Teir umborð Orminum langa hava góðar vónir í summar

Ormurin langi 2016. Á lærbekki sita Bárður Skorheim Guttesen bakborð og Jákup Símun Fríðheim stýriborð. Á eystrúmsbekki sita Leif á Bøgarði stýriborð og Hálvdan Brink Dalsgaard bakborð.
Ormurin langi 2016. Á lærbekki sita Bárður Skorheim Guttesen bakborð og Jákup Símun Fríðheim stýriborð, á eystrúmsbekki sita Leif á Bøgarði stýriborð og Bjarti V. Guttesen bakborð, á rúmbekki sita Óli Dam stýriborð og Bárður Johannessen bakborð, á bógbekki sita Rúni Mohr Jónsson stýriborð og Hálvdan Brink Dalsgaard bakborð, og á toftubekki sita Henningur Einar Juul stýriborð og Tórur Skorheim Guttesen bakborð. Róðursmaðurin eitur Sámal Kristiansson. (Mynd Vagnur)

Róðrarfelagið Knørrur hevur heilt góðar umstøður til bátarnar í pakkhúsinum á Müllersbrúgv, men framvegis eru eingi skiftingarrúm, ongar brúsur og eingin dráttur. Hetta er afturvendandi trupulleikin og samtaluevnið millum róðrarfólkini. Ørindini míni vóru at fáa at vita, hvørjir menn manna 10-mannafarið Ormin langa. Ormurin, sum summi rópa bátin. Seks av manningini róðu eisini við bátinum í fjør, og miðalaldurin er um 23 ár. Vælupplagdir ungir menn, sum settu seg við árarnar hóskvøldið.

Róðrarfelagið Knørrur hevur góðar umstøður til bátarnar, men eru eingi skifingarrúm og brúsur. (Mynd Vagnur)
Róðrarfelagið Knørrur hevur góðar umstøður til bátarnar, men enn eru eingi skifingarrúm og brúsur. (Mynd Vagnur)

Eg prátaði við teir eitt sindur, áðrenn farið var í bátin, og teir søgdu mær, at tað var heilt øðrvísi at fara av 8-mannafarinum Knørri og umborð á Ormin langa. Teir halda, at 8-mannafarið er lættari at fáa upp í ferð, og eisini lættari at halda ferðini. Fleiri av teimum róðu við Knørri í 2014. Tá eg skrivi, at umstøðurnar hjá felagnum eru ikki nóg góðar, so hevur felagið eitt rúm í Tollbúðini nær Skipafelagnum, har rógvimaskinurnar standa.

Teir hava góðar vónir um róðrarárið, sjálvt um tveir rógvarar eru umborð, sum ongantíð áður hava róð. Róðursmaðurin eitur Sámal Kristiansson og er eisini nevndarlimur í felagnum. Ormurin langi gjørdist nummar trý á ólavsøku í fjør og nummar fýra í FM-kappingini.

klklklkl
Standandi frá vinstru: Jákup Símun Fríðheim, Bárður Skorheim Guttesen, Leif á Bøgarði, Rúni Mohr Jónsson, Hálvdan Brink Dalsgaard og Tórur Skorheim Guttesen. Fremst f.v: Bárður Johannessen, Sámal Kristiansson, Bjarti V Guttesen, Óli Dam og Henningur Einar Juul. (Mynd Vagnur)

Eitt er neystið og umstøður, annað er báturin. Ætlanin er hjá felagnum  at útvega nýtt 10-mannafar, tí núverandi bátur er ikki nóg góður, men hetta eydnaðist ikki til róðrarárið. Tí hava teir fingið fatur í Norðingi, sum er gamli Eysturoyingur. Báturin verður í hesum døgum gjørdur klárur og sproytaður. Unga manningin hevur fingið hjálp frá Svein Rógva Nielsen og Heina Hátún, tveir royndir rógvarar, sum hava vunnið so nógv við Klaksvíkingi.

Tórshavnar Havn skuldi gera teimum eitt drátt í fjør, men hann kom ikki. Nù siga teir, at drátturin kemur í næstu viku. (Mynd Vagnur)
Tórshavnar Havn skuldi gera teimum eitt drátt í fjør, men hann kom ikki. Nù siga teir, at drátturin kemur í næstu viku. (Mynd Vagnur)

Spennandi at fylgja 10-mannaførunum í summar, sum higartil eru fýra bátar. Eysturoyingur, Ormurin langi, Havnarbáturin og Drekin reyði. Eg haldi, at eg merkti á ungu monnunum, at teir hava sett sær nýggj mál í ár. Fleiri av teimum róðu jú fyrstu ferð við 10-mannafari í fjør. Við bátin prátaðu vit eisini um árar. Teir søgdu mær, hvussu stórur munur kann vera á einari ár. Her er talan um vektina á árini. Teir nevndu nøkur tøl, sum mugu kannast, áðrenn fest verður á blað.

Søguliga pakkhúsið á Müllerbrúgv eigur Føroya landsstýri, og nú haldi eg, at tíðin er komin at lata Róðrarfelagnum Knørri eisini aðru hædd, so felagið kann gera síni skiftingarrúm, brúsur og fáa venjingarhøli til maskinurnar, so alt er á sama stað. Húsið kann ikki fara betur, tá vit nú tosa um at fáa meira lív í miðbýin. Hundraðtals útlendingar taka um summarið myndir av kappróðrarbátunum, sum standa í bygninginum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Teir umborð Orminum langa hava góðar vónir í summar

  1. Stýrimaðurin situr enntá við bakinum móti bakborði. Væl myndað. Eisini er stuttligt at fáa nøvnini við. Tøkk fyri tínar góður greinir, Vagnur. Og koyrið á, knáu knarrarmenn!

Leave a reply