Monthly Archives: januar 2016

Partur av stoltleikanum er farin úr føroyskum kappróðri

lklk
Áhugaverd mynd av Hvalbingi frá 1958. (Myndaeigari ?)

Aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum hevur gjørt av, at 10-mannaførini, 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum eisini í 2016 skulu rógva 1000 metrar á hvørjari FM-stevnu. Ikki havi eg ávirkan, hvør teinur verður rógvin, men eg havi altíð hildið, at føroyskur kappróður missir heilt nógv, at stóru bátastøddirnar ikki fáa møguleikan at rógva 1500 metrar og 2000 metrar, har tað er møguligt. Og grundgevingarnar eru alt ov grunnar frá RSF og nøkrum feløgum. . Les meira…

Nú rulla nógvu milliardirnar í Føroyum

Áhugavert at fylgja byggingini. (Mynd Vagnur)
Áhugavert at fylgja byggingini í Marknagili. (Mynd Vagnur)

Tíðirnar mugu vera óvanliga góðar í Føroyum, tí bilasølan setir mett, og verkætlanir fyri milliardir krónur eru farnar ella fara av bakkastokki. Er tað veruliga laksurin og uppsjóvarvinnan, sum slóðar fyri hesum. Stór verkætlan í Marknagili fyri hálva milliard krónur, undirsjóvartunlar fyri milliardir og Tórshavnar havn útbyggjast fyri hundraðtals milliónir. Hugsi mangan, hvør skal gjalda. Tað sýnist í samfelagnum, at einaferð tóma peningaskjáttan nú stendur at bresta, tá tú hugsar um stóru verkætlaninar. Skúladepilin í Marknagili verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.300 næmingum. Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum (studentaskúli, handilsskúli og tekniskur skúli) verður talan um ein og sama skúla við felags leiðslu og nógvum felags hentleikum. Við innbúgvi skal skúlin kosta 515 milliónir krónur. Eitt er stór verkætlan fyri hálva milliard, annað eru undirsjóvartunlar fyri milliardir og útbygging av Tórshavnar havn fyri hundraðtals milliónir. Tað sýnist í samfelagnum, at einaferð tóma peningaskjáttan, tá tú hugsar um stóru verkætlaninar, stendur at bresta. (Vagnur)

Ófatiligt, at ein søgulig perla í Havn var burturbeind í 1975

Skammiligt
Skammiligt, at henda søguliga perlan mátti burtur. Og alt grótarbeiðið, sum máttu lúta fyri stórum gravmaskinum.

Tá eg herfyri sá eldri áhugaverda mynd av søguligu húsunum í grannalagnum hjá okkum við Landavegin, gjørdist eg ikki sørt harmur. Talan er um eini gomul hús, sum vóru tikin niður úti á Reyni og í 1835/36 bygd uppaftur úti á Trøðni við Landavegin. Hóast mótmæli frá Fornminnissavninum, grannum og fólkum í býnum, vildi Tórshavnar kommuna ikki lurta. Ein ússalig avgerð tikin av snævurskygdum persónum. Søgan um perluna á Trøðni er henda: Les meira…

EM-kappingin í hondbólti í Pólandi er beinleiðis órættvís

Venjarin Gudmundur Gudmundsson fær av grovfiluni í donsku í fjølmiðlunum.
Venjarin Gudmundur Gudmundsson fær av grovfiluni í donsku fjølmiðlunum.

Havi um dagarnar sæð nógvar hondbóltsdystir úr Pólandi. Høgir, tungir og sterkir menn, sum flestir eru fleiri enn 190 sentimetrar høgir og viga næsta hundrað og meira enn hundrað kilo. Áhugavert eisini at fylgja dømingini, sum er ymisk frá dysti til dyst. Nógv brotskøst, og skumpar tú spælara í ferð, mást tú út á beinkin at sita í tveir minuttir. EM-kappingin er órættvís eingin ivi um tað, tí hvat líkist tað, at tildømis týska liðið kemur á vøllin eftir at hava hvílt í tríggjar dagar, meðan danir fyrst spæla ímóti Svøríki fyri síðani tjúgu tímar seinni at spæla ímóti Týsklandi. Hetta líkist ongum og má broytast til næstu EM-kapping. Dystur millum Týskland og Danmark var avgjørdur á beinkinum. Les meira…

Minnisvarðin – 2749 stóra bretska farmaskipið Principia fór á land á Stóraboða í Søltuvík í 1895

Minnisvarðin varð avdúkaður í august 2010. (Mynd Finn Bjørn Guttesen)

 

Á minnisvarðanum, sum stendur í Søltuvík í Sandoynni, standa hesi orðini: Prinsipia fór úr Dundee í Skotlandi 16. novembur í 1895 til Amerika. Í illveðri 19. novembur kom eldur í skipið og setti kós mótí Skotlandi, men endaði í Føroyum, har tað fór á land á Stóraboða í Søltuvík 21. novembur. Bert einum manni var lív lagað. Hann rak á lastalúku í fjúrtan tímar og varð bjargaður í land í Kirkjubø. Lastalúkan verður brúkt sum borð í Stokkastovuni í Kirkjubø. Tú kanst lesa allar søguna um hendingina niðanfyri.

Frásøgnin var at lesa í Føringatíðindum nr. 23 frá 5. desembur 1895. Maðurin, sum bjargaðist var týskarin Heinrich Anders úr Rostock. Hann vitjaði í Føroyum í 1936, har ørindini hansara var at takka teimum, sum bjargaðu honum í Kirkjubø. Les meira…

Minnisvarðin – Frithjof Joensen gjørdi minnisvarðan við Gjógv, sum varð avdúkaður 1. august 1971

Minnisvarðin sigur alt. Á talvunum eru nøvnini á øllum teimum, sum eru farin á sjónum. (Mynd Vagnur)

Vakri minnisvarðin við Gjógv sigur alt. Har situr mamma við tveimum børnum og hyggur út í hav, tey bíða eftir pápanum, sum er til útróðrar ella til skips. Handan minnivarðan síggja vit talvurnar, og hetta er dapur lesnaður. Gjógv er gjøgnum tíðirnar rakt av nógvum vanlukkum á sjónum. Mest dapru dagurnir vóru skaðadagin 30. apríl 1870, tá ið Fríðríksbáturin og Rættabáturin gingu burtur við sekstan monnum og  20. mars 1884, tá ið átta menn gingu burtur við Samløgubátinum. Undir seinna heimsbardaga búðu umleið 290 fólk við Gjógv, og skúlabørnini vóru hálvthundrað. Nú búgva hálvhundrað fólk við Gjógv, og skúlabørn eru eingi. Les meira…

Nýggi BankNordik bygningurin riggar serliga væl í skýming

BankNordikbygningurin avmynaður í skýming. (Mynd Vagnur)
BankNordik bygningurin avmyndaður í skýming. (Mynd Vagnur)

Haldi vit kunnu siga, at BankNordik gjørdi kvetti at selja tveir bygningar til Tórshavnar kommunu fyri 90 milliónir krónur fyri síðani at byggja nýggjan bygning. Onkur hevur havt á orði, at Heðin Mortensen og harvið Tórshavnar kommuna skuldu havt sæti í bygninginum, tí so sóu tey alla Havnina í einum. Ikki havi eg verið inni í bygninginum, men eg hoyrdi stjóran siga í útvaprinum, at torført var at hanga upp nógvu málningarnar, tí har var so nógv glas. Tú kanst ikki negla seym í glas. BankNordik eigur um átta hundrað virðismiklar málningar málað av føroyskum málarum. Í skýmingini fríggjadagin tók eg myndina omanfyri, sum eg haldi riggar bara heilt væl. Í løtuni venji eg meg at brúka mítt nýggja myndatól, men hetta gongur ikki nóg væl, tí eg havi “manualfobi”. Tími ikki at seta meg inn í alt tað, sum slíkt myndatól kann. Eg havi fingið hjálp frá kønum, og nú gongur eitt sindur betur. (Vagnur)

Smæran var fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum

Soleiðis minnist eg Smæruna. Kjøthandil var nærmasta húsinum og keypsmansvørur í hinum húsinum.
Soleiðis minnist eg Smæruna. Kjøthandil var í nærmasta húsinum og keypsmansvørur vóru í hinum húsinum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá eg var biðin at skriva nøkur orð um Smæruna, nú Starvsmannafelagið hevur keypt bygningin, har Sjónvarp Føroya helt til í M.A. Winthersgøtu/J.H. Schrøtergøtu í Havn, fóru tankarnir skjótt at reika, tí nógv havi eg sporini í Smæruni. Pápi mín, Helge Michelsen (1913-1985), róptur Helgi í Smæruni, kom sum tjúgu ára gamal at arbeiða í Smæruni, eftir at hann í nøkur ár hevði arbeitt hjá Evensen. Hann segði okkum, at hjá Evensen fekk hann 200 krónur um mánaðin, men handilsmaðurin Hans Jacob Jacobsen bjóðaði honum 250 krónur um mánaðin, og hann tók av. Pápi arbeiddi í Smæruni í 48 ár. Les meira…

Faroe Boys spældu í Íslandi í 1964 og 1966 og vóru róptir føroysku beatlarnir

Faroe Boys manning nummar tvey. Frá vinstru: Nielsen, Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Milson Zachariassen, Trygvi Restorft og Atli Hansen.
Faroe Boys manning nummar tvey. Frá vinstru: Tummas Nielsen, Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Milson Zachariassen, Trygvi Restorff og Atli Hansen.

Í seinnu greinini um Faroe Boys leita tankarnir fyrst í Sjónleikarhúsið miðskeiðis í 1960-árunum. Stúgvandi fult av fólki inni í Sjónleikarhúsinum og nógv fólk uttanfyri og lýddu á, meðan tey hugdu gjøgnum vindeyguni upp á pallin. Har stóðu Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Kári Mouritsen, Jógvan Sofus Vágsheyg og Jógvan Dahl væl ílatnir og spílaðu seg út. Hetta var seinasta manningin í Faroe Boys, sum góvust at spæla í 1967. Í 1988 fóru teir aftur á pallin í Aftur í 60-árini, og fólk streymaðu úr øll landinum í Høllina á Hálsi. Les meira…