Monthly Archives: august 2016

Úr myndasavninum – Hugleiðingar um okkara fyrsta rottanga og vesi

Betongrottangi sæst til høgru.
Betongrottangi sæst til høgru, og húsini hjá okkum koma undan vinstrumegin. Smádrongurin er Torbjørn beiggi mín.

Føroyska samfelagið er nógv broytt í allar mátar, síðani vit vóru børn í 1950-árunum. Húsini hjá okkum eru bygd í 1941, og í húsinum var einki nútíðar vesi men bara nátthús og bukka. Minnist einki ringt at fara á bukkuna, men stórur dagur var heima hjá okkum, tá rottangi var grivin í bøin uttanfyri, og bukkan skift út við nútíðar vesi. Minnist væl, tá nýggja vesið var sett upp, og betongrørið grivið í jørðina oman til rottangan. Síggi fyri mær bukkumenninar við langum gummihandskum koma inn til okkara eftir bukkuni, sum síðani var stoytt í bukkubilin. Tá var Bukkvald Yviri við Strond, og alt frá bukkunum fór í havið. Les meira…

Úr myndasavninum – Við Skansan fyri hálvthundrað árum síðani

Myndin er tikin á ólavsøku í 1967. (Mynd: Christian Holm Jacobsens myndasavn)
Myndin er tikin á ólavsøku í 1967. (Mynd: Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Myndin omanfyri frá 1967 er áhugaverd fyri meg, tí júst í 1967 fór eg í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen, sum hevði verkstað, har Smyril Line nú heldur til. Frálíka myndin sigur nógv fyri okkum, sum eru kent við alt har á leiðini. Parkeringin er áhugaverd, bilsniðini og allar súkklurnar, barakkirnar og ikki minst Turkihúsið hjá Carl á Lag hevur sína søgu. Les meira…

Frálíkt, at KÍ eftir seytjan ára steypaturk vinnur Løgmanssteypið

kjkjkj
Poulina Slættanes legði hesa nú søguligu mynd á Facobook. Frálík mynd.

Nú haldi eg hvørki við KÍ ella Víkingi, men sum eldri ítróttaskrivari dámdi okkum altíð, at broytingar vóru í ymsu kappingunum. Keðiligt og lítið áhugavert, um somu lið ella rættari sagt somu støð kring landið sótu á trónuni. Og soleiðis er eisini í kappingini um Løgmanssteypið. Nú skrivi eg mest sum einki um fótbólti, tí fótbólturin er so væl umboðaður í fjølmiðlunum. Ikki síggi eg nógvan fótbólt, men fylgi tó væl við. Millum fólk í Havn søgdu næstan øll, eg tosaði við um finaluna, at tey vónaðu, at KÍ vann steypafinaluna. Orsøkin er uttan iva, at nú hildu fólk, at Víkíngur hevur vunnið fimm finalur seinastu árini og ynskja  broytingar. Les meira…

Nógv loyndarfult var altíð um Natostøðina í Mjørkadali

Forward Scatter site støðin stóð klár at taka í nýtslu í 1962. Hon steðgaði at virka í 1992 og burturbeind í 1995. (Mynd bókin)
Forward Scatter site støðin klár at taka í nýtslu í 1962. Hon steðgaði at virka í 1992 og burturbeind í 1995. (Mynd bókin)

Eg havi júst lisið bókina “Forsvaret i Mjørkadal – sum jeg husker det”, som Georg Sylvest Pedersen skrivaði í 2007. Vit ungu í 1960-árunum eru uppvaksin við Natostøðini, sum vit kallaðu virksemið í Mjørkadali. Minnist arbeiðsbarakkirnar, sum eftir lokið arbeiðið í 1962/1963 vórðu seldar føroyingum. Millum annað keypti B36 eina av barakkunum. Eftir at hava lisið bókina, sum telur um hundrað síður, fekst nógv at vita, sum eg ikki visti áður. Áhugaverdur lesnaður. Les meira…

Tá føroyingar drukku Aqua Velva, Brillantine, Barbersprit o.a.

Aqua Velva var vanliga blandað við citrónvatni. (Mynd Vagnur)
Aqua Velva var vanliga blandað við Hawaii Dream ella citrónvatni. (Mynd Vagnur)

Tá eg ein dagin sat á savninum hjá Birgari og eygleiddi fløskuna omanfyri á eini hill, var eg í huganum leiddur aftur í 60-árini. Tá eg spurdi Birgar, um hann hevði roynt hesi sløgini á ungum árum, játtaði hann. Løtan skuldi gerast áhugaverd fyri meg, tí Birgar hevur sjálvur roynt slíkt, og hann veit nógv meira enn eg at siga frá um hesa tíðina. – Tað var “systemið” í okkara samfelag, sum førdi til, at slíkt var drukkið í Føroyum, sigur Birgar og heldur fram. Les meira…

Einar Mikkelsen slapp ikki heim undir seinna heimsbardaga

Fyritøkan Einar Mikkelsen í 1967. Standandi f.v: Fríðálvur Danielsen, Birgir Vang, Eyðun Hansen, Eyðun Bærentsen, Páll Hansen, Páll (av Húsum), Johan Mc Donald, Richard Mouristen, Jóhannes Djurhuus, Elin Midjord, Óli Joensen, Torbein Rein, Brynjer Gregoriussen, Kári við Stein, Einar Mikkelsen og Høgni Mikkelsen. Fremst fr.v: Brynjálvur Mikkelsen, Annfinn Petersen og Kristian Martin Hansen (Myndaeigari: Fríði Gregoriussen)
Fyritøkan Einar Mikkelsen í 1967. Standandi f.v: Fríðálvur Danielsen, Birgir Vang, Eyðun Hansen, Eyðun Bærentsen, Páll Hansen, Páll (av Húsum), Johan Mc Donald, Richard Mouristen, Jóhannes Djurhuus, Elin Midjord, Óli Joensen, Torbein Rein, Brynjer Gregoriussen, Kári við Stein, Einar Mikkelsen og Høgni Mikkelsen. Fremst fr.v: Brynjálvur Mikkelsen, Annfinn Petersen og Kristian Martin Hansen (Myndaeigari: Fríði Gregoriussen)

Frálíku myndina omanfyri fekk eg frá Fríða soni Brynjer Gregoriussen. Brynjer andaðist 16. juli í ár. Hann var føddur 6. juni 1932 og var kent navn bæði sum fótbóltsspælari í HB, elektrikari í býnum og húsavørður í Tórshavnar kommunuskúla. Brynjer, sum er á myndini, lærdi til elektrikara hjá Einari Mikkelsen, har hann arbeiddi í nógv ár. Hann var eisini linjumaður hjá SEV og arbeiddi á deildini gøtuljós hjá Tórshavnar kommunu. Men hvør var so hesin Einar Mikkelsen, sum 18. mai 1949 stovnaði kendu el-fyritøkuna í Havn, og sum skúlaði so nógvar ungar menn til frálíkar elektrikarar? Les meira…

Ikki vist eg, at Magdalena Thiim fødd Næs var til

65 ára gamal Magdalena Thiim fødd Næs. (Mynd Vagnur)
65 ára gamla Magdalena Thiim fødd Næs. (Mynd Vagnur)

Mikudagin hitti eg eina 65 ára gamla konu, sum er javngomul við meg, og sum eg slett ikki visti var til. Konan eitur Magdalena Thiim fødd Næs, og er dóttir Noomi Juul og Erhardt Næs. Magdalena gekk í Nonnuskúlanum, tá eg gekk har fýra fyrstu skúlaárini, men ikki minnist eg henda næming. Kenni eg ikki Magdalenu, so kenni eg væl foreldrini Erhardt og Noomi. Erhardt er 89 ára gamal og býr í sambýli í Hvalba. Les meira…

Pylsuvognarnir hildu lív í okkum um kvøldarnar

jkjkj
Vit síggja eisini á myndini kioskina hjá Astu. Kioskin hjá Poul Lamhauge er eisini har. (Mynd Havnin -fólk og yrki)

Áhugavert at síggja myndina omanfyri frá einaferð í 1960-árunum. Tá almenni dansurin endaði á midnátt, fóru nógv ungfólk oman á Vaglið at keypa sær pylsur. Tvær stóktar, tvey breyð, eplamos, ketchup og sinnop. Eisini mitt í viku plagdu vit at keypa okkum pylsur á Vaglinum. Tá vóru eingi pizzastøð, og tú kundi ikki keypa sterkan løg nakrastaðni. Tú skuldi eisini vera tjúgu ár, áðrenn kundi bílaggjast sterkt uttanlands. Á myndini síggja vit pylsuvognin hjá Jonu Jacobsen og tann hjá Emly Johannessen. Nick Hansen keypti í 1964 pylsuvognin frá Bent Olsen. Hesin pylsuvognur stóð sunnanfyri gamla kommunuskúla og var seinni fluttur oman á Kongabrúnna. Nick flutti seinni pylsuvognin eystan fyri kioskina á kaiini, sum henda kiosk enn verður rópt. Fyrst í 1960-árunum læt Mia Dam upp Fish&Chips búð á Vaglinum. Á myndini síggja vit eisini kioskina hjá Astu og kioskina hjá Poul Lamhauge. Útboðið á Vaglinum er ikki tað sama sum á okkara ungum døgum. Nógv góð minni frá hesi tíðini. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Neistakvinnur í brúdleypi hjá Óluvu í 1984

Neistakvinnur í 1984. St.f.v. Guðrun, Helena, Hjørdis, Asta, Guðrun, Ingilín, Marjun T, Sigrun, Malan, Turið, Marjun H og Sonja. Fremst f. v. Brúðurin Óluva, Rita og Marjun C.

Óluva Djurhuus f. Joensen av Eiði stóð í málinum hjá besta kvinnnliði hjá Neistanum í nógv ár. Umframt at vera besti málverjin í landinum, lýsti altíð gleði av andliti hennara, hvar hon var. Hon hevði ótrúliga góða ávirkan á útspælararnar, tí hon gekk sjálv upp í málmansspælið við lív og sál, at hetta kundi ikki annað enn stimbra útispælararnar, sum stríddust á vøllinum. Í 1984 giftist hon kollfirðinginum Gretti Djurhuus, og stórt brúdleyp við 400 fólkum var í Eydnuni á Oyrabakka. Nógv neistafólk vórðu boðin í brúdleyp. Fyrst gekk leiðin í Eiðis kirkju, og síðani fóru vit øll í bussi í Eydnuna. Myndin omanfyri er av Óluvu og neistakvinnum, sum hon spældi saman við, og sum vóru komnar at hátíðarhalda brúdleypsdagin saman við málverjanum. (Vagnur)

 

Øll skilaleys sigling á Havnarvág má steðgast beinanvegin

Hetta skeltið hekk einaferð á Molanum men er tikið niður. Hvør skal: Sigli skjótt til vilja á Havnarvág. (Mynd Vagnur)
Hetta skeltið hekk einaferð á Molanum, men er tikið niður. Hvør skal siga: Siglið so skjótt tit vilja á Havnarvág. Kundi hugsað mær at fingið at vita, hví skeltið er tikið niður. (Mynd Vagnur)

Fríggjakvøldið um átta tíðina sat eg í bilinum á “Ískaiini” og eygleiddi tveir vatnskutarar, sum spældu sær á Havnarvág. Í løtum sigldu skutararnir millum 70-100 km/t um tíman. Løtu seinni møtti eg landspolitikara, har vit umrøddu hesa skilaleysu sigling á Havnarvág. Hann tók millum annað nakað soleiðis til. – Tórshavnar kommuna átti beinanvegin steðgað teimum skjóttgangandi bátunum, sum sigla við ungfólki á ólavsøku, Voxbotn og øðrum tiltøkum, segði viðkomandi. Í Føroyum skulu vannlukkur fyrst henda, áðrenn nakað verður gjørt. Eitt samdøgur eftir hendingina á “Ískaini”, lesi eg leygarkvøldið á in.fo, at vatnskutari hevur rent á land í Leirvík. Les meira…