Hvessingur átti óvæntaða úrslitið í ólavsøku

Áhugavert og spennandi at fylgja 10-mannaførunum í summar. Ormurin var stinnast á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)
Áhugavert og spennandi at fylgja 10-mannaførunum í summar. Ormurin var stinnast á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)

Fólk hava hildið ólavsøku, men enn er ikki alt tilfarið hjá mær komið á heimasíðuna. Havi lagt út frá barnaróðrunum og róðrunum við eldru manningum. Nú koma nakrar góðar málmyndir, sum Hans Højgaard hevur tikið. Síðani havi eg klipt myndir til av mest sum øllum manningum, sum komu fram við “Ískaini”, og so havi eg nakrar myndir, sum eg tók av róðrunum á 200 metrar merkinum. Sjálv eftirmetingin av stevnunum skal eisini skrivast. Hetta kemur alt eitt sindur seinni. Eg havi so onkra áhugaverda søgu aftrat frá ólavsøkuróðrunum. 6-mannafarið Hvessingur átti óvæntaða úrslitið, tó ikki so óvæntað, tí Smyril formáddi sær ikki nógv á ólavsøku og ei heldur Eysturoyingur. 

Hvessingur vann tryggan sigur og var á oddan allan teinin. (Mynd Hans Højgaard)
Hvessingur vann tryggan sigur og var á oddan allan teinin. (Mynd Hans Højgaard)

Tá tað omanfyri er sagt, var mesti spenningurin í 10-mannafarsróðrinum. Løgna var, at Eysturoyingur fekk ringan start, og hann megnaði slett ikki at svara aftur. Heldur var tað Havnarbáturin, sum legði seg á odda væl fylgdur av Orminum. Drekin reyði var nakað aftari, men hevði frálíkan endaspurt. Fyri meg var løgið at hoyra á “Ískaiini”, tá kvinnan á málinum fyrst segði: – Tey róptu nummar tíggju fyrst, so var tað Havnarbáturin, men eg sá frá “ískaini”, at meira krút var í endaspurtinum umborð á Orminum, og at hann var heilt har frammi.

Rádni
Rádni 6-mannafarið við kvinnum úr Fuglafirði hevur verið einaráðandi í summar. Vinnur her í stórum stíli á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard) 
Her síggja vit 6-mannaførini við kvinnum nærmast Fortunu, síðani Jarnbard og Páll Fanga. (Mynd Hans Højgaard)
Her síggja vit 6-mannaførini við kvinnum nærmast Fortunu, síðani Jarnbard og Páll Fanga. (Mynd Hans Højgaard)

Heilt løgið at síggja 6-mannaførini við monnum, tí Hvessingur hevði sum ongantíð áður veruliga tak á Smyrli, sum ikk formáddi sær so nógv henda dagin. Kanska var ein av orsøkunum, at báturin var meistari, men tað trúgvi eg ikki, tí at vinna á ólavsøku er nakað heilt serligt. Rokni ikki við, at nøkur manning dámar at tapa á ólavsøku, tá meistaraheitið er vunnið.

Nevið reyða gjørdi bart eisini á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)
Nevið reyða gjørdi bart eisini á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)

Dreingirnir umborð á Fípuni føgru endutóku sigurin frá fjarðastevnu, og tað sama gjørdu Firvaldur við gentum, Rádni við kvinnum, Erla kongsdóttir við kvinnum og Nevið Reyða. Sannførandi sigrar og uppiborin meistaraheitið. Kundi hugsað mær at nevnt Sølmund við kvinnum, sum eg roknaði við fór at gera serligan vørr á ólavsøku, men báturin fekk ringan start og fekk slett ikki fatur í Rádna, sum báturin fekk í Vestmanna.

Erla kongsdóttir við kvinnur vinnur her ólavsøkuróðurin og meistaraheitið. (Mynd Hans Højgaard)
Erla kongsdóttir við kvinnum vinnur her ólavsøkuróðurin og meistaraheitið. (Mynd Hans Højgaard)

Róðrarárið 2016 gjørdist serligt á tann hátt, at nakrar manningar vóru so mikið góðar, at lítil spenningur var í róðrunum alt árið. Eisini er undrunarvert, at so stórur munur er á bátunum í fleiri róðrum. Sjálvandi er tað manningin og venjingin, men eg haldi, at munurin er dekan ov stórur. Her hugsi ikki um yngru manningarnar, har aldursmunur er á rógvarum.

Genturnar umborð á Firvaldi hava verið stinnar í summar og vunnið allar róðrarnar. (Mynd Hans Højgaard)
Genturnar umborð á Firvaldi hava verið stinnar í summar og vunnið allar róðrarnar. (Mynd Hans Højgaard)

Sá á Facebook, at í sambandi við gallaveitsluna skal ársins felag veljast. Veit ikki, um tey telja saman samlaðu stigini hjá øllum feløgunum, men tað rokni eg ikki við. Ársins felag má antin vera kappróðrarfelagið í Fuglafirði ella Klaksvíkar róðrarfelag. Bátarnir Rádni og Erla kongsdóttir við kvinnum vinna meistaraheitið, og 8-mannafarið Gullbrandur er nummar tvey í FM-kappingini. Fara vit til Klaksvíkar, er Nevið reyða meistari og tað sama Fípan fagra við dreingjum. Felagið hevur eisini staðið seg heilt væl í barnaróðrunum.

Fípan fagra vinnur ólavsøkuróðurin og meistaraheitið. (Mynd Hans Højgaard.)
Fípan fagra við dreingjum vinnur ólavsøkuróðurin og meistaraheitið. (Mynd Hans Højgaard.)

Vit kunnu øll vera nøgd við róðrarárið 2016, tá talan er um tal av bátum. Serliga ungdómsmanningarnar er øktar, og tað er at fegnast um. Vónandii síggjast vit øll aftur næsta róðrarár. Til seinast vil eg heita á allar manningar kring landið um at koma til ódnartøkini í Hvannasundi leygardagin 27. august. Norðdepil fyllir 150 ár, men manningarnar skulu eisini koma til Hvannasunds at takka Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag fyri alt tað, sum felagið hevur gjørt fyri føryskan kappróður. So vil eg at enda takka Hansi Højgaard fyri góðu myndirnar á mállinjuni. (Vagnur)

Títlingur við dreingjum barnaróður vinnur ólavsøkuróðurin. (Mynd Hans Højgaard)
Fípan fagra við gentum barnaróður vinnur her ólavsøkuróðurin. (Mynd Hans Højgaard)
klklkl
Títlingur við dreingjum vinnur trygt barnaróðurin á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply