Monthly Archives: desember 2015

Stóru nýggjársbálini eru nú bara góð gomul minni

Nýggjársbálið upp á Heygnum sást um alla Havnina. Eini hundrað ár síðani fyrsta bálið var brent har.
Nýggjársbálið uppi á Heygnum sást um alla Havnina. Meira enn hundrað ár síðani fyrsta bálið var brent har.

Hyggur tú at myndini oman fyri svartu barakkina, sært tú stóra hellu uppi á Heygnum, sum vit kallaðu staðið, har brøðurnir Høgni og Poul Mohr búgva. Har brendu ungfólk við Landavegin nýggjársbál longu frá fyrrapartin av 1900-talinum. Bálið sást um alla Havnina, og tað var stoltleiki at gera bálið so stórt sum gjørligt. Tíverri mistu vit frálíka staðið til nýggjársbál, og eisini mistu vit seinna frálíka staðið. Nú eru nýggjársbálini við Landavegin bara gomul góð minni. Les meira…

Sonja Jógvansdóttir fær ársins herðaklapp frá Hvannrók

Sonja er vitug og skilagóð kvinna. (Mynd ?)
Sonja er gløgg, vælútbúgvin og skilagóð kvinna. (Mynd ?)

Ikki dámar mær “Ársins neyðrakett”, sum Dimmalætting letur. Og slett ikki skilji eg, at júst Sonja Jógvansdóttir skal fáa hesa rakett. Ársins neyðrakett er happing av fólki, og eg dugi ikki at síggja endamálið í hesum tiltaki hjá Dimmalætting. Tá eg á sinni av Kringvarpinum var biðin at koma til kaffiprát í Vágsbotni, ynskti eg at práta við Sonju Jógvansdóttir. Ikki kendi eg Sonju, hevði ongantíð hitt hana áður, men eg helt, at Sonju var spennandi persónur og dugdi ótrúliga væl at svara fyri seg í fjølmiðlunum. Orsøkin, at Sonja fær ársins herðaklapp frá heimasíðuni er henda: Les meira…

Kirkjubøur er veðurgott pláss við góðum sólargangi

Altíð vakur og nakað serlig at síggja Kirkjubø. (Mynd Vagnur)
Altíð vakurt og nakað serlig at síggja Kirkjubø. Tað tekur korter at ganga út á Bø.  (Mynd Vagnur)

Eitt av mínum fríplássum í nógv ár er at fara vesturum, tað vil siga koyra úr Havn til Velbastaðar ella Kirkjubøar. Onkuntíð bara koyra ein túr, seta bilin og njóta friðin. Aðrar tíðir seti eg bilin omanfyri Velbastað og gangi oman á støðna. Gekk fyrr nógv út á Bø, vakra staðið sunnanfyri Kirkjubø, og so plagi eg at seta bilin á Velbastað og ganga einar tjúgu minuttir ímóti Syðradali og til bilin aftur. Sólin kemur upp úr eystri og niður í vestri, og tí er mangan nógv ljósari vestanfyri enn tildømis í Havn. Haldi, at tað er hetta ljósið seinnapartin, og tá vit nærkast kvøldinum, sum dregur. Og vestanfyri er altíð okkurt nýtt at síggja, tí landslagið og sjógvurin broytist. Les meira…

Úr myndasavninum – Góð ungdómsminni í Konradsbrekku

Konradsbrekkan er einki broytt, síðani myndin varð tikin fyrst í 1950-árunum. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Konradsbrekkan er einki broytt, síðani myndin varð tikin fyrst í 1950-árunum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Eg kann sita góða løtu og hyggja at myndini omanfyri í bókini Havnin – fólk og yrki. Havi so nógv góð vetrarminni í hesi gøtu, tí Konradsbrekka var skræddaraseymað at skreiða á. Sjálvt um vit vóru uppvaksnir uppi við Landavegin, so leitaðu vit um veturin oman í Konradsbrekku ella Sigmundargøtu at skreiða. Har savnaðust nógvur ungdómur. Serligt við Konradsbrekku var, at hon hevði hetta serliga “svingið”, og tú fekst nógva ferð á sparkaran ella stýrisletuna. Ja, so var kioskin hjá Eileri Dam beint við hondina. Fantastisk mynd og góð minni. Les meira…

Løgtingið má ikki fara við søguliga sparikassabygninginum

Púra vilt, at søguligi bygningur skal gerast ein deyður skrivstovubygningur hjá Føroya Løgtingið. (Mynd Vagnur)
Púra vilt, at søguligi bygningur skal gerast ein deyður skrivstovubygningur hjá Føroya Løgtingið. (Mynd Vagnur)

Eg øtaðist við, tá eg las, at Løgtingið nú skal keypa søguliga grótbygningin hjá Eik í miðbýnum. Hetta er so langt úti og ússaligt av formansskapinunum í Løgtinginum, tí tey vita, at hesin bygningur hevur so nógv at siga fyri okkum, sum eru uppvaksin og búgva í Havn. Bygningurin er partur av býarsøguni. Eg vil siga tað soleiðis, at eigur Eik ov nógvar bygningar, so er at geva okkum havnarborgurum bygningin, so hann ikki gerst deyður skrivstovubygningur hjá løgtingslimum. Ikki havi eg sæð bygningin lýstan til sølu og fati ikki, hvussu henda søla er farin fram. Løgtingslimir kunnu húsast alla aðrastaðni í býnum, men ikki í hesum bygnginum, sum sjálvandi skal brúkast til annað virksemi. Søgan um søguliga bygningin er henda. Les meira…

The wild west uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól

Heilt nógvir bilar eru í gøtunum uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól. (Mynd Vagnur)
Heilt nógvir bilar eru í gøtunum uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól. (Mynd Vagnur)

Vanligt er friðarligt at búgva við Hoydalsvegin, sjálvt um vit eru nærmasti granni við SMS. Bilur mín stendur við Tinghúsvegin, og um náttina standa bara einir tríggir bilar í grannalagnum. Men so koma dagarnir fyri jól, tá seinastu jólagávurnar skulu keypast. Einki fái eg parkeringsplássið seinnapartin og má parkera bilin næstan uppi í Gundadali. Stuttligt at eygleiða fólk, sum royna at sleppa sær av við bilin. Lítið leggja tey í parkeringsbøtur, tey taka kjansin, og summi seta bilin sjálvt uppi á gongubreytini. Havi tikið mynd av støðuni, men myndin fer ikki á heimasíðuna, tí nummarpláturnar síggjast. Annars eru vit farin um styttsta dag, og hjá mær lættnar í sálini, tí tá gongur ímóti ljósari tíðum. Les meira…

Flemming Raben hugleiðir eitt sindur um kvinnukappingina

Flemming venur neistakvinnur saman við Jacob Jónsson. (Mynd Vagnur)
Flemming venur neistakvinnur saman við Jacobi Jónsson. (Mynd Vagnur)

Kvinnuliðini í bestu hondbóltsdeildini eru farin í jólafrí, men longu 3. januar eru dystir aftur á skránni. Neistin og Kyndil eru topplið og spæla uttan iva FM-finalurnar. Flemming Raben venur neistakvinnur, og eg havi biðið hann siga nøkur orð um, hvat hann heldur um liðni í deildini. Sjálvur er hann væl nøgdur við úrtøkuna hjá neistakvinnum higartil, tí fleiri spælarar vóru jú givnir á liðnum. – Kyndilskvinnur er eitt vælskipað lið, men so eri eg skuffaður, at Stjørnan og VB ikki klára seg betur, sigur Flemming millum annað. Les meira…

Vit fara at síggja beinharða kapping um seinna FM-finaluplássið

Í míni hondbóltsverð er H71 ikki einsamalt favorittur at vinna FM-heitið. Men í FM-finaluna kemur liðið, hóast trý stig av fýra eru tapti seinastu dagarnar.
H71 vinnur grundspælið, men er ikki mín favorittur at vinna FM-heitið.

Áhugavert at hyggja í stigatalvuna, nú liðini í bestu mansdeild fara í jólafrí. Eisini áhugavert at síggja, at H71 seinastu dagarnar hevur mist trý stig, og hvussu stóran týdning danin Peter Krogh hevur fyri H71 liðið. Hann skjeyt sjey mál dystinum ímóti Neistanum og er lykilin, um H71 skal vinna FM-heitið. Eisini áhugavert, at neistamenn herfyri knappliga vinna á StíF og í dag spæla javnleik 20-20 ímóti H71. Men mest áhugaverda er, at nú eru kyndilsmenn veruliga við aftur. Kyndil varð liðið, sum eg heilt gjørdist topplið í vetur, tí manningin var so góð á pappírinum, men Kyndil fekk ringa byrjan. Vónleyst at siga, hvat lið spælir FM-finalurnar ímóti H71 várið komandi. Øll liðini uttan H71 hava verið óstøðug og mist heilt nógv stig. Les meira…

Úr myndasavninum – Birgar átti at fingið mentanarvirðisløn

Myndin tikin í 1895 og niðan Skansabrekku. Húsini ovast eru tey hjá Jens Mohr, sum var ættaður heiman av Garði í Hoyvík. (Mynd Havnin - fólk og yrk)
Myndin tikin í 1895 og niðan Skansabrekku. Húsini ovast eru tey hjá Jens Mohr, sum var ættaður heiman av Garði í Hoyvík. (Mynd Havnin – fólk og yrk)

Vit, sum eru fødd og uppvaksin í Havn og onnur við, hava so nógv at takka Birgar Johannessen fyri. Birgar hevur savnað tilfar um Havnina, sum ikki kann virðismetast nokk og ikki kann roknast út í peningi. Tað er bara at hyggja í báðar bøkurnar Havnin – fólk og yrki. Hvussu Birgar hevur borið seg at útvega so nógvar virðismiklar myndir og savnað tilfar um Havnini, er torført at ímynda okkum. Birgar hevur eginleika sum savnari, ein eginleiki, sum vit onnur fáa gleði av. Stóra hjálp fekk hann frá konuni Elsu, sum ikki er millum okkum longur. Myndin omanfyri er tikin umleið í 1895, tað vil siga “bara” fyri 120 árum síðani. Vit síggja Skansabrekkuna og húsini, sum Jens Mohr bygdi sær í 1887. Jens Mohr undirvísti navigatørum heima hjá sær sjálvum. Nógv er broytt við eystaruvág síðani 1895, og 120 ár er ikki so nógv ár, tá hugsað verður um, at nøkur fólk í Havn eru farin um tey 100 árini. Húsahagi heilt oman í klettin. Nevnast kann, at í 1901 búðu 1656 fólk í Havn og 15.230 fólk í Føroyum. Um hetta mundið góð 10% av fólkatalinum búðu í Havn, nú búgva útvið 40% av fólkunum í Føroyum í Havn. Jens Mohr livdi frá 1855-1931. Hugnalig mynd og friðarligt, eingir bilar og eingir motorbátar. Haldi, at tíðin er komin, at Birgar Johannessen fær eina av mentanarvirðislønunum, sum verður givin hvørt ár. (Vagnur)

 

VÍF kvinnurnar eru nú seks spælarar færri í hópinum

Brekkan at røkka FM-finaluplássinum er nú vorðin enn brattari hjá VÍF-kvinnum.
Brekkan at røkka FM-finaluplássini er nú vorðin enn brattari hjá VÍF-kvinnum.

Æltanin var, at VÍF kvinnurnar í vetur skuldu veruliga býta frá sær, tí fyri kappingina hevði VÍF frálíka manning, og venjarin Geir Wardum hevði einar sekstan spælarar í hópinum. Málið var at koma í FM-finalurnar og kanska eisini spæla steypafinaluna. Umframt verandi spælarar kom Marianna Holm Jacobsen og málverjin Kristina Griksaite at styrkja liðið, og Durita C. Jojic skuldi koma aftur á høgrabakkin eftir barnburðarfarloyvi frá hondbóltinum. Nú kapping er hálvrunnin og alt vent á høvdið, og ikki sær gott út hjá VÍF kvinnum. Seks spælarar eru ikki tøkir hjá venjaranum. Eg havi tosað við venjaran Geir Wardum, og hann sigur. Les meira…