinum, og longu í fyrsta umfari hava øll liðini misti fýra ella fleiri stig. Fimm lið við átta stigum boðar frá javnari og spennandi kapping um at náa FM-finalurnar. Claus Rasmussen, sum eigur son í bestu deildini, sær heilt nógvar mansdystir, og hann havi eg biðið sett mær nøkur orð á fyrsta umfar. – Tað vera H71, VÍF og Kyndil, sum koma at manna ovastu plássini, og serliga haldi eg, at Kyndil kemur longri upp á tindin, men so má mangan skaddi Hørður stýra verjuspælinum, sigur Claus og heldur fram. Ovara stigatalvan er talvan nú, og niðara talvan somu tíð í fjør. . 

Claus heldur, at tað er óskikkur at hava sekstan spælarar á dómaraseðlinum. (Mynd Vagnur)
Claus heldur, at tað er óskikkur at hava sekstan spælarar á dómaraseðlinum. (Mynd Vagnur)

– Fara vit fyrst til H71, so hevur liðið nýggjan venjara, sum sær út at leita eftir eini grundstammu, og hana hevur hann ikki rættiliga funnið enn serliga í verjuspælinum. Hann er farin at brúka Peter Krogh í miðverjuni og hevur flutt Sigmund Dahl á bakkin. Hetta riggar ikki væl, og tí er verjan ikki eins góð og seinasta kappingarár. Tá mótstøðuliðini verja eina skeiva 5-1 verju, har hugt verður serliga eftir Peter Krogh, so finnur liðið ikki rættiliga álopsloysnirnar. Hinir H71 spælararnir sýnast at gerast ørkymlaðir. Spælarar eru í góðari venjing og eru væl fyrireikaðir til kappingina, so H71 verður heilt ovarlaga allan veturin.

– Tølini tala fyri seg, tá VÍF spælir 10-10 ímóti H71 í fyrra hálvleiki um vikuskiftið fyri síðani at vera avsmurdir í seinni hálvleiki. VÍF liðið beinleiðis runnið um koll. Orsøkin er Julian Olsen, sum stýrir álopsspælinum, og sum var vístur av vølli henda dagin. Eingin annar VÍF spælari megnar at stýra spælinum á miðjuni sum Julian. Hann hevur sama spælistíl sum pápin Ingi Olsen hevði. VÌF liðið er nógv broytt síðani seinasta kappingarár og serliga í verjupartinum, men manningin er so mikið góð, at VÍF er millum trý ovastu liðini eisini í næsta umfarinum í grundspælinum og uttan iva allan veturin.talvan-1

– So løgið tað ljóðar, so stendur og fellur kyndilsverjan við íslendingnum Hørði, sum bæði í ár og seinasta ár hevur verið plágaður av skaða. Er hann við, so er hetta lykilin til eitt FM-finalupláss. Í álopinum skjýtur kyndilsliðið nóg mikið á málum í flestu dystum, og nú dugur liðið betur at loysa trupulleikan, tá David Edvardsen verður mansvardur. Hetta var stóri veikleikin seinasta kappingarár. Eitt fullmannað kyndilslið verður millum trý ovastu liðini og nær uttan eisini eitt FM-finalupláss.

– Neistaliðið hevur unga góða manning, men har vantar ein eldri spælari, sum megnar at enda dystin væl, tí Neistin hevur í fleiri dystum leiðsluna langt inn í seinna hálvleik, men so megnar liðið ikki at “lukka” dystin. Hetta sóu vit millum annað í dystinum ímóti Kyndli. OK ímóti StíF sunnudagin eydnaðist tað. Neistamenn koma at vinna á toppliðunum, sum liðið gjørdi seinasta vetur, men tað seinasta kemur at vanta í, at liðið nær eitt FM-finalupláss. Eftir næsta umfar í grundspælinum er Neistin framvegis nummar fýra, rokni eg við. Men hetta er bara gitingar.

– Stíf liðið er mannað við nógvum heilt kvikum og skjótum spælarum, sum allir ikki eru so stórir. Tað er næstan bara Sveinur, sum kann skjóta útifrá, meðan hinir mugu klára seg við gjøgnumbrotsspæli. Hetta er ein trupulleiki, tí mótstøðuliðini verja tá eina flata 6-0 verju. Men hini liðini skulu tó ikki renna um kapp við Stíf, tí teir spæla og renna skjótt. Sum støðan er í løtuni, nær StÍf ikki FM-finaluplássi. Liðið er viknað eitt sindur frá seinasta kappingarár. (Niðara stigatalvan er stigatalvan somu tíð í fjør)talvan

– Ikki rokni eg við, at KÍF liðið kemur upp á tindin í hesum kappingarárinum. Liðið hevur góða grundstammu, men tá skiftast skal út, so vanta nóg góðir spælarar. Álopsspælið stendur og fellur við Hans Eli og Rúna, og í verjupartinum skulu brøðurnir Rógvi og Tony spæla heitl væl, skal liðið vinna. Breiddin á KÍF liðnum er ikki nóg góð, og henda trupuleikan kemur liðið uttan iva at dragast við allan vetur.

– Tað, sum eg havi sæð higartil, so er alt Team Klaksvík liðið rætt og slætt ikki í nóg góðari venjing. Í løtuni megnar liðið at fylgja við í fjøruti minuttir, tað er alt. Skal liðið fáa fleiri stig, so má venjingarstøðan broytast munandi. Tó so, liðið hevur hampuliga góða manning við høgum monnum í miðverjuni. Tá venjingarstøðan ikki er nóg góð, so koma villurnar í álopsspælinum, og so orka spælarar ikki at renna aftur, tá mótstøðuliðið fer í skjótálop, sigur Claus at enda.

Leggjast skal aftrat, at Claus heldur, at tað er óskikkur, at nógv lið hava sekstan spælarar á dómaraseðlinum. Fleiri spælarar sita á beinkinum enn spæla á vøllinum. Hann heldur at  venjarin kunnu vera pressaður at skifta út, tí so nógvir spælarar sita á beinkinum og vilja spæla. Hesir spælarar, sum ikki spæla er bæði við til taktikkfundir, allir sekstan hita upp fyri síðani nakrir at sita á beinkinum allan dystin, Skulu teir so spæla í 1. deild,  so skulu teir aftur hita upp. Hetta gerst langur hondbóltsdagur hjá mangan ungu spælarunum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply