
Torført er at spáa um framtíðina, og hjá nógvum kann álvarslig hending koma tvørs fyri, so tað, tú ætlaði tær, ikki kann gerast veruleiki við útbúgvingum og øðrum. Soleiðis er hjá skjótt tretivu ára gamla Bjarka Gyldenkærne Dalsgarð á Velbastað. Bjarki var á skeivum stað í Keypmannahavn um jóltíðir í 2012, tá hann og ein vinmaður vóru álopnir av fleiri búrkroppum. Bjarki bleiv so illa sparkaður í høvdið, at nú fýra ár seinni hevur hann framvegis mein av hendingini, at hann ikki kann halda fram við útbúgvingini. – “Eg eri sleptur upp á fjall av myndugleikunum bæði í Danmark og í Føroyum”, sigur Bjarki. Men hvat var tað, sum hendi á jólum 2012 í Keypmannahavn?

Bjarki er ein av fýra børnum hjá Djóna Dalsgarð og Dorthe Gyldenkære á Velbastað. Bjarki var eins og hini børnini lívsglaður drongur frá ungum árum. Bjarki og beiggin Roar eru tvíburar, og gingu teir báðir fyrst í Velbastaðar skúla fyri síðani at fara í framhaldsdeild í Kommunuskúlanum í Havn. Eftir 9. flokk gekk leiðin á eftirskúla í Danmark, og afturkomin til Føroya gekk Bjarki trý ár á handilsskúla í Havn.
Ungi maðurin á Velbastað dámar væl úti í náttúruni, og tá hann hugsaði um víðari útbúgving, valdi hann fyrst at fara til Bornholm at taka eina brandmandsútbúgvin hjá Beredskabsstyrelsen, sum tók hálvt ár. Hetta var útbúgving innan donsku verjuna.

Á heysti í 2011 gongur leiðin til Noregs, har Bjarki fer undir trý ára útbúgving, har náttúran er miðdepilin í útbúgvingini. Hetta er ein bachelor- og masterútbúgving. Í útbúgvingini lærir tú um sjálva náttúruna, plantur og annað, men eisini at brúka náttúruna í undirvísingini. Geva skúlabørnum uttandura upplivingar av ymiskum slag. Rógva kajakk, klintra í brattlendi og ganga í fjøllunum – nógvir eru møguleikarnir.
Útbúgvingina kundi Bjarki brúka í skúlaverkinum, men eisini bjóða starvsfólkum á fyritøkum nakrar náttúruupplivingar. Bjarki var komin hálva leið við útbúgvingini, tá hann brádliga mátti leggja kongin í Noregi eftir álvarsliga hending í Keypmannahavn. Og Bjarki sigur soleiðis frá um hendingina:

– Familjan valdi í 2012 at halda jól saman í Keypmannahavn, har bæði systir mín Sigrið og beiggin mín Roar búðu um tað mundið. Eg kom nakrar dagin fyri jól úr Noregi til Keypmannahavnar, tí eg vildi hitta nakrar av mínum vinum frá tíðini á Bornholm og minnast gamlar dagar. Tá vit høvdu verið á einum verthúsi, fóru vit hvør til sítt. Onkur tók bussin, onkur súkklaðu til hús, men eg og ein vinmaður ætlaðu at náa Metroina.
– Næstan komnir fram, komu tveir mans ímóti okkum, har annar roynir uttan nakað at provokera vinmann mín til bardaga. Eg traðki eitt fett aftur og royni heilt skjótt at fáa yvirlit á støðuni, men áðrenn eg veit av, og uttan eg varnist nakað sum helst, verði eg álopin aftanífrá og morlaður niður. Eg fái at vita seinni frá vinmanninum, at meðan eg lá niðri, stóðu tríggir yvir mær og sparkaðu og trampaðu fleiri ferðir á høvdið. Ein súkklistur er komin framvið, men tá eru álopsmenninir rýmdir av staðnum.

– Løtu seinni var eg á veg í sjúkrabili til Bispebjerg hospital, har tey søgdu, at eg hevði fingið ógvisligan heilaskjálvta. Vørrin var hovin og skrædnað, ein jaksil brotin, og onnur síðan á høvdinum var meislað og blá. Eg var seymaður nakað í munninum, men annars sá andlitið ikki so galið út. Eg slapp heim dagin eftir, men læknin segði mær, at eg mátti ikki vera einsamallur fyrstu dagarnar, og tí var beiggi mín Roar hjá mær.
– Tað skuldi vísa seg, at skaðin, eg fekk hetta kvøldið, var nógv ógvisligari, enn tey á skaðastovuni hildu. Tí eftir tveir mánaðir hevði eg nógva høvuðpínu og hevði eitt slag av sjóverki alla tíðina og vaml, uttan at nakar fylgdi upp uppá skaðan. Eftir hálvt ár helt eg, at eg var so mikið væl fyri kropsliga og í høvdinum, at eg kundi fara aftur til Noregs og halda fram við útbúgvingini.

– Men skjótt gjørdist mær greitt, at hetta megnaði eg als ikki. Eg fekk slættis ikki savnað meg um alt í undirvísingini og kundi heldur ikki vera í stórum flokshølum við nógvum næmingum. Høvdið toldi ikki óljóð og larm í stórum rúmum við nógvum næmingum.
– Í samráð við lestrarvegleiðaran samdust vit um, at eg skuldi fylgja hálvum skema, so at eg bert var við í uttandura undirvísing. Eg burdi verið farin heim beinanvegin tá, men eg var treiskur. Men líka mikið, hvat eg royndi, so megnaði høvdið ikki at fylgja við. Endin gjørdist, at eg mátti gevast á skúlanum, og eg kom heim til Føroya í juni mánað í 2014, sigur Bjarki.

Meðan vit sita í stovuni hjá teimum á Velbastað, og eg hyggi at unga manninum, reika tankarnir eina løtu. Taki so hjartaliga synd í fitta og fyrikomandi manninum, sum er komin í trupla støðu. Eisini hugsi eg um ungu donsku menninar, sum uttan ávaring leypa á tilvildarlig fólk. Hví gera teir slíkt, eru teir illir inn á danska samfelagið, hesir ungu menn kanska triðja ella fjórða ættarlið av innflytarum í Keypmannahavn?
Vit skriva nú mai mánað 2016, og eg spyrji Bjarka at enda, hvussu hann hevur tað nú, og hvørja hjálp hann hevur fingið hesi fýra árini síðani hendingina.

– Eg eri ikki blivin rasist, tí nakrir innflytarar slerdu meg niður, og eg havi heldur ikki mist lívsneistan, men eg eri framvegis ikki frískur, so eg kann halda fram við víðari lestri ella tí, eg havi hug til. Eg eri tó keddur um, at eg frá degi eitt bleiv sleptur upp á fjall av heilsumyndugleikunum í Danmark og eisini í Føroyum.
– Sjálvandi vóni eg at gerast frískur, men trúgvin, at hetta hendur, er minkað. Í einum føðingardegi í vetur kemur ein kona til mín og spyr, hví eg havi oyraproppar í oyrunum. Eg sigi henni søguna, hví so er, og at eg ikki toli nógv óljóð. Kvinnan ger mær greitt, at okkurt er spinnandi galið við skipanini, og talan má vera um endurgjaldskrav. Nú kemur ferð aftur á málið, og ein løgfrøðingur gerst partur í málinum.

– Frá løgregluni í Keypmannahavn fingu vit at vita, at tey funnu ikki menninar, sum høvdu sligið meg niður og sparkað meg í høvdið. Í málinum, ið nú er farið í gongd, havi eg fyri kortum verið niðri til samrøðu og eina kanning. Eg skal í næstum í MR-skannaran í Føroyum, fyri síðani at fara niður aftur tíðliga í juni mánað, sigur Bjarki at enda.

Bjarki hevur síðani í fjør vár arbeitt nakrar tímar um dagin á Býarbókasavninum. Hann hevur fingið varandi mein av álopinum á jólum 2012. Og lívið hjá honum er eisini broytt, ti hann kann ikki sum áður bara leypa avstað til ymist. Hann er meira fyri seg sjálvan enn áður, og millum annað segði hann mær, at tildømis á ólavsøku má hann ansa sær og leggja dagarnar væl til rættis og hvíla regluliga, tí hann megnar ikki at vera millum nógv fólk, har nógvur larmur og nógv óljóð eru. Ólukkulig støða hjá ungum manni. Allar myndirnar í greinini eru úr myndasavninum hjá Bjarka. (Vagnur)