Øll skilaleys sigling á Havnarvág má steðgast beinanvegin

Hetta skeltið hekk einaferð á Molanum men er tikið niður. Hvør skal: Sigli skjótt til vilja á Havnarvág. (Mynd Vagnur)
Hetta skeltið hekk einaferð á Molanum, men er tikið niður. Hvør skal siga: Siglið so skjótt tit vilja á Havnarvág. Kundi hugsað mær at fingið at vita, hví skeltið er tikið niður. (Mynd Vagnur)

Fríggjakvøldið um átta tíðina sat eg í bilinum á “Ískaiini” og eygleiddi tveir vatnskutarar, sum spældu sær á Havnarvág. Í løtum sigldu skutararnir millum 70-100 km/t um tíman. Løtu seinni møtti eg landspolitikara, har vit umrøddu hesa skilaleysu sigling á Havnarvág. Hann tók millum annað nakað soleiðis til. – Tórshavnar kommuna átti beinanvegin steðgað teimum skjóttgangandi bátunum, sum sigla við ungfólki á ólavsøku, Voxbotn og øðrum tiltøkum, segði viðkomandi. Í Føroyum skulu vannlukkur fyrst henda, áðrenn nakað verður gjørt. Eitt samdøgur eftir hendingina á “Ískaini”, lesi eg leygarkvøldið á in.fo, at vatnskutari hevur rent á land í Leirvík.

Tað eru hesir skjóttgangandi bátarnar og vatnskutararnir, sum skulu fáa forboð at sigla á Havnarvág. (Mynd Vagnur)
Tað eru hesir skjóttgangandi bátarnar og vatnskutararnir, sum skulu fáa forboð at sigla á Havnarvág í hvørfall við hesi ferðini, sum báturin á myndini hevur. (Mynd Vagnur)

Tá Voxbotn var í 2015, var ein abbadóttir mín, sum tá var trettan ára gomul, farin í ein av hesum skjóttgangandi bátunum. Gentan er ikki stór á vøkstri og skuldi í eina dragt, sum var alt ov stór. Hetta kvøldið var mjørki undir Argjalandi, og skjóttgangandi báturin sigldi við nógvari ferð inn í mjørkan og snaraði knappliga rund. Fólk ýldu, og abbadóttirin gjørdist so bangin, at hon ongantíð aftur fer í slíkan bát. Abbadóttirin segði mær, at fleirí ávirkaði ungfólk vóru í bátinum. Ein beiggi mín var hetta kvøldið á veg til húsa og hoyrdi hesi ýlini í fjørðinum.

Nú fylgi eg væl við kappróðri, og tað er vorðið so galið í Havn um summarið, at kappróðrarbátar fáa ikki vant fyri skjóttgangandi bátum og vatnskutarum á Havnarvág, tí hesi førini geva so nógvar aldur frá sær. Summir bátar eru farnir á Kollafjørð at venja. Eg sá einastaðni havnarmeistaran siga, at stór skip hava trupulleikar av kappróðrarbátum, og at eingin reglugerð er fyri skjóttgangandi bátum og vatnskutarum á Havnarvág. Eg havi fleiri ferð skrivað um skilaleysu siglingina á Havnarvág, men tað rínur ikki við á Havnarskrivstovuni.

Myndin er tikin í dag 14. august 2016. Einki skelti um ferð hongur longur á Molan. Hví?
Myndin er tikin í dag 14. august 2016. Einki skelti um ferð hongur longur á Molan. Hví? (Mynd Vagnur)

Eg vil siga tað soleiðis, at tað er ábyrgdarleyst av Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu bara at lata standa til. Tí vit vita, at fyrr ella seinni hendir ein vannlukku. Fer ein av hesum skjóttgangandi bátum við nógvari ferð runt við nógvum ungfólki, so kunnu vit ímynda okkum avleiðingarnar. Var eg havnarmeistari ella formaður í havnarnevndini, so hevði eg ikki sovið trygt um náttina vitandi um, hvat fer fram á Havnarvág. Um einki lógarverk er fyri slíkari sigling á Havnarvág, so er fáa gjørt eitt lógarverk beinanvegin.

Skal ferðslunevndin í Havn tildømis broyta okkurt skeltið í Havn, so skal málið ikki í løgtingið. Tórshavnar kommuna eigur Tórshavnar havn og kann seta krøv, hvussu siglast skal á Havnarvág. Tórshavnar kommuna skal beinanvegin geva havnarmeistaranum boð um at fáa steðgað allari skilaleysari sigling á Havnavág og fáa steðgað, at skjóttgangandi bátar sigla við ungfólki á ólavsøku og millum annað á Voxbotn og øðrum slíkum tiltøkum. Vit mugu ikki bíða, til vannlukka er hend.

Øll sigling við ungfólk í sambandi við ymisk tiltøk í Havn eiga at stegða beinanvegin. (Mynd Vagnur)
Øll sigling við ungfólki í sambandi við ymisk tiltøk í Havn eiga at steðga beinanvegin. (Mynd Vagnur)

Mær er sagt, at vatnskutarar kunnu sigla upp til 115 km/t. Tað kann tá tykjast løgið, at meðan tú í Havn bert hevur loyvi at koyra 50 km/t á vegunum og á nøkrum strekkjum 30 km/t, so kanst tú sigla við 100 km/t á Havnarvág. Her er sjálvandi okkurt spinnandi galið. Verður tú tikin at koyra 115 km/t í Havn, so missir tú koyrikortið á staðnum. Tá tað kemur til kappróðrarbátar um summarið, so fáa tey ungu boð um, hvussu tey skulu sigla. Annars hava kappróðrarbátar sama rætt á Havnarvág sum øll onnur før, skal eg heilsa og siga. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Øll skilaleys sigling á Havnarvág má steðgast beinanvegin

Leave a reply