Monthly Archives: juli 2016

Hvessingur átti óvæntaða úrslitið í ólavsøku

Áhugavert og spennandi at fylgja 10-mannaførunum í summar. Ormurin var stinnast á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)
Áhugavert og spennandi at fylgja 10-mannaførunum í summar. Ormurin var stinnast á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)

Fólk hava hildið ólavsøku, men enn er ikki alt tilfarið hjá mær komið á heimasíðuna. Havi lagt út frá barnaróðrunum og róðrunum við eldru manningum. Nú koma nakrar góðar málmyndir, sum Hans Højgaard hevur tikið. Síðani havi eg klipt myndir til av mest sum øllum manningum, sum komu fram við “Ískaini”, og so havi eg nakrar myndir, sum eg tók av róðrunum á 200 metrar merkinum. Sjálv eftirmetingin av stevnunum skal eisini skrivast. Hetta kemur alt eitt sindur seinni. Eg havi so onkra áhugaverda søgu aftrat frá ólavsøkuróðrunum. 6-mannafarið Hvessingur átti óvæntaða úrslitið, tó ikki so óvæntað, tí Smyril formáddi sær ikki nógv á ólavsøku og ei heldur Eysturoyingur.  Les meira…

Róðrarupplivilsi av teimum heilt stóru at síggja barnaróðrarnar

ælæ
Títlingur fer fystur um málið og vinnur fyrsta sigurin í ár. (Mynd Vagnur)

Eitt veit eg við vissu, og tað er, at barnaróðrarnir ongantíð aftur vera avgreiddir, meðan skrúðgonga er, og ólavsøkan verður sett. Gjørdist heilt bilsin, tá eg sá, hvussu nógvir áskoðarar vóru komnir á Eystaru bryggju at hyggja at barnaróðrunum stundisliga klokkan trý. Alt var klárt. Dómarabátar, eftiransingarbátar, og barnaróðurin var varpaður út á til áskoðararnar á bryggjuni. Hetta kundi ikki vera betur. Havi ikki áður sæð barnaróður á ólavsøku, men hetta skuldi gerast róðrarupplivilsi av teimum heilt stóru. Les meira…

Áhugavert og stuttligt at síggja eldru manningarnar á Havnarvág

klklklk
Nærmast Vestmenningur, síðani Hvítravnur, Skálabáturin og Kongurin. (Mynd Vagnur)

Eg plagi altíð at standa á “Ískaini” og hyggja at kappróðri, tí tá sært tú út undir Argjaland og yvir á 200 og 300 metrar merkini. Og so plagi eg at taka myndir av bátunum, tá teir halda leiðini út á málið. Torførari var í ár, tí nú er eingin Vilhjálmur Tórsheim og Tummas Sørensen. Vilhjálmur er farin. Hesuferð var einsamallur maður í eftiransingarbáti, men summar manningar lurtaðu ikki, tá hann bað tær ikki rógva á róðrarøkinum út á málið. Tí var torførari hjá mær at taka myndirnar. Havi nógv tilfar frá ólavsøkuróðrunum, sum eg komi at leggja á heimasíðuna. Byrji fyrst við eldru rógvarunum. Les meira…

Av allar fagrastu róðrarlíkindum á Havnarvág

Rógvarar fáa í dag allar bestu líkindi at rógva. (Mynd Vagnur)
Rógvarar fáa í dag av allar bestu líkindum at rógva. (Mynd Vagnur)

Veður, streymur og vindur er stórur partur í føroyskum kappróðri, men ikki er neyðugt at hugsa um hetta seinnapartin, tí tað er av fagrasta veðri allan róðrarteinin frá Argjalandi og inn á Havnarvág. Hugdi í veðurkortið, og tað sigur 3 til 8 m/s, men í morgun er mest sum stilli. Hann er norðan í ættini, og tá hann sigur frá eitt sindur av sól seinnapartin, so kunnu bátarnir vegna sólarlot fáa lítið lot ímóti ella framman á stýriborð. Er talan um steym, so rekur vestfallið átta tímar og eystfalli fýra tíma í Nólsoyarfirði. Er vestfall, so kann reka fram við Molanum, og teir sunnastu bátarnir kanska fáa heilt lítið mótrák, men komin inn um Molan er einki rák. Les meira…

Hvørjir bátar vinnu so FM – heitið og barnaróðrarnar á ólavsøku?

Tvey er stig er millum dreingjabátarnar Fípun føgru og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)
Tvey er stig er millum dreingjabátarnar Fípuna føgru og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)

Seinasta leygarkvøld var eg í brúdleypi hjá einum bróðursoni. Tá borðhaldið var hálvrunnið kemur ein toftamaður til mín og sigur nakað soleiðis. – Roknar tú við Vagnur, at Eysturoyingur vinnur á ólavsøku. Eg plagi altíð at hava eitt svar, men hesuferð var einki svar. Svaraði manninum. – Tey fýra 10-mannaførini hava verið so jøvn í summar við trimum ymsum vinnarum, at vónleyst er at gita, hvør bátur vinnur á ólavsøku. Endaði at siga, at eg vónaði, at Havnarbáturin vann, tí so hava øll tey fýra 10-mannaførini vunnið róður í summar. Róðrarteinurin í Havn er jú bara 901,25 metrar, og søgan sigur okkum, at vit hvørja ólavsøku fáa okkurt óvæntað úrslit. Les meira…

Norðdepil fyllir 150 ár – 27. august bjóðar Hvannasunds kommuna til ódnartøk

klklklk
Tey vóna, at nógvar manningar koma til ódnartøkini 27. august. (Mynd Vagnur)

Í sambandi við at unga bygdin Norðdepil 28. august fyllir 150 ár, skipar Hvannasunds kommuna fyri hátíðarhaldi. Tey ætlaðu at hava kappróður á hátíðardegnum og vendu sær tí til fyriskipararnar av ódnartøkum, og teir komu beinanvegin við uppskotinum at hava fyrsta ódnartakið í Hvannasundi. Skráin fyri tey trý ódnartøkini eru løgd. Leygardagin 27. august verður farið til Hvannasunds, 10. september til Miðvágs og finalan fer fram í Runavík  tann 24. september. Anna Arnfríðudóttir Andresen er nevndarlimur í Norðdepils-Hvannasund róðrarfelag, og hana havi eg tosa við. Og hon sigur. Les meira…

Vandamikið at leypa á bláman eftir harðan ólavsøkuróður

jkkjkjj
Á ólavsøku 2004 var bara ein fótur millum “fiasko og succes”. Havnarbáturin tók Vágbing við einum fóti í seinastu tøkunum. Havnarbáturin mátti vinna róðurin til tess at gerast meistari. Vann Vágbingur, gjørdist Nólsoyingur meistari. (Mynd Álvur)

Sært tú gamlar róðrarmyndir, lupu rógvarar ikki á bláman í ovfarakæti eftir sigur. Hetta er nýtt fyribrigdi, men fyribrigdið kann gerast álvarsligt. Ikki er vandamikið at svimja á sjónum, men vandamikið at leypa á bláman beint eftir harðan róður. Pulsurin er høgur, andrenalinið ferðast skjótt í kroppinum, og tú sveittur. Leypur tú tá á bláman, kanst tú koma í eina sjokkstøðu, sum í ringasta føri kann føra til, at kroppurin lammast. Tú fært ikki anda og kanska svímar. Fyri nú nógvum árum síðani leyp rógvari á bláman á ólavsøku, og hann gjørdist álvarsliga sjúkur. Hann misti førleikan í beinunum, og tað gekk long tíð, áðrenn ungi maðurin kom fyri seg aftur. Alt gott um at vísa sína bleika vakra vælvanda yvirkropp á ólavsøku fyri nógvu áskoðarunum, men latið vera við at leypa á bláman, tí so kann ólavsøkán vera liðug á hesum sinni. Eitt er, at tit fáa krím, men verri er, at ti kunnu gerast álvarsliga sjúkir. Myndin omanfyri er frá 2004, tí Havnarbáturin vann FM-heitið á ólavsøku. Tríggir rógvarar lupu á bláman í ovfarakæti, og ein av teimum er rógvarin, sum liggur frammi í rong. Hann er ikki væl fyri, men hann koma fyri seg aftur, skal sigast. (Vagnur)

Tað kundi verið størri virðing fyri eldri rógvarum (masters)

Aimi Justinussen rør við Gongurólvi masters. (Mynd Vagnur(
Aimi Justinussen rør við Gongurólvi masters. (Mynd Vagnur)

– sigur 43 ára gamla Aimi Justinussen, sum rør við Gongurólvi kvinnum masters. Sjálvur stúrsaði eg við, tá eg hoyrdi frásøgumann Kringvarpsins siga í Vestmanna, at í Sortudíki hava vit siðvenju og hava gjørt av ikki at varpa út tildømis 6-mannafør við kvinnum masters og barnaróðrar. Tí fylgdi kringvarpsbáturin í Vestmanna ikki teimum trimum 6-mannaførunum Riddaranum, Gongurólvi og Fortunu, sjálvt um kringvarpsbáturin lá við málið og hevði stundir at siga okkum øðrum frá róðrinum. Hetta havi eg tosað við Aimi um, og hon er sera vónbrotin. Les meira…

Skúlastovurnar við Sjónleikarhúsið eru fluttar inn á Sund

jhjhjh
Næmingunum dámdi heilt væl hesar skúlastovur. (Mynd Vagnur)

Nógv hendur í høvuðsstaðnum í løtuni í hvørfall í grannalagnum hjá okkum. Í gjár koyrdu stórir trailarar í gøtunum, og seinni kom stórur krani omanvið, tí nú skuldu skúlastovurnar við Sjónleikarhúsið burturbeinast. Ja, so í gjárkvøldið kom eldur í húsini við Tinghúsvegin, har AA-felagsskapurin heldur til. Roykurin var øgiligur, og tað luktaði av brendum timbri langar leiðir. Næmingarnir í 8. og 9. flokki dámdu væl skúlastovurnar, men tær kostaðu ein bóndagarð at hita upp, tí el-ovnar vóru í hvørjari stovu. Les meira…

Úr myndasavninum – Sum at vera í grind á ólavsøku í 2003

lklklk
Áhugavert og stuttligt at síggja tólv 6-mannafør við monnum á ólavsøku 2003. (Mynd Vagnur)

Myndina omanfyri tók eg á “Ískaini” í 2003. Hetta var árið, tá vit byrjaðu heimasíðuna Drekin.fo. Vit vóru væl mannaðir. Gunnar sat í málbilinum og sendi út úrslit til fjølmiðlarnar, Christopher tók myndir á hvørjari stevnu, og eg skrivaði og savnaði alt tilfarið. Tó tók eg eisini nakrar myndir á ólavsøku. Magni, sum róði sjálvur, savnaði gomul hagtøl og arbeiddi eisini við heimasíðuni. Hetta var spennandi og stuttlig tíð at minnast aftur á. Eg liggi inni við kanska fleiri enn 30.000 róðrarmyndum frá hesi tíðini, sum nógvar liggja á Drekin.fo men eisini aðrar myndir. Í 2003 sóu vit á ólavsøku heili tólv 6-mannafør við monnum. Sum tit síggja á myndina, var sum í grind, at tá tey tólv 6-mannaførini fóru fram við “Ískaini”. Støðan í løtuni er, at barnamanningarnar og annars ungdómsmanningarnar eru øktar í tali, men tildømis 6-mannaførini við monnum, sum var størsti bólkur í 2003,  eru fækkað nógv. Myndin er tikin við mínum gamla myndatóli, og litirnir á myndini eru betri, enn á teimum nýggju digitalu myndatólunum. Meira djúpd er í litunum á gamla myndatólinum, sum ikki var digitalt. (Vagnur)