Fragd og vakurt at síggja róðrarnar í góðveðrinum í Runavík

Tað eydnaðist ikki Hvessingi at basa Smyrli, sum higartil hevur vunnið allar róðrarnar.(Mynd Teitur)
Tað eydnaðist ikki Hvessingi at basa Smyrli, sum higartil hevur vunnið allar róðrarnar. Afturi í rong á báðum bátunum stýrir kvinna. (Mynd Teitur)

Tað var við spenningi, at eg leygardagin setti meg við telduna at hyggja at kappróðri. Gott róðrarveður blika stilli, og uttan iva bestu myndirnar Krinvarpið hevur tikið av kappróðri. Nú eri eg ótolin maður, og eg ilskaðist eitt sindur, at róðurin ikki kundi byrjað stundisliga klokkan 14.30, men myndinrar vóru so mikið góðar, at eg bar yvir við fyrireikingini. Klokkan 14.50 brast fyrsta skotið og síðani gekk eftir ánni, sjálvt um vit fingu ein tjóvstart, og at ein bátur hekk fastur, tí tveir umstartir. Størsta løtan var at síggja Nevið reyða úr Klaksvík halda tørn við sjey rógvarum, tí ár var brotin

hjhjh
Serliga tann ljósa grøni báturin Báran kom sær fram í oddin, Her hevur Falkur gott tak á Firvaldi.
kjkjkj
Men tað er Firvaldur av Tvøroyri, sum fer fyrstur um málið. (Mynd Teitur)

Í genturóðrinum var eg spentur, um Falkur úr Hósvík fór at taka Firvald, sum hevði vunnið báðar undanfarnu róðrar. Falkur legði hart út og startaði best, og tað sá út, sum í dag skuldi tað vera. Firvaldur var har og eisini Báran. Men eftir 300 metrar misti Falkur knappliga nakað, og Firvaldur fekk Falk aftur og tók Báruna úr Hvalvík fram við sær. Áhugavert at síggja, hvussu títt tær umborð á Firvaldi rógva, meðan tær umborð á Falki rógva meira hesi longu tøkini. Inni á 100 metramerkinum stóð kappingin millum Firvald og Falk, sum Firvaldur vann tepurt. Falkur er veruliga farin at geva Firvaldi kapping.

Tað haltar hjá Sølmundi, har tær rógva væl, at halda somu ferðina teinin. (Mynd
Tað haltar hjá Sølmundi at halda tørn allan teinn. (Mynd Teitur=
Stórur munur 6-mannaførini við kvinnum. (Mynd Teitur)
Stórur munur 6-mannaførunum við kvinnum. (Mynd Teitur)

Tær rógva væl umborð á Rádna men eisini umborð á Sølmundi. Tað er øgiligt, sum Rádni leggur hart út við títtum tøkum í startinum. Sást tíðuliga leygardagin, at tær umborð á Rádna eru í bestu venjing til at rógva allan teinin, tí miðskeiðis í róðrinum misti Sølmundur fyrst nakað og eisini hinar manningarnar nakað. Tú sært á kropsmálinum umborð á bátunum, tí tá kvinnur gerast troyttar, tá rógva tær meira við ørmunum enn við rygginum. Tað fulla takið styttist. Havi varhugan, at munurin serliga millum Rádna og Sølmund kann gerast enn minni á næstu stevnum. Nú hava manningarnar tvær vikur at fyrireika seg til næstu róðrar.

jkjkj
Tjaldrið vinnur dreingjaróðurin á heimasjógvi. (Mynd Teitur)
hjhjh
Tjaldrið, síðani Fípan fagra og Junkarin á trimum teimum fyrstu plássunum. (Mynd Teitur)

Dreingjaróðurin er altíð serligur og er tann róður, sum ringast er at rokna út. Tað er eitt við, hvussu dreingirnir eru fyrri júst henda dagin, og hvussu teir megna at halda løgdu ætlanina. Vit hava jú longu tríggjar ymsar vinnarar higartil. Junkarin úr Kvívík fekk besta startin, og tað sá út, sum teir ætlaðu at endurvinna sigurin frá seinast. Í startinum vóru teir har. Junkarin, Fípan fagra, Tjaldið og Kollur, meðan tildømis Frúgvin kom ikki rættilga við. Inni á 500 metrum var tað fyrst Junkarin, Tjaldið og Fípan Fagra, men 100 metrar frá málinum stóð kappingin millum Tjaldið og Fípuna føgru, meðan Junkarin ikki megnaði at fylgja við.

kjkjkj
6-mannaførini við monnum rógva í tveimum bólkum. Fyrst Smyril og Hvessingur, og síðani Fortuna og Gongurólvur. (Mynd Teitur)
hjhj
Smyril fer fyrstur um málið. Torført at fáa góðar myndir í nógvu sólini. (Mynd Teitur)

Bert fýra 6-mannafør við monnum, tí Páll fangi gav avboð. Stórur munur á bátunum. Fyrst Smyril og Hvessingur, síðani Fortuna og Gongurólvur. Hetta var vakur róður og heilt góðar myndir at síggja Hvessing og Smyril frammi í oddinum. Hvessingar byrjaði heilt væl og ætlaði veruliga at bjóða Smyrli av, men teir umborð át Smyrli hava eitt eyka gear seinastu hundrað metrarnar. Ògvuliga javn har frammi, og eingin ivi um, at teir umborð at Hvessingi fara at leggja nógv fyri á næstu stevnu til tess at vinna róðurin, tí har vantar so lítið.

klk
Teistin megnaði ikki halda tørn allan teinin. Tær umborð á Erlu kongsdóttir vóru stinnari seinasta teinin.(Mynd Teitur)
Tær umborð á Erlu kongsdóttir fegnast um sigur. (Mynd Teitur)
Tær umborð á Erlu kongsdóttir fegnast um sigur. (Mynd Teitur)

Tá 5-mannaførini við kvinnum startaðu, reyk Teistin av stað og sá út at hava lagt nýggjan taktikk til tess at basa serliga Erlu kongsdóttir, og Fipan fagra startaði eisini væl og ætlaði at bjóða av. Annars var fyrsti róðurin skotin av, tí Blikur inni undir landinum hekk fastur. Inni á 500 metrum hevði Teistin tak á støðuni og var á odda, men so kom Erla kongsdóttir. Tað sá út, sum tær umborð á Erlu kongsdóttir longu tá fóru upp í bekkin, men tað rokni eg tó ikki við. Men tað vóru øgilig tøk hesa løtuna, sum gjørdi, at Erla kongsdóttir kom nærri og næri í hvørjum taki fram í oddin og legði seg eisini á odda inn eftir. Hesi longu og kraftigu tøkuni, har kvinnurnar leggja seg heilt nógv. Áhugavert at síggja.

klklk
Gullbrandur vinnur á mállinjuni. Vit síggja áttanda mannin umborð á Nevinum reyða niðri í bátinum. (Mynd Teitur)
Her rógva teir umborð á Nevinum reyða við sjey monnum. Misti í seinastu tøkunum. (Mynd Teitur)
Her rógva teir umborð á Nevinum reyða við sjey monnum. Teir mistu sigurin í seinastu tøkunum. (Mynd Teitur)

So upplivdu eg nakað, sum eg ongantíð havi sæð áður. Árarskeytar eru brotnaði og ár er brotin í upphitingini, men eg hava ongantíð sæð, at bátur rør við sjey monnum, meðan áttindi rógvarin situr niðri í bátinum frammi í rong. Hetta gjørdist so spennandi og áhugavert, tí teir sjey menninir umborð á Nevinum reyða hildu tørn og vóru á odda allan teinin, men mistu sigurin í seinastu tøkunum. Fantastiskt avrik má sigast. Einki at taka frá Gullbrandi, men uttan iva hava flestu hyggjarar og lurtarar kring landið yngst Nevinum reyða at vinna í hesa sjáldsomu hending. Tað skal ikki skjótast av, um ár brotnar, tá startskotið er farið.

Eysturoyingur fyrstur um málið. (Mynd Teitur)
Eysturoyingur fyrstur um málið. (Mynd Teitur)
Vakurt at síggja hesi fýra 10-mannaførini. (Mynd Teitur)
Vakurt at síggja hesi fýra 10-mannaførini. (Mynd Teitur)

Má siga við HR brillum. Er eri stoltur og glaður, at Havnarbáturin vann so trygt annað plássið í Runavík. Sigi hetta, tí tað kundi hent fyrr í ár, at báturin ikki var mannaður. Sjálvur gjørdi eg mítt til, at báturin var mannaður, ti eg royndi at siga alla staðni, at alt avgerandi er fyri róðrarfelagið, at 10-mannafarið stendur ómannað í neystinum. Bæði Eysturoyingur og Havnarbáturin er mannaðir við fleiri eldri monnum, og tað sita eisini eldri rógvarar umborð á Drekanum reyða, meðan manningin umborð à Ormurin eru ungir mestsum javngamlir rógvarar. Miðalaldurin fyrst í 20-árunum.

Málbilurin. Uttast til vinstru Solby, og Jan Herman er eisnii har. (Mynd Teitur)
Málbilurin. Uttast til vinstru Solby, og Jan Herman er eisni har. (Mynd Teitur)

Tá eg sá, at Havnarbáturin ikki fekk góðan start, so legði eg vónina til eitt bronsumerki. Men Havnarbáturin megnaði at koma aftur, og tað var áhugavert at síggja sum HR maður Havnarbátin taka Drekan reyða, sum fólk hava havt størri vónir til. Haldi eg kann siga, manningin ikki enn hevur livað upp til forvantingarnar hjá mær. Hví? Tað er torført at gita um. Teir umborð á Eysturoyingi rógva væl og vera ringir at taka. Men har eru møguleikar, tí tað sóu vit leygardagin. Góð róðrarlíkindi, góð fyrireiking, góð frásøgn, so vit eru øll fegin um róðurin á eystanstevnu.

Lítið uppískoyti. Munurin millum at síggja útlendskan og føroyskan kappróður í sjónvarpi er, at vit síggja ikki niður í føroysku bátarnar. Síggja ikki, nær manningarnar fara úr bekkinum í startinum og fara upp í bekkin, tá teir koma inn ímóti málinum. Hetta er einki at gera við, men her vantar nakakð hjá okkum, sum ummæla róðrarnar. Hetta við bekkróðri er nakað heilt serlig í føroyskum kappróðri, sum ikki finst í útlendsum kappróðri.

Í seinni grein fara eg at leggja út myndir frá barnaróðrinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Fragd og vakurt at síggja róðrarnar í góðveðrinum í Runavík

  1. Kanska kundu upptøkur við dronu verið brúktar, so starturin sást væl, umframt at tað kundu verið góðar skiftismyndir fyri hvørjar 250 metrar ella okkurt sovorðið, so hyggjarar fingu eitt yvirlit yvir, hvussu bátarnir lógu. Tekniskt skuldi einki verið til hindurs fyri tí…

Leave a reply