Monthly Archives: oktober 2016

Úr myndasavninum – Saltsølan bygd í 1956 og útbygd í 1961

Saltsølan avmyndað í 1961. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)
Saltsølan avmyndað í 1961. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Nógv umrødda Saltsølan, sum nú er partur av valstríðnum í Havn, hevur sína søgu. Ì 1950-árunum øktist virksemið so mikið nógv á Vestaru bryggju, at neyðugt var við útbyggingum. Fiskasentralurin, Bacalao, Skipasmiðjan og Saltsølan húsaðu fleiri hundrað arbeiðsplássum. Hetta var alt í okkara barna – og ungdómsárum. Saltsølan, sum var verulig saltsøla við stórum krana á bryggjuni, var bygd miðskeiðis í 1950-árunum, og myndin omanfyri er frá 1961, tá tey víðkaðu um virksemið í Saltsøluni. Í fyrsta bygninginum var eisini tunnuvirkið, men eftirspurningurin var so mikið stórur eftir sildatunnum, at víðkast mátti um húsið vestureftir. Tú undrast uttan iva, hví so nógv fólk eru við Saltsøluna henda dagin í 1961. Orsøkin er, at eldur kom í Saltsøluna, og tá brandlúðurin tá hoyrdist um alla Havnina, tysjaðu fólk avstað at hyggja at eldinum. Soleiðis er ikki longur, tí nú fáa brandfólk boðini á fartelefonina. Tá eg síggi slíkar myndir sum hana omanfyri, undrist eg á, hvussu órudduligt er nógvastaðni. Nú er hesin hugburður tíbetur broyttur til tað nógv betra. Ja, og so nógv umrødda Saltsøla? Tórshavnar Havn umvælir ein bygning fyri fleiri enn 100 milliónir krónur, sum upprunaliga skuldi brúkast til fiskivinnuna millum annað gransking. Men, nú vil eingin kennast við nýggju hølini. Meðan umvælingin er farin fram, skuldi bæði býráðið, hotellvirksemi og lestraríbúðir húsast í bygninginum. Spennandi, hvussu alt hetta spælir av. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Trýss ár eru millum myndirnar frá Skinnaraskeri og inn í Vágsbotn

Áhugaverda myndin tikin miðskeiðis í 1950-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)
Áhugaverda myndin tikin miðskeiðis í 1950-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Tá eg seinnapartin leygardagin stóð á Skinnaraskeri Úti í Bakka í Havn, kom eg at hugsa um mynd, sum Christian Holm Jacobsen, sáli, tók miðskeiðis í 1950-árunum. Christian hevði sum oftast myndatólið við sær og hevur tikið nógvar frálíkar myndir. Leygardagin og nú trýss ár seinni hevði eg eisini myndatólið við mær. Áhugavert kundi verið sammett báðar myndirnar. Nógv er ikki broytt hesi trýss árini, tó so, tíðirnar eru broyttar heilt nógv, sæst á myndunum. Í 1950-árunum vóru tíðirnar ikki góðar í Føroyum, men tað eru tíðirnar so sanniliga í 2016.   Les meira…

Úr myndasavninum – Nógv er broytt á vestaru bryggju

Myndin sigur mær ótrúliga nógv. (Mynd Fornminnissavnið)
Myndin sigur mær ómetaliga nógv. Nærmast sæst Esso Søldafjørð. (Mynd Fornminnissavnið)

Nú ein dagin kom eg fram á myndina omanfyri, sum sigur mær ómetaliga nógv, tí vit frá barnaárum komu so nógv oman til sjóvarmálan. Eg minnist væl, tá ið Saltsølan varð bygd í 1956, og minnist eisini, tá ið menn gjørdu høgar betongkistur at søkka á botnin, tá ið bryggjurnar vórðu gjørdar. Og so síggi eg fyri mær stjóran í Saltsøluni Hans Paula Johannesen, sum hoyrdist, hvar hann gekk á bryggjuni. Les meira…

Gjald skal leggja á bilførarar, sum koyra við píkadekkum

Fólk, sum koyra við píkum, skulu sjálvandi gjalda eitt píkagjald.
Fólk, sum koyra við píkum, skulu sjálvandi gjalda eitt píkagjald.

Herfyri hoyrdu vit í fjølmiðlunum, at Landsverk hevði ikki pening at viðlíkahalda vegirnar kring landið. Nógvastaðni eru vegirnir so illa farnir, at vandi er fyri trygdini. Til tess at fáa meira pening til viðlíkahald, var nevnt at hækka vegskattin. Eg haldi, at áðrenn alt hetta verður gjørt, skal kikarin allar fyrst vendast ímóti píkadekkunum, sum er stóri syndarin. Ì Havn síggja vit longu fyrsta dagin, loyvt er at koyra við píkum, hvussu skitnir bilarnir gerast. Hví? Tí píkarnir skava ovasta lagi av asfaltinum av vegunum, sum blandað við vatni fer allastaðni. Er turt í veðrinum, sæst asfaltstøvið í luftini, sum fólk anda í seg. Vegjaðararnir eru svartir av asfaltstøvi. Í Havn er í hvørfall ikki neyðugt at koyra við píkum. Og tá bussarnir ikki koyra við píkum, hví skulu so persónbilar gera tað. Eg havi ongantið nú í 48 ár koyrt við píkum, og eg koyri hvønn einasta dag í árinum bæði við abbabørnum niðan á Hamaran og út í Havnardal. Skilji ikki, at Tórshavnar kommuna einaferð med alla ikki slær nevan í borðið og sigur: Eingin píkur innanfyri bøgarðarnar í Havn. Tá er nógv vunnið bæði fyri spardar umvælingar av vegum og heilsuna hjá borgarunum. Tað minsta vit kunnu krevja kring landið er, at tey sum koyra við píkum, skulu gjalda eitt píkagjald, sum kann fara í pengakassan, sum skal umvæla slitnu vegirnar. Nú finnast so mikið góð vetrardekk uttan píkar, at eingin umbering er at koyra við píkadekkum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Vit eru við Landavegin umleið í 1920

Áhugaverd mynd við Landavegin í 1920. (Mynd Fornminnissavnið)
Áhugaverd mynd við Landavegin í 1920. Stóru hvítu húsini til vinstru eru postmeistarahúsini. (Mynd Fornminnissavnið)

Myndin omanfyri er fyri meg ógvuliga áhugaverd, tí hetta er einasta heildarmynd av økinum við Landavegin, eg havi sæð frá gamlari tíð. Abbi og omma mín Christian og Sigrid Christiansen bygdu sær hús við Landavegin í 1901. Hugaligt at síggja grasfløturnar, har nú alt er bygt bæði sethús og nógvir almennir stovnar millum annað skúlar, fróðskaparsetur og heilsufrøðilig starvsstova. Eg havi prátað um myndina við mammu, sum er 98 ára gomul og er fødd við Landavegin. Hon býr á Ellisheiminum.  Les meira…

Úr myndasavninum – fimleikarar úr HF á noregsferð í 1970 (e)

HF fimleikarar ávegis til Noregs í 1970. Fremst frá vinstru: Nicolina Sørensen, Bergljót Debes Hentze, Hjørdis Mortensen, Matha Johannesen , Johanna Poulsen, Elisabeth Mikkelsen, venjari og Durit Reinert. Aftast frá vinstu: Frígerð Hansen, Marna Skylv Hansen, Johanna Maria Ludvig og Marjun Hanusardóttir.
HF-fimleikarar ávegis til Noregs í 1970. Fremst frá vinstru: Nicolina Sørensen, Bergljót Debes Hentze, Hjørdis Mortensen, Martha Johannesen, Jóhanna Poulsen, Elisabeth Mikkelsen, venjari, og Durid Reinert. Aftast frá vinstru: Frígerð Hansen, Marna Skylv Hansen, Johanna Maria Hansen og Marjun Hanusardóttir. (Myndaeigari Martha)

Fyri nøkrum vikum síðani spákaði eg inni í Kommunuskúlagarðinum, og sjálvandi reikaði tankarnir um tíðina, tá eg gekk í skúla har. Steindeyður garður, illa farin skúli og eingir næmingar. Knappliga kom eg at hugsa um eina mynd av fimleikarum, sum eg hevði sæð í bókini ÍSF 50 ár, sum kom út í 1989. Heimkomin fann eg myndina av ungum og vøkrum fimleikagentum avmynaðar í trappuni millum garðarnar. Sjálvt um eingi nøvn vóru undir myndini, so kendi eg mest sum allar ungu kvinnurnar, sum eru javngamlar við meg. Les meira…

Kvinnurnar stýra hondbóltsfeløgunum í Suðurstreymoy

jkjkjk
Eg havi ikki angrað avgerðina at taka við forkvinnustarvinum í Kyndli, sigur Maibritt. (Mynd Vagnur)

Uttan iva geva fólk sær ikki far um, at forkvinnurnar í Kyndli, Neistanum, H71 og ÍA eru kvinnur. Eisini er forkvinnan í Hondbóltssambandinum kvinna. Sig so tað. Í Kyndli eitur forkvinnan Maibritt Johannessen, sum ikki sjálv hevur spælt hondbólt, men sum eigur trý børn, sum spæla í Kyndli. Bárður maður Maibritt kenna vit sum málmann í HB og sum spælara og venjara í Kyndli. Hvat fær eina 44 ára gamla konu at taka av ábyrgdarfullum starvi sum forkvinna í stórum hondbóltsfelag? Maibritt er nýggj í nevndini í Kyndli. Hetta hava eg tosað við Maibritt um, sum millum annað sigur, at tað er áhugin og forvitni um felagsarbeiði, sum fekk hana at taka við avbjóðingini. Les meira…

Politiska hornið – Janus Rein og viðmerkingar um Saltsøluna

Vinnan skal sjálvandi halda til við sjóvarmálan. (Mynd Vagnur)
Skott er millum pengakassan hjá Tórshavnar havn og høvuðskassan hjá Tórshavnar kommuni, sigur Janus Rein. (Mynd Vagnur)

Síggi, at fyrrverandi løgtingslimurin Janus Rein hevur áhugaverda viðmerking til grein um Saltsøluna. Janus sigur, at fólk fara skeiv, tá tey halda, at tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur brúkt fleiri enn hundrað milliónir krónur til tess at umvæla Saltsøluna. Tað hevur kommunan ikki, men at Tórshavnar havn ber kostnaðin, sigur Janus. Men er tað nú allur sannleikin? Les meira…

Úr myndasavninum – Umleið 100 ár eru millum báðar myndirnar

kjkjj
Áhugaverd mynd, sum eg vildi mett er tikin umleið í 1920. (Mynd Havnin fólk og yrki)

Myndin omanfyri er áhugaverd, tí her síggja vit, at Havnin fyri 1923 var brimpláss. Farið var undir at byggja Molan í 1923. Annað byggiistigið at leingja Molan fór fram í tíðarskeiðinum 1945-55 og triðja byggistigið í tíðarskeiðinum 1955-1975. Eftir 1975 kundu skip liggja trygt á Havnini. Men soleiðis var ikki á myndini omanfyri. Spurningurin er so, nær myndin er tikin? Vit hava nakrar bygningar at meta okkum eftir. Mynd av Havnini í 2016 sæst niðanfyri.  Les meira…

Losjan og stóri steinurin vóru einaferð býarmyndir í Havn

Einferð var Losjan og steinur býarmynd í Havn . (Mynd bókin Losjan støt viljen 100 ár)
Uttan iva hava tey ikki torað at sprongt stóra steinin, tí kanska var hann íbygdur. Ella hevur kostað ov nógv at fingið steinin burtur. (Mynd: Bókin Losjan støt viljen 100 ár)

Løgið at hugsa sær, at í mínum ungdómsdøgum vóru tjúgu losjur í Føroyum. Tildømis losja í Tjørnuvík, Haldarsvík og á Eiði. Nógv virksemi var í Losjuni í Havn, og so mikið nógv, at tey í 1956 stovnaðu Ungmannafelagið Kyndil. Limir í Losjuni vóru eisini millum bestu borðtennisspælarar í landinum, og fara vit longur aftur, spældu losjulimir eisini fótbólt í sambandi við ymisk tiltøk. Í 1960-árunum gingu vit í dansi í Losjuni, har altíð nógv ungfólk komu í dans. Tá eg hyggi í frálíku bókina Losjan støtt viljen 100 ár, síggi eg, at abbi mín Hans Jacob Michelsen í 1928 var formaður í nevndini, sum skuldu savna inn pening til umbygging av Losjuni. Les meira…