Døming: Eindømi í føroyskum hondbólti á Hondbóltskjaki

Dystirnir millum Kyndil og Neistin eru altíð serligir. (Mynd Álvur)
Dystirnir millum Kyndil og Neistin eru altíð serligir. (Mynd Álvur)

Stúrsaði við, tá eg á Hondbóltskjaki sunnudagin sá stutt brot frá dystinum millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum. Og serlig stúrsaði eg við yvirskriftina “Ársins stuldur”. Eitt er, at ein spælari heitur eftir dyst og tap sigur okkurt óheppið við fjølmiðlafólk, men her er talan um ein royndan venjara. Ákæran í yvirskriftini frá kyndilsvenjaranum er púra greið. Yvirskriftin sigur, at dómararnir hava “stolið” eitt mál frá Kyndli. Nú er talan um bestu dómararnir í Føroyum, og tú kundi spurt: Hvat sigur HSF til slíkt, og hvat sigur Dómarafelagið, tí hesin hátturin at leggja eftir dómarunum er eindømi í føroyskum hondbólti.

Ì míni hondbóltsverð er púra burturvið, at ein venjari pilkar eitt brot úr dysti og ákærur dómararnar fyri stuldur. Viðmerkingarnar eru fleiri til brotið,  og verður tikið saman um, so halda tey flestu, at dómararnir dømdu rætt í hesum førinum. Skilji ikki, hvat hesin venjari við uppnáa við hesum háttinum at leggja eftir dómarunum. Vit skulu minnast til, at einki menniskja er fullkomið, hvørki dómarar ei heldur venjarar. Mistøk verða gjørd.

Frammanundan fáu A-dómararnir vilja ikki vera vitni til slíkt og leggja tí floytuna. Haldi, at tað er ússaligt av hesum venjara at leggja út hetta brotið, og eg standa spyrjandi, hvat hesin venjari vil við hesum slagi av álopi á dómaran. Eg haldi, at HSF og harvið Dómarafelagið eigur at fara inn í hetta serliga mál, tí koma venjarar í framtíðini at leggja slík brot á hondbóltskjak, har eini 3000 fólk vitja, so endar galið. HSF eigur at krevja, at hetta brotið í stundini verður tikið burtur av Hondbóltskjaki, og at Kyndil gevur dómaranum eina umbering

Var umrøddi venjarin ónøgdur, so átti hann heldur at prátað við dómararnar eftir dystin og kanska í felag sæð umrøddu hendingina á filmi. Hetta síggi eg verður gjørt í Danmark. Eg kundu hugsað mær, at umboð fyri HSF og Dómarafelagið komu út í fjølmiðlarnar og søgdu okkum, hvat tey halda um framferðina hjá umrødda venjaranum. Sjálvur haldi eg, at innlagda brotið sigur meira um venjaran enn tað sigur um dómararnar, sum sambært fjølmiðar dømdu væl henda dagin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply