Miðvágs róðrarfelag er væl umboðað í FM-róðrunum í summar

Miðvingur á veg út á málið á ólavsøku 2005.
Miðvingur á veg út á málið á ólavsøku 2005.

Hugaligt at tosa við formannin í Miðvágs róðrarfelag Jógvan Hans Hansen, tí hann segði mær í telefonini mikukvøldið: – Í summar koma vit at hava átta manningar við í FM-kappingini. Tvær barnamanningar gentur og dreingir, tvær dreingjamanningar, sum manna 5-mannaførini Beintu og Frúnna, eina gentumanning, sum rør við 5-mannafarinum Beintu, og eina kvinnumanning, sum rør við 5-mannafarinum Frúnni. Eisini er 8-mannafarið Miðvingur mannað. Vit hava eisini eina kvinnumanning, sum er nakað ivasom. Hetta eru kvinnur, sum skulu umborð á 6-mannafarið Riddaran. Ikki er avgreitt enn, um tær rógva vanligu sjey FM-róðrarnar, ella tær rógva í kappingini fyri “eldru”´, sum umfatar tríggjar tær seinastu stevnurnar. Nògv fólk vóru í neystinum flaggdagin, tá bátarnir vóru flotaðir, sigur formaðurin.

Tey eru ófør í Miðvágs róðrarfelag, og kappróður hevur djúpar røtur í bygdini. Tey taka stór tøk til tess at fáa bátarnar mannaðar. Flaggdagurin er serligur í felagnum, tí eftir flaggdagsrøðuna vera bátarnir flotaðir, og síðani er drekkamuður í neystinum fyri rógvarar og onnur. Jógvan Hans sigur soleiðis:

Ikki lætt at tíðarfesta hesa mynd. Sarita Hansen situr á lærbekki stýriborð.
5-mannafarið Frúgvin. Ikki lætt at tíðarfesta hesa mynd. Sarita Hansen situr á lærbekki stýriborð. Hon veit árstalið.

– Heilt nógv fólk komu í neystið flaggdagin. Umframt rógvarar vóru eisini avvarðandi, ja, eisini ommur og abbar, og annars fólk, sum hava áhuga í kappróðri. Tá tú nevnir flaggdagin, so er siðvenja í felagnum, at bátar vera flotaðir flaggdagin, men vit forða ikki manningum at fara í bátin fyri flaggdagin, men tað vísir seg, at veðrið er sjáldan til vildar fyri flaggdagin. Tá talan er um teir yngru rógvararnar, so hugsa vit eisini um trygdina, tí vit hava upplivað, at sjálvt í mai mánað kann manning vera um ein háls, tá eitt æl við vindi knappliga kemur á manningina undir venjing.

– Teir, sum mannað Miðving, eru rógvarar, sum hava róð við bátinum áður. Onkur kemur frá dreingjabátinum, onkur hevur ongantíð róð, og so koma rógvarar aðrastaðni frá. Manningin hevur tí ikki áður róð saman, sigur Jógvan Hans at enda..

Trý 8-mannafør róðu ódnartøkini flaggdagin Knørrur, Argjabáturin og Nevið reyða. Miðvingur kemur aftrat, so eru fýra bátar. Vónand síggja vit eisini fimta 8-mannafarið. Sum eg skrivaði eftir ódnartøkini flaggdagin, so er ábendingin, at í summar vera fleiri manningar enn undanfarnu trý árini. Vónandii heldur henda ábendingin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply