Úr myndasavninum – Í 1977 broyttist býarmyndin í Steinatúni

Minnist væl handilin hjá Karl F, sum vóru tikin niður, tá Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta vóru bundnar saman. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Minnist væl handilin hjá Karl F, sum var tikin niður, tá Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta vóru bundnar saman. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Myndin omanfyri er áhugaverd fyri serliga okkum, sum minnast handilin hjá Karl F. Johansen. Karl hevði matvøru- & slaktarahandil í Steinagøtu frá 1920 til 1940, tá Karl andaðist. Handilin var á horninum Tórsgøta/Steinatún. Familjan helt fram at handla eftir 1940, og eg minnist væl, tá eftirkomararnir hjá Karl F stóðu fyri handlinum. Í 1977 skuldi Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta bindasta saman, og tá vóru húsini hjá Karl F, sum húsini og handilin vóru rópt, tikin niður. Løgið at hugsa sær, at tá var Tórsgøta ein av høvuðsgøtunum í Havn. Á myndini síggja vit ein ljóssteyra “lyktapela”, sum teir tá vóru nevndir. Hesir ljóssteyrar er søga, tí nú verða allir el-kaðalar lagdir í vegirnar. Komi at hugsa um pápa mín, sum var føddur í 1913 í húsi við Tórsgøtu til høgru longri uppi í brekkuni. Hann plagdi at siga okkum, at tey plagdu um veturin at skreiða á sledu oman Tórsgøtu og kappast um, hvør kom longst út á bryggjuna niðri í Vágsbotni. Økið í Steinatúni er nógv broytt hesi fýrati árini, síðani Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta vóru bundnar saman í 1977. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Úr myndasavninum – Í 1977 broyttist býarmyndin í Steinatúni

  1. Minnist væl, tá tvær broytir komu á staðið og bókstaviliga knústu húsini hjá Karl F og Demmus niður í pinnabrenni.

    Eg arbeiddi tá í ovastu hædd í Føroya Banka (undir takskegginum), sum vendi móti Steinatúni. Vit ungu bankamenn høvdu fasta rutu inn at keypa frá Heina hjá Karl hjá Vága Heina. Eisini vóru ørindini viðhvørt inn til Axel og Kjartan, sum arbeiddu sum skómakarar í kjallaranum hjá Demmus. Eingangs skógvarnir høvdu tá enn ikki yvirtikið skógvamarknaðin, men skógvarnir
    skuldu “forsollast”

Leave a reply