Monthly Archives: juni 2016

Suðuroyingur og Tofta Regin eru mannaðir á jóansøku

Suðoyingur vinnur á norðastevnu i 2014. (Mynd Hvannrók)
Suðoyingur vinnur á norðoyastevnu í 2014. Vit síggja eisini Klaksvíking og Havnarbátin. (Mynd Hvannrók)

Altíð gott og áhugavert, tá legst aftrat við kappróðrarbátum. Eg gjørdist kløkkur og forvitin at síggja nøvnini 10-mannafarið Suðuroying og 8-mannarið Tofta Regin í listanum yvir bátar, sum leygardagin eru við FM-róðrunum í Vági. Av forvitni ringdi eg til Vágs og til Tvøroyrar at vita, hvør mannar hesar bátar, og um bátarnir bara eru við í Vági. Les meira…

Tá ið Andrass Mortansson bygdi brúnna um Sandá

1831 vóru eingir bilar og kranar og einki betong. Mynd Vagnur)
Frálíkt, at gamla brúgvin er varðveitt. 1831 vóru eingir bilar og kranar og einki betong. (Mynd Vagnur)

Í 1978 vóru 150 ár liðin, síðani Andrass Motansson keypti Argir á uppboði í Saksun tann 9. mai 1828. Í sambandi við hátíðarárið komu út tvær bøkur. Bókin Argir, sum Hans Jacob Sigvardsen skrivaði, og bókin Argjamenn – ein ættarsøga, sum Niels Juul Arge skrivaði. Havi lisið báðar sera áhugaverdu bøkurnar og havi áður skrivað grein um minnisvarðan á Argjum, sum er til minnist um Andrass Mortansson og hansara húski. Henda greinin snýr seg um, tá Andrass bygdi brúnna um Sandá, sum stóð liðug í 1835. Les meira…

Mikkjal Helmsdal vildi ikki spreingja burtur huldusteinin

Vegaføringin var broytt nakað, so huldusteinur slapp at standa. (Mynd Vagnur)
Vegaføringin var broytt nakað, so huldusteinur slapp at standa. (Mynd Vagnur)

6. juni 1966 var Oyggjarvegurin bundin saman, har Hórisgøtan fer oman til Signabø. Sum ungir hondbóltsspælarar upplivdu vit í hvørfall í tvey ár at ganga milum vegin úr Havn og vegin úr Kollfjarðardali, sum ikki var samanbundin. Landsverkfrøðingurin Mikkjal Helmsdal, sáli, vildi ikki binda vegirnar saman, fyrr enn vegurin úr Havn leyk trygdina við bilverju og øðrum. Longu tá hoyrdu vit um huldustein, sum Landsverkfrøðingurin ikki vildu spreingja burtur. Vegurin skuldi fara tvørtur um steinin, men hetta vildi Mikkjal Helmsdal ikki og gav boð um at broyta vegaføringina.. Um hann ikki tordi at taka íbygda steinin frá huldufólkunum, havi eg ikki fingið uppspurt. Havi tó spurt Svenning Reinert úr Norðadali, hvat hann veit um huldusteinin, trøllasteinin ella Mikkjalssteinin, sum summi rópa steinin. Og Svenning sigur. Les meira…

Tvey hundrað húski hava nú fingið sær jarðhitaskipan

Teir bora tvey hundrað metrar niður í jørðina. Arbeiðið tekur tveir, tríggjar dagar. (Mynd Vagnur)
Teir bora tvey hundrað metrar niður í jørðina. Arbeiðið tekur tveir til tríggjar dagar. (Mynd Vagnur)

Í hesum døgum verður nógv tosað um grøna orku. SEV hevur sett upp vindmyllur nógvastaðni, og við tíðini koma enn fleiri myllur. Ikki eru nógv ár síðani, at vit hoyrdu, at boraði tú tvey hundrað metrar niður í jørðina, fekst so mikið nógva orku, at tú kundi sleppa undar oljutanga, oljufýr og skorsteini. Um dagarnar hava tveir mans borað slíkt hol í grannalagnum í sambandi við, at nýggj hús verða bygd. Áhugavert at fylgja arbeiðinum, og eg tosaði við menninar og havi ringt til Demich, sum selur jarðhitaskipanina. Les meira…

82 ára gamli “Prinsgemalurin” fær ikki loyvi at gerast gamal

Bygdarráðsformaðurin í Hesti tekur ímóti drotningini og gemalinum í Hesti seinst í 1970 árunum. (Mynd Myndablaðið Nú)
Bygdarráðsformaðurin í Hesti tekur ímóti drotningini og gemalinum  í 1978. (Myndablaðið Nú)

Nú havi eg ikki tann stóra áhuga í danska kongshúsinum, men havi heldur áhuga, hvussu danskir fjølmiðlar fara við prins Henrik, sum ikki sleppur at gerast gamal. Drotningin, sum júst var í Føroyum, er fyrikomandi, íðin og vøkur kona. Hevur ongantíð sett ein fót víð síðuna av, sum danskir fjølmiðlarnir kunnu válka sær í. Í 1967 var hon vígd franska Hendriki prinsi, sum sjálvur gav sær navnið Prinsgemalurin. Maðurin fylti 82 ár 10. juni og vil sleppa frá kongaligum skyldum. Les meira…

Svein Rógvi Nielsen og Hjálmar Hátún skulu bjarga Orminum

Myndina av Orminum tók eg í vár. (Mynd Vagnur)
Myndina av Orminum tók eg í vár. Sámal Kristiansson er róðursmaður og næstformaður í felagnum.  (Mynd Vagnur)

Fyri kappingarárið skrivaði eg grein um øll fýra 10-mannaførini Eysturoying, Ormin langa, Drekan reyða og Havnarbátin. Greinirnar vóru nógv lisnar, og alt talaði fyri góðari kapping í summar. Men øll vilja heilt fram í oddin, og tá eg nú havi fingurin á pulsinum og tosi við nógvar rógvarar, fái eg skjótt at vita, um onkur góð róðrarsøga er í luftini. Í kvøld frætti eg, at tríggir rógvarar umborð á Orminum eru blakaðir í land, og at so kendir rógvarar sum Svein Rógvi Nielsen og Hjálmar Hátún skulu royna at bjarga Orminum, sum seinastu tveir róðrarnar eru endaðir aftastir. Fríði Atlason, sum er komin úr Danmark, er eisini komin umborð. Les meira…

Bygdin Bøur er aldargomul vøkur bygd – 70 fólk búgva í Bø

Vakurt at standa uppi á vegnum og síggja vøkru bygdina Bø. (Mynd Vagnur)
Vakurt at standa uppi á vegnum og síggja vøkru bygdina Bø. (Mynd Vagnur)

Fríggjadagin var eg í Gásadali, sum er ein so vøkur bygd. Kom at hugsa um, hvussu góður tunnilin er at koyra ígjøgnum, og hvussu týdningarmikið er fyri Føroyar,  at tey smáu plássini eisini fáa gott sambandi við meginlandið. Tankarnir hesa løtuna leitaðu til tunlarnar norður um Fjall frá 1967, sum skuldu verið gjørdir av nýggjum fyri nógvum árunum síðani. Veðrið var av tí fagrasta í Gásadali, og vøkur sjón at síggja niður yvir Bø, tá tú stóðst uppi á vegnum. Les meira…

Nakrar hugleiðingar um tey fýra 10-mannaførini

kjkjk
10-mannaførini nærkast málinum í Runavík. (Mynd Vagnur)

Eg merki stóran áhuga fyri føroyskum kappróðri í løtuni, tó at eitt sjálvmál var framt í Hvalvík. Ungdómsmanningarnar eru nógvar, og hetta boðar frá góðum. Tríggir av sjey FM-róðrum eru avgreiddir, hetta vikuskifti hava rógvarar frí, men teir herja á aftur í Vági næsta leygardag. Vónirnar vóru stórar fyri fyrstu róðrarnar á norðoyastevnu. Havi altíð havt serliga áhuga, hvussu gongst 10–mannaførunum, hetta tí eg á sinni stimaði nógv við Havnarbátinum, har vit vunnu FM-heitið 1996, 2001 og 2004. Vunnu eisini einstakar aðrar róðrar. Hetta eru alt serliga góð róðrarminni. Men hvussu við 10-mannaførunum í 2016? Les meira…

Pollamjørkin liggur so vakur yvir Nólsoyarfjørð

Vakurt at hyggja suður í Nólsoyarfjørð í morgun. (Mynd Vagnur)
Vakurt at hyggja suður í Nólsoyarfjørð í morgun. (Mynd Vagnur)

Vit hava nú í nógvar vikur havt óvanliga gott veður, og hvønn morgun hyggur tú út í tún til tess at síggja, hvussu náttúrumyndin sær út í dag. Í morgun liggur pollamjørkin vakur sum teppið yvir Nólsoyarfjørð. Gott fyri sál og sinnið. Myndin broytist allan dagin, og serliga um kvøldið, tá sólin fer í kav, broytist myndin aftur. Vakurt myndaspæl á himnahválvinum, sum broytist so hvørt sum dagurin fer at halla. Áhugavert og vakurt. At so vatnið minkar í vatngoymlum kring landið, er nakað annað. Har er broyting farin fram, tí vatngoymslurnar eru øktar seinnu árini. Á mínum ungdómsdøgum vóru nógvar lýsingar í útvarpinum, har heitt var á fólk kring landið um at spara vatn. Les meira…

8-mannafarsróðurin í Runavík gjørdist søguligur

Áttindi rógvarin kemur undan frammi í rong. (Mynd Vagnur)
Áttandi rógvarin kemur undan frammi í rong. (Mynd Vagnur)

Tá eg sá 8-mannafarsróðurin á skíggjanum seinasta leygardag, var eg skjótir við myndatólinum at taka mynd av sjáldsomu hendingini, tá Nevið reyða róðu við sjey monnum. Hetta var so mikið spennandi, tí Nevið reyða var á oddan mest sum allan teinin. Teir mistu fyrsta plássið í seinastu tøkunum. Teir rógva væl við góðum longum kraftigum tøkum. Serligt var at síggjan áttanda rógvaran sita frammi í rong, har høvdið kom undan av og á, og hann fylgdi við, hvar báturin var staddur í feltinum. Fantastiskt avrik, tí høvdu menn lagt árarnar inn í startinum, tá árin brotnaði, fingu teir einki stig. Tað skal ikki skótast av, um ár brotnar. Myndin frá skíggjanum gerst ikki eins góð og vanligt, men hon kann brúkast. Eingin ivi um, at Nevið reyða kemur sterkt aftur í Vági leygardagin í næstu viku. (Vagnur)