Úr myndasavninum – Myndin av monnunum er 101 ára gomul

Áhugavert at síggja slíka mynd, men eg kenni ongan á myndini. (Myndeigari: Birgir Sondum)
Áhugavert at síggja slíka mynd, men eg kenni ongan á myndini. (Myndeigari: Birgir Sondum)

Ikki veit eg, um fólk hava sæð hesa mynd áður, sum Birgir Sondum vísti mær. Altíð áhugavert at síggja gamlar myndir, men ein mynd frá 1915, er so mikil gomul, at tú kennir ikki ein einasta persón á myndini.

Realskúlin var tikin í nýtslu í 1916. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Realskúlin var tikin í nýtslu í 1916. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Havi hugt fleiri ferðir at myndini, um eg kenni okkurt andlit, men bara andlitið á manni í fremsta rað næstuttast til høgru kann eg gita um. Hetta kundi verið ein í familjuni Mortensen kanska pápi Venna Mortensen. Fotografur hevur tikið myndina, sum er á tjúkkum pappi. Fimtan vælvaksnir ungir menn, har uttan iva lærarin stendur við steypinum. Gamli Realskúlin við síðuna av gula Kommunuskúlanum var bygdur í 1916, og við síðuna var bygd fimleikahøll. Næmingarnir í rotuskóm á myndini hava júst vunnið eina kapping. Men hvør var henda kappingin?

Eg síggi í bókini Havnin – fólk og yrki, at menn vóru ósamdir, um skúlin skuldi byggjast úr timbri ella skuldi vera grótlaðaður, sum skúlin á Vaglinum. Áhugavert at lesa, at Jákup Andreas Arge, sum laðaði Komunuskúlan á Vaglinum, gav inn tilboð. Tí, sum hann segði: Kommunuskúlin er gjørdur at halda í 800 ár. Jákup Andres gjørdist bilsin, tá gjørt var av, at skúlin skuldi byggjast úr timbri. Hann var so mikið illur um avgerðina, at hann skrivaði lesarabræv í bløðini, har hann vísti á virði at byggja skúla úr gróti heldur úr timbri. Ein bygningur, Havnin skuldi vera errin av.

Realskúli  í Føroyum var settur á stovn í 1861, og í 1941 upprann dagurin, tá skúlin kundi veittra við føroyskum flaggi. Tað vil siga, at realskúlin flaggaði við donskum flaggi í áttati ár. Áhugavert hevði verið, um onkur kendi onkran av ungu monnunum á myndini ovast. Kom í tankar um, um hesir fimleikarar eru útlendskir, men tað trúgvi eg ikki, tí vit eru jú undir fyrra heimsbardaga: (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply