Monthly Archives: mai 2016

Úr myndasavninum – Trý kend andlit í havnargøtum

Trý kend andlit. Frá vinstru: Jóin Willhelmsen, Kjartan Mohr og Kristian Jacobsen.
Trý kend andlit. Frá vinstru: Jóin Wilhelmsen, Kjartan Mohr og Kristian Jacobsen.

Hesir tríggir mest sum javngomlu menninir á myndini vóru á mínum ungum døgum havnarmyndir – onkur meira kendur enn annar. Mennirnir eita frá vinstru Jón (Jóin) Wilhelmsen, Kjartan Mohr og Kristian Jacobsen, sum tú dagliga sást í havnargøtum. Fái eg slíka mynd í hondina, er altíð áhugavert at vita eitt sindur meira um menninar. Maðurin í miðjuni er Kjartan Mohr, sum átti Tórshavnar skipasmiðju, hann var býráðslimur og løgtingslimur. Les meira…

Bjarki Dalsgarð bleiv niðursligin í Keypmannahavn og fekk varandi mein

Bjarki G. Dalsgarð í heimliga umhvørvinum á Velbastað. (Mynd Vagnur)
Bjarki G. Dalsgarð í heimliga umhvørvinum á Velbastað. (Mynd Vagnur)

Torført er at spáa um framtíðina, og hjá nógvum kann álvarslig hending koma tvørs fyri, so tað, tú ætlaði tær, ikki kann gerast veruleiki við útbúgvingum og øðrum. Soleiðis er hjá skjótt tretivu ára gamla Bjarka Gyldenkærne Dalsgarð á Velbastað. Bjarki var á skeivum stað í Keypmannahavn um jóltíðir í 2012, tá hann og ein vinmaður vóru álopnir av fleiri búrkroppum. Bjarki bleiv so illa sparkaður í høvdið, at nú fýra ár seinni hevur hann framvegis mein av hendingini, at hann ikki kann halda fram við útbúgvingini. – “Eg eri sleptur upp á fjall av myndugleikunum bæði í Danmark og í Føroyum”, sigur Bjarki. Men hvat var tað, sum hendi á jólum 2012 í Keypmannahavn? Les meira…

Leygardagin skulu bátarnir til fyrstu FM-próvtøku á árinum

8-mannafars róðrarnir í summar vera serligir, tí bátarnir eru fleiri. (Mynd Hans Højgaard)
8-mannafarsróðrarnir í summar vera serligir, tí bátarnir eru fleiri. Ódnartøk í Vestmanna. (Mynd Hans Højgaard)

Leygardagin er norðoyastevna, og tá skulu fyrstu FM-róðrar og fyrstu barnaróðrar rógvast. Norðoyastevnan er altíð serlig, tí einstaka manningin og einstaki rógvarin hevur vónirnar um góð úrslit, men sum vit plaga at siga: Eftir norðoyastevnu er nýggj tíð. Summir rógvarar eru fegnir um sigur, aðrar hampuliga væl nøgdir, og aðrir rógvarar beinleiðis vónbrotnir. Vit hava longu nakrar ábendingar, hvussu fer at gangast í Klaksvík leygardagin, men bátar leggjast aftrat, sum ikki hava roynt seg í teimum trimum óndnartøkunum. Les meira…

Úr myndasavninum – Myndin av monnunum er 101 ára gomul

Áhugavert at síggja slíka mynd, men eg kenni ongan á myndini. (Myndeigari: Birgir Sondum)
Áhugavert at síggja slíka mynd, men eg kenni ongan á myndini. (Myndeigari: Birgir Sondum)

Ikki veit eg, um fólk hava sæð hesa mynd áður, sum Birgir Sondum vísti mær. Altíð áhugavert at síggja gamlar myndir, men ein mynd frá 1915, er so mikil gomul, at tú kennir ikki ein einasta persón á myndini. Les meira…

Hondbóltsúrmælingurin er farin – Sverri Jacobsen spældi í 25 ár í bestu deildini

Sverri uttast til vinstru spælir her ímóti TB, sum hevði lið í bestu deildini. (Mynd Vagnur)
Sverri uttast til vinstru spælir her ímóti TB, sum hevði lið í bestu deildini. (Mynd Vagnur)

Tá eg hoyrdi boðini, at Sverri Jacobsen var farin 71 ára gamal, leitaðu tankarnir beinanvegin á hondbóltsvøllin. Í míni tíð sum hondbóltsspælari var Sverri nógv tann besti spælarin í landinum. Hvussu máta vit so dygdina á einum spælara. Eg vigi og meti spælaran soleiðis: Hvussu er spælarin fyri tekniskt og taktiskt, hvønn týdning hevur hann fyri lið sítt, spæligleðin og drívmegin á vølli, skotin mál og tal av meistaraheitum, tal á dystum, hondbóltsstøðið í hvørjum dysti, og ikki minst hug av venja til tess at gerast betri. Út frá hesum var Sverri klárt besti hondbóltsspælarin í landinum í næstan ein mansaldur. Les meira…

Størsta “stillads” í Føroyum stendur um kommunuskúlan

kkjk
Tað gekk bæði skjótt og væl at seta upp “stilladsið” (Mynd Vagnur)

Nógv byggivirksemi er í Havn í løtuni, og tú undrast, at so nógv stór arbeiði fara fram samstundis. Eitt av stóru arbeiðunum er at umvæla Tórshavnar kommunuskúla, har partur av skúlanum skal gerast til lestraríbúðir. Um dagarnar hava teir sett upp føroya størsta “stillads”, og tá eg sá, hvussu skjótt arbeiðið gekk, og at fleiri vandir útlendingar fóru upp í hæddirnar, hugsaði eg: Eingin føroyska fyritøka liggur inni við so nógvum fermetrum av “stilladsi”. Hevði hug at kanna málið. Les meira…

Gásarungar vóru farnir til stroks við Kirkjubøarvegin

Fittir gásarungar, sum vóru skjótir gjøgnum meskarnar í hegninum, tá eg nærkaðist teimum. (Mynd Vagnur)
Fittir gásarungar, sum vóru skjótir gjøgnum meskarnar í hegninum, tá eg nærkaðist teimum. (Mynd Vagnur)

Ávegis til Kirkjubøar kom eg fram á hesar fittu gásarungar, so vóru næstan komnir út á vegin til ampa bæði fyri seg sjálvar og ferðsluna. Tá eg sá litfagra fuglaræðan bundnan í hegnið, hugsaði eg, at tað nyttar lítið við fuglaræða, tá ungarnir fara gjøgnum meskarnar í hegninum, og steggin og bøgan ikki fylgja við. Eg steðgaði bilinum, floytaði, og tá vóru ungarnir skjótir innaftur gjøgnum meskarnar. Annars dugir gásin væl at ansa ungunum, men í hesum førum er vandi á ferð. Ungarnir er nú so mikið stórir, at likkan ikki tekur teir, men ein skúgvur kundi komið fram við og fingið sær góðan bita. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Tá farmaskipið Carolina Thorden varð bumbað í Nólsoyarfirði

Manningin á Grundick pumpar sjógv úr Carlolinu Thorden. (familjumynd)
Manningin á Grundick pumpar sjógv úr Carolinu Thorden. (familjumynd)

Tá eg í myndabók hjá familjuni síggi sluppina Grundick hjá abba mínum pumpa sjógv úr stórum farmaskipi, gjørdist eg forvitin. Myndirnar eru frá 1941. Eg at leita og kom í bókini Stríðsárini 2 eftir Niels Juul Arge fram á greinina um finska farmaskipið Carolinu Thorden, sum eg hevði lisið um fyri nú nógvum árum síðani. Skipið var komið úr Amerika á rannsóknarferð fyrst til Vardø í Norra og var komið til Føroya. Skipið var 26. mars 1941 eysturi úr Borðuni, har skiparin fekk boð frá bretum at sigla í Nólsoyarfjørð. Les meira…

Nógvir ungdómar manna bátar í Havnar róðrarfelag

T

Rógvararnir í Álakeri gleða seg at fara til Klaksvíkar. (Mynd Vagnur)
Rógvararnir í Álakeri gleða seg at fara til Klaksvíkar. (Mynd Vagnur)

Tá tú spákar seinnapartar og um kvøldarnar í Álakeri er fatanina, at fleiri bátar hjá Havnar róðrarfelag eru mannaðir enn undanfarin ár. Hugdi inn í neystið, og har stóð eisini nýtt 6-mannafar, sum er komið í staðin við Gongurólv, sum í fjør í vindi fór út av vegnum. Nýggi Gongurólvur verður nú gjørdur klárur til fyrsta FM-róðurin í Klaksvík, og menninir hava vant við Hósvíkingi. Flaggdagin hevði Havnar róðrarfelag ársaðalfund, og har eru komnar eldsálir í nevndina, sum veruliga vilja nakað við ungdóminum. Les meira…

Úr myndasavninum – Ólukksáligt at vit skuldu missa Molan

Nógv góð minni hava vit úti á Molanum. (familjumynd)
Nógv góð minni hava vit úti á Molanum, sum var serligur fyri okkum øll. (familjumynd)

Myndin omanfyri er frá 1968, og fólkini hyggja ikki at kappróðri, tí tað var ikki fyrr enn í 1972, at Molin var longdur so mikið nógv, at ikki longur kundi rógvast 2000 metrar av Gulanum og inn í Vágsbotn. Hyggur tú nærri at myndini, so siga serliga bilarnir mær frá, at myndin er frá 1960-árunum. Har er ein Volvo Amazon og ein Rambler bilur, eg kennist við. Tvær gentur standa fremst við stabban í stuttum jakka og nylonsokkum, sum var mótin tá. Myndin kundi eisini verið dagin 20. oktober 1967, tá ferðamannaskipið Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum fór seinastu ferð úr Føroyum, men tað er myndin ikki. Fólkini á myndini siga sluppini Westward Ho farvæl, sum skal á vitjan í Esbjerg. Serliga við hesi ferð var, at sluppin í 1968 ikki hevði motor, og bara seglini vóru til at taka. Minnist væl, at veðrið var so mikið gott, at sluppin mest sum ikki kom úr stað fyrstu døgnini og var tí sleipað út um Nólsoynna.. Útvarp Føroya segði dagliga frá, hvar sluppin var stødd á ferðini. Westward Ho fekk næstan kongaliga móttøku, tá sluppin loksins kom til Esbjerg. Ólukksáligt at vit mistu Molan, tí Molin var nakað heilt serligt fyri okkum øll. Kanska nýggja havnabygging suður í Nólsoyarfjørð gevur okkum Molan aftur, men tað gerst neyvan veruleiki. Nógvir mussar mugu vera givnir úti á Molanum eftir dansin í 1960-árunum, tí nógv ungfólk fóru “kajtúr” út á Molan eftir dansin, sum tá endaði á midnátt. (Vagnur)