Monthly Archives: mars 2016

Nøkur orð og góð minni um Sámal og Kathrinu Christiansen

Sámal og Kathrina Christiansen. Minnist tey sum tvey fitt og hugnalig fólk.
Sámal og Kathrina Christiansen. Eg minnist tey sum tvey fitt og hugnalig fólk.

Ein dagin stóð eg við Restorffs bryggjarí og hugdi oman Landavegin. Tá eg var smádrongur, var Landavegurin vánaligur grúsvegur við ongari gongubreyt. Húsini høgrumegin omaneftir stóðu mest sum kloss í vegin, og grundøkini vóru soleiðis skapað, at urtagarðurin var sunnanfyri húsini útímóti Ellisheiminum. Húsini nærmast á myndini niðanfyri eru húsini hjá abba og ommu bygd í 1902. Christian abbi og Sigrid omma fluttu úr Norðdepli til Havnar, og tað gjørdi Sámal beiggi Christian eisini tó nakað seinni. Sámal bygdi sær hús við Landaavegin í 1907, og í 1909 giftist hann við Kathrinu Mariu uppvaksin yvir á Krákusteini. Nøkur orð um hesi hugnaligu, siðiligu og fittu fólkini. Les meira…

Neistaeldsálin Hans Mortensen var framsíggin hondbóltsleiðari

Hans var bara átjan ár, tá ið hann gjørdist formaður Neistans. (Mynd Vagnur)

21. mars fylti Hondbóltsfelagið Neistin 85 ár. Og hugsi eg aftur í tíðina, tá eg fyrstu ferð kom í Gundadal at spæla hondbólt sum tólv ára gamal, komi eg at hugsa um Hans Mortensen. Ein framsíggin ungur neistamaður, sum longu tá sá, at skulu vit menna ungdómshondbóltin, mugu vit útvega Neistanum eitt felagshús. Hans slóðaði saman við Christiani Jørgensen fyri at byggja Neistahúsið, sum kollvelti Neistan. Húsið gjørdi, at ungdómur streymaði í felagið. Dreingir og gentur spældu fyrstu landskapping í 1963, og ungu neistaliðini vóru í oddinum frá byrjan. Í 2012 skrivaði eg niðanfyri grein um neistaeldsálina Hans Mortensen, sum vit hava so nógv at takka fyri. Les meira…

Nakrar hugleiðingar fyrsta páskadag Yviri við Strond

jkjkj
Ófatuligt, at fólk ætlaðu at oyðileggja vakra økið Yviri við Stond. (Mynd Vagnur)

Fyrsta páskadag stóð eg eina løtu við vegjaðaran Yvir við Strond og hugleiddi eitt sindur um tað, eg sá. Hetta vakra stað við góðum útsýni eystur og suður í hav. Válgaravík, har tú sum lærari plagdi at spáka millum steinarnar, meðan næmingar leitaðu eftir krabbum. Minnast aftur á løtur, tá brimið kom eysturi úr opnum havi, har aldumegin var so stór og sterk, at tað skolaði niðan á vegin. Tú sært á lendinum, hvussu veður og vindur hevur máa úr lendinum. Teir byrjaðu í Válgarvík at laða Stóragarð, sum skuldi halda seyðinum burtur frá innangarðsjørðini í Havn. Lítið er eftir av Stóragarði, tó so, smáir bitar millum annað í garðinum hjá okkum. Knappliga hvakk eg við, tí nú ímyndaði eg mær handan nógv umtalaða vegin, sum skuldi oyðileggja  hesa vøkru perlu Yvir við Strond. Les meira…

Vit bíða framvegis í tolni eftir brúnni um Sandá

Nú nærkast, men eftir er at asfaltera brúnna, ja, so allir snøklarnir. (Mynd Vagnur)
Nú nærkast, men eftir er at asfaltera brúnna, ja, so allir snøklarnir. (Mynd Vagnur)

Haldi ikki, at fólk leggja so nógv í, at tað dregur út at fáa brúnna um Sandá lidna. “Bara hon kemur, og at menn arbeiða á brúnni hvønn dag”, siga fólk. Eg havi fylgt hesum arbeiðnum frá byrjan, tí eg koyri fleiri ferðir um vikuna har á leiðini. Løtan, tá borgarstjórin skal klippa snórin, er útsett fleiri ferðir. Á ólavsøku í fjør skuldi brúgvin vera liðug, og so skuldi brúgvin ikki gerast jólatrøll. Síðani sá eg dagin 28. februar standa onkrastaðni, og nú siga fólk, at brúgvin letur upp flaggdagin. Eg vóni, tey meina flaggdagin komandi. Teir hava fingið fatur í rundkoyringarnar báðumegin, men so skal brúgvin asfalterast, og trygdin skal vera í lagi. Hugsi mangan, hvussu torført tað má vera hjá fyritøkum at bjóða upp á slík stór arbeiði. Hvussu við dagbøtum? Vit sóu eisini í fjølmiðlunum herfyri, hvussu ymisk tilboðini vóru at útbyggja Tórshavnar Havn. Lægsta tilboðið var 387 milliónir krónur, meðan hægsta tilboðið var slakar 800 milliónir krónur. Í Føroyum hava fyritøkur stórar trupulleikar at halda tíðarætlanina, men sum eg skilji, so eru tað ikki bara fyritøkurnar, sum hava skuldina. Vit hava hoyrt um broytingar í tekningum, meðan arbeiði fara fram. (Vagnur)

Stigatalvan og spennandi endaspurturin í grundspælinum

VÍF er framvegis liðið, sum hevur bestu møguleikar at náa FM-finalurnar. (Mynd Álvur)
VÍF er framvegis liðið, sum hevur besta møguleikan at náa FM-finalurnar. (Mynd Álvur)

Eg rokni við, at mansspælarar hjá VÍF, KÍF og Kyndli hava meira enn einaferð hugt at stigatalvuni, tí “teoretiskt” kunnu øll trý liðini náa FM-finalurnar, tó Kyndil við heilt lítlum møguleika. VÍF og Kyndil hava tveir dystir eftir at spæla, meðan KÍF hevur tríggjar dystir. VÍF og KÍF kunnu sjálvi gera av, um tey koma í FM-finalurnar, liðini skulu bara vinna restandi dystirnar. VÍF skal spæla í Kollafirði 13. apríl, og skal KÍF vinna við meira enn tólv málunum, skal liðið vera betri í innanhýsis málum í mun til VÍF. 3. apríl skal KÍF inn á Skála at spæla ímóti StÍF, og tá kann nógv broytast á stigatalvuni, og gitingarnar hava tá eitt annað grundarlag. Les meira…

Mánin ger av, um páskirnar eru tíðliga ella nakað seinni

Myndin av páskaliljunum er tikin í 2009. (Mynd Vagnur)
Myndin av páskaliljunum er tikin í 2009. (Mynd Vagnur)

Ikki er torført hjá fólki at finna útav, nær vit halda jól, og hví vit halda jól. Jólaaftan er altíð 24. desember, og tá var Jesus føddur. Men torførari er hjá fólki at finna útav, nær páskirnar eru, tí tildømis Langi fríggjadagur er ikki ávísan fríggjadag hvørt ár.

Fólk taka mangan til: – Páskirnar eru tíðliga í ár. Fert tú á gøtuna og spyrt fólk, hví páskirnar eru tíðliga, so vita tey flestu ikki, men summi siga kanska soleiðis: – Er tað ikki okkurt við mánanum, sum ger av, nær páskirnar eru. Og rætt hava tey. Les meira…

Tey settu búgv á Hvítanesi í 1837 – 107 fólk búgva í bygdini

Kollfirðingarnir førdu tilfarið til húsini við árabáti úr Kollafirði. (Mynd Vagnur)
Kollfirðingarnir førdu tilfarið til húsini við árabáti úr Kollafirði. (Mynd Vagnur)

Tá ið tú spákar millum húsini á Hvítanesi, sæst ikki nógv frá tíðini, tá ið fimm menn í 1837 fingu frá Pløyen amtmanni loyvi at seta seg niður á Hvítanesi. Á Hvítanesi var um tað mundið nógv bátaferðsla framvið, og tað hendi stundum, at bátar máttu seta upp har. Talan vóru um árabátur úr Kalbak, úr Sundalagnum og av Skálafjørðinum ávegis til Havnar. Amtmaðurin Pløyen sá týdningin, at fólk komu at búgva á Hvítanesi, tí long leið var av Hvítanesi til Hoyvíkar og til Havnar, og eingin var at taka ímóti fólki, sum mangan vóru noyddust at seta upp á Hvítanesi. Les meira…

Úr myndasavninum – eg eri uppvaksin við Restorffs bryggjaríi

Einaferð blómaði Restoffs bryggjarí.
Einaferð blómaði Restorffs bryggjarí.

Umhvørvið við Landsvegin í Havn, har eg eri uppvaksin, gjørdist fátækari, tá ið Restoffs bryggjarí av fíggjarligum ávum mátti snara lykilin fyri seinastu ferð. Altíð havi eg vitað, at tað var danin M.C. Restoff, sum byrjaði fyritøkuna í 1849. M.C. Restoff kom til Føroya í 1840, og handilsevnini komu skjótt til sjóndar. Tá ið fríhandilin kom ístaðin fyri einahandilin, var M.C. Restoff ein tann fyrsti, sum dró sær nyttu burtur úr hesum. Sjálvur minnist eg bara Andreas Restoff, sum átti Restoffs bryggjarí, og fyritøkan blómaði í mínum ungdómsdøgum. Les meira…

Hondbóltsfelagið Neistin fyllir 85 ár í dag 21. mars

Í 1936 kundu tey neistaspælarar spæla á egnum vølli í Gundadali. Vøllurin lá við síðuna av fótbóltsvøllinum.
Í 1936 kundu neistaspælarar spæla á egnum vølli í Gundadali. Vøllurin lá við síðuna av fótbóltsvøllinum.

Tú kanst býta Neistans søgu í fleiri partar. Neistalogin tendraði á Vaglinum 21. mars 1931, og í 1936 byggja tey hondbóltsvøll við fótbóltsvøllin í Gundadali. Síðani verður nýggjur grúsvøllur tikin í nýtslu longri uppi Gundadali í 1946, og hesin vøllur verður asfalteraður í 1964, tá ÍSF fyllir 25. Nýggja snotuliga neistahúsið verður tikið í nýtslu í 1964, og um heystið í 1970 fer hondbólturin spakuliga frá at vera uttanduraspæl til eitt innanduraspæl. Sjálvt um nógv altíð kann gerast betri, so er Neistin á 85 ára føðingardegnum eitt frálík felag við góðari framtíð. Les meira…

Íslendingar skipaðu í 1957 fyri bjargingaroynd í Havn

Fólk høvdu stóran áhuga fyri bjargingarroyndunum. (Myndasavn Páll Hellu)
Fólk høvdu stóran áhuga fyri bjargingarroyndunum. (Myndasavn Páll Hellu)

Eg fekk tvær góðar myndir sendandi frá Páll Hellu úr Vestmanna. Fór at kann nærri, hví so nógv fólk vórðu savnað yviri í Trøð seínast í 1950-árunum. Eg vendi mær fyrst til Marius Rein, og fór siðani á heimasíðuna hjá Havnar Bjargingarfelag og Sjóvar kommunu og hugdi í eitt FF-blað. Marius Rein sigur soleiðis: – Myndirnir siga frá bjargingarroyndum, sum íslendingar skipaðu fyri, eftir at íslendski trolarin “Góðanes” sakk við flesjarnar 2. januar í 1957. Allir menninir bjargaðust uttan ungi skiparin, sum druknaði. Illa var statt við bjargingarútgerð í Føroyum um hetta mundið. Og Marius heldur fram: Les meira…