Barnaróðurin í Vestmanna, Kringvarpið og ólavsøkuróðrarnir

Hørð kapping millum Píl og Fípuni føgra at vinna barnaróðurin við gentum í Vestmanna. (Mynd Dánjal Samuelsen)
Hørð kapping millum Píl og Fípuni føgra at vinna barnaróðurin við gentum í Vestmanna. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Róðrafelagið Knørrur barnaróður við gentum og dreingjum vann báðar róðrarnar í Vestmanna. Seinnu árini hevur bláa felagið á Müllersbrúgv havt nógvar góðar barnamanningar. Vit fegnast øll um stóru luttøkuna í barnaróðri, og tá eg práti við barnamanningar í Álakeri, so er eingin munur á barnamanningum og øðrum manningum. Tey ganga øll upp í kappróður við lív og sál. Øll vilja vinna ella gerast betri á hvørjari stevnu. Nú stundar til ólavsøku, og eg hoyrdi mann frá Kringvarpinum siga leygardagin, at talan er um at flyta ólavsøkróðrarnar soleiðis, so barnamanningarnar byrja klokkan  trý. Hetta, so barnamanningarnar og foreldrini eisini sleppa til skrúðgongu og setanina. Er tað nú rætt?

jkjkj
Barnaróður gentur: Sílið longst burtur bleiv nummar trý, Spógvin nærmast nummar fýra og Royndi Fríða nummar fimm. (Mynd Dánjal Samuelsen)
Havfrúgvin nærmast, síðani Reyðkolllur og Tekla. (Mynd Dánjal Samuelsen)
Havfrúgvin nærmast, síðani Reyðkolllur og Tekla. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Ólavsøkuskráin hevur altíð verið løgd soleiðis, at fyrst fara fólk til skrúðgongu og ólavsøkusetan á Vaglinum. Síðani fara fólk at hyggja at kappróðri og steypahandan fyri síðani at fara í Gundadal at hyggja at fótbólti. Eftir fótbóltin fara summi í høllina á Hálsi at hyggja at hondbólti. Byrja barnamanningarnar klokkan 15.00, so gongur minst hálvur annar tími, til FM-róðrarnir kunnu byrja, tí nógvu 5-mannaførini skulu skifta manningar.

Barnaróður dreingir: Jallurin fer fyrstur um málið, síðani Títlingur og Firvaldur. (Mynd Dánjal Samuelsen)
Barnaróður dreingir: Jallurin fer fyrstur um málið, síðani Títlingur og Firvaldur. (Mynd Dánjal Samuelsen)
mnmnmn
Her síggja vit nærmast Sílið, Havfrúnna, Teklu, Royndina fríðu, Sílið og Falk. (Mynd Dánjal Samuelsen)
Her síggja vit Ternuna og Ørnina barnaróður dreingir. (Mynd Dánjal Samuelsen)
Her síggja vit Ternuna og Ørnina barnaróður dreingir. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Tað gongur sum oftast skjótt at avgreiða róðrarnar á ólavsøku. Siga vit, at barnamanningarnar byrja stundisliga klokkan 14.30, so náa tey ungu bæði skrúðgongu og setanina. FM-róðrarnir kunnu tá byrja klokkan 16.00, og klokkan 18.00 smella seinastu skotini, tá 10-mannaførini fara um málið. Tá gerast øll nøgd og náa alt. Sigast skal, at endaliga støða er ikki enn, tí so nógvir feløg og persónar eru partar í málinum.

Barnaróðurin er sólskinsøgu í føroyskum kappróðri. Mítt krav og ynski er ikki, at Kringvarpið skal siga barnaróðrunum, men eg síggi stóran glastrevjabát fylgja barnamanningunum. Har burdi onkur farið umborð og tikið upp livandi myndir frá barnaróðrunum og lagt tær tildømis út á Kappróðrarkjak, har nógv vitja. Tað er bara at koma í gongd. Sum vit síggja á myndunum omanfyri, so var nakað av mjørka, tá fyrstu barnamanningarnar róðru, men løtu seinni klárnaði. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply